Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2006 17 tíðindi Andrey Gulyaev er yvirstýrimaður umborð á russiska skipinum, Admiral Starikov. Honum dámar væl sjómanslívið, hóast tað er strævið. Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Hví valdi tú at gerast sjómaður? – Eg fór til sjós, tí eg hevði ikki nógv annað at velja ímillum. Tað einasta, eg annars kundi læra til, var at gerast lærari, men tað tímdi eg als ikki. Eg eri somuleiðis føddur í des­ember, og teleskopið segði, at mær dámar væl at ferðast. Tískil valdi eg at gerast sjómaður. Er tað eitt gott starv í Russlandi at vera sjómaður? – At arbeiða í banka ella hjá einum oljufelagi er besta starvið, tú kanst fáa í Russlandi. Landið hjálpir ikki sjóvinnuni, hó­ast oljan er sera dýr í løtuni, og vit hava brúk fyri hjálp. Myndugleikarnir vilja ikki hjálpa okkum, tí teir síggja meira vinning í hinum vinnunum. Tað er harmiligt. Ein sjómaður verður ongantíð ríkur mað­ ur í Russlandi. – Konan hjá mær ar­beiðir ikki, men vit fáa akk­urát endarnar at røkka saman, tí eg arbeiði sum yvir­stýri­ maður og havi tískil eitt gott starv. Hvat halda tit um klæðini, matin og annað, sum tit fáa frá føroyingum? – Tað er í lagi. Klæðini síggja gott út, og summi eru spildurnýggj. Mann­ ing­in hevur brúk fyri gávu­ lutunum, men eg tími ikki at taka mær nakað við heim. Konan hjá mær hevði ikki lagt nakað serligt í tað. Men um mær vantar onkra troyggja at arbeiða í, fari eg eisini at taka mær okkurt smávegis úr rúgvuni. Hvat gert tú, tá tú ert til arbeiðis? – Eg gevi manningini góð ráð og stríðist saman við teimum fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum til ber. Vit arbeiða tólv tímar í senn, hóast tað ofta tykist sum 24 tímar. Eg kenni ikki øll fólkini umborð serliga væl. Eg eri mest saman við teimum, sum stýra. egg rarnar« www.portal.fo ber til at síggja kykmynd av vitjanini umborð á Admiral Starikov. FAKTA Í gjár, tá eg kom við klæðum, leik­ um, leðurmøblum og einum sjón­ varpi, vóru kvinnurnar so fegnar, at tær mussaðu meg á kjálkan - Árni Dam, russiskur konsul ” verður um lønarviðurskiftini í Russlandi, sigur Konst­ant­in. – So tað eru ikki rík fólk, vit hava við at gera, men heldur ikki blóðfátøk, leggur Árni afturat. Ein kvinna kemur inn í skiparakamarið og setur eitt fat við stórum rómakøkum á borðið. Hon sigur ikki tað stóra, men heilsar og biðj­ur okkum fáa okkum eitt køku­ stykki á ein serviett aftur við sodavatninum: – Russararnir eru eitt ser­ stakliga fitt fólkaslag, sigur Árni og fortelur, hvussu glað­ar allar kvinnurnar og sjómenninir verða, tá hann kemur við klæðum og øðrum til teirra: – Í gjár, tá eg kom við klæðum, leikum, leður­møbl­ um, keyboardum og onkrum sjónvarpi, vóru kvinnurnar so fegnar, at tær mussaðu meg á kjálkan, sigur hann og sker útúr at flenna. Eftir eina løtu tagnar hann og sigur, at russararnir duga ótrúliga væl at umvæla tól. – Vit geva teimum í heilum sjónvørp og útvørp, sum før­oyingar ikki skoyta um. Men eitt, tvey, trý, so hava russararnir longu fingið tólini at rigga. – Fyrr vóru russararnir ofta á Brennistøðini á Sand­ víkarhjalla og funnu ymiskt, teir kundu umvæla og síðan brúka, men tað sleppa teir tíverri ikki longur. Tað er ógvuliga synd, sigur Árni harmur. Kastaðu hatur Spurdur, um russararnir hava tað betri nú enn fyri nøkrum árum síðani, ivast Árni ikki: ­­– Teir hava tað munandi betri nú. Støðan hjá teimum er nakað tað sama, sum okk­ ara. Fyrr kastaðu vit við nógvum fordómum hatur á russararnar – serliga í 1981 fingu russararnir eina harða viðferð – men í dag góðtaka vit teir og eru góð við teir. Árni vísir á, at føroysku myndugleikarnir og Lands­ sjúkrahúsið somuleiðis hava verið positiv og hjálpsom mótvegis russarunum sein­ astu árini: – Tey ráðandi hava syrgt fyri, at russararnir sleppa frá at sigla heim aftur. Nú kunnu teir flúgva úr Før­oy­ um og heim uttan at fáa sær visum hvørja ferð. Lands­ sjúkrahúsið hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði, og læknarnir eru altíð til reið­ ar at taka ímóti sjúkari manning, staðfestir Árni. Enn eina ferð kemur ein kvinna inn í kamarið hjá skiparanum. Hesa ferð við einum stórum fati við nýbakaðum bollum. Skiparin sigur alt fyri eitt, at kokkurin júst hevur bakað bollarnir til okkara: – Serstakir kanelbollar frá kokkinum. Fáið tykkum, sigur hann, veipar við ørm­ unum og fer at leita eftir onkrum. Lítla løtu seinni kemur hann aftur við fýra dósum av sild í laka: – Hetta kunnu tit taka heim við at eta. Sildina hava vit framleitt, sigur hann og setur seg aftur við skrivaraborðið. – Tað sosiala hevur stóran týdning í mínum arbeiði, staðfestir Árni enn eina ferð. Vit takka fyri sildina og fáa okkum ein bolla. Skiparin hevði rætt. Bollarnir eru nýbakaðir og enn heitir. Árni og skiparin práta aftur saman á russiskum. Ikki skilja vit tað stóra, men brádliga flenna teir í kíki eftir einari krøniku. Samanumtikið má sigast, at russararnir síggja út til at trívast væl og at hava tað gott umborð. At lønin nú eisini er vorðin betri, ger tað ivaleyst hugaligari hjá teimum at liggja so langt heimanífrá longu vetrardagarnar. Og prikk­in yvir i’ið fáa teir óiv­ að við heitum bollum og umsorgan frá Árna. Yvirstýrimaðurin, Admiral Starikov og skiparin, Konstantin Shulpin. Her eru teir í skiparakamarinum Kokkurin í kabússini – Fyrr kastaðu vit hatur á russararnar. Serliga í 1981 fingu russ­ ararnir eina harða viðferð. Føroyingar kastaðu rotin egg og tom­ atir á skip teirra, men í dag góðtaka vit teir, sigur Árni Dam Manningin er væl lønt. Flest øll fáa um 4000 krónur um mánaðin - Konstantin Shulpin, skipari ” »Gávurnar frá føroyingum eru okey«