mánadagur 21. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
18 xxxxxxxx
útlond
SAMBAND
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Hermenninir kendu
seg ofta ráðaleysar í
Libanon, útgerðin var
í vánaligum standi,
og eykahermenninir
høvdu alt ov lítla
venjing.
Ísrael
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Ísraelski herurin hevur sjáld
an verið fyri so hvøssum
atfinningum frá sínum egnu
sum aftan á kríggið við Hiz
bollah í Suðurlibanon.
- Vit bardust til onga nytt u.
Vit tóku onkur hús, men stutt
eftir tók Hizbollah tey aftur,
sigur ein hermaður við blaðið
Maariv. Hann var fleiri vikur
í Suðurlibanon og greiðir
frá, at hermenninir vóru alt
ov illa kunnaðir, teir høvdu
ov lítla venjing og kendu
ikki útgerðina nóg væl. Í
fleiri førum skutu ísraelskir
hermenn eftir hvør øðrum,
tí teirra leiðarar tosaðu ikki
saman.
- Vit bardust í blindum og
mundu skotið hvør annan,
sigur
hermaðurin
við
Maariv.
Undir krígnum í Libanon
varð ísraelski herurin fleiri
ferðir tikin á bóli. Tað vísti
seg, at Hizbollah gjørdi
nógv harðari mótstøðu, enn
herleiðslan hevði væntað, og
harafturat hevði Hizbollah
nútímans vápn.
Fleiri ísraelskir hernaðar
serfrøðingar hava funnist at
herleiðsluni, tí hon sett i sítt
álit á flogvápnið og tí drálaði
alt ov nógv við at senda her
menn inn í Suðurlibanon.
Serfrøðingarnir halda eisini,
at ísraelska herleiðslan undir
mett i Hizbollah, og at Ehud
Olmert, forsætisráðharri,
sett i sær óverulig mál, tá
hann segði, at herurin skuldi
berja Hizbollah niður.
Ov lítla venjing
Tæt harðastu atfinningarnar
at herleiðsluni koma frá
monnum úr eykaherinum,
sum blivu sendir til Lib
anon. Í Ísrael er tað so, at
menn skulu gera trý ára
hertænastui, tá teir fylla
18 ár, men teir halda fram
í eykaherinum, líka til teir
fylla 40.
Í seinastuni hava ísraelsku
bløðini prentað ein hóp av
atfinningum frá monnum
í eykaherinum, sum kæra
seg um, at teir vóru alt ov
illa fyrireikaðir til kríggið.
Summir siga, at vápnini virk-
aðu ikki, sum tey átt u, og at
teir fingu ikki ta neyðugu
útgerðina. Haraftuat læra teir
seg um vantandi venjing. Eitt
nú sigur ein av monnunum,
at hann hevði ikki tveitt
eina granat í 15 ár, tá hann
brádliga fekk boð um at fara
til Libanon.
Blaðið Yediot Ahronot
skrivar, at í einstøkum før
um sýtt i herleiðslan fyri at
senda tyrlur eftir særdum
hermonnum, tí hon var
bangin fyri, at Hizbollah
fór at skjóta tyrlurnar niður.
Tað hevði við sær, at nakrir
hermenn doyðu, tí teir fingu
ikki hjálp, skrivar blaðið.
Ísraelskir hermenn
misnøgdir við herin
Ísraelskir hermenn á veg úr Libanon. Fleiri teirra kæra seg nú um, at fyrireikingin var tilvildarlig, og at teir høvdu ov lítla venjing
“United 93”, sum er nýggjur
filmur um atsóknirnar at USA
tann 11. september í 2002,
hevur fingið góð ummæli síð
ani frumsýningina seinasta
fríggjadag, men flogfeløgini
eru ikki serliga fegin um
filmin.
Skandinaviska SAS hev
ur boðað frá, at filmurin
verður ikki vístur umborð á
tess flogførum.
- Fólk skulu hugna sær, tá
tey flúgva við okkara flog
førum. Harafturat nærkast
september, og tað hevði
verið skeivt at víst filmin
umborð á flogførunum, sig
ur ein talskvinna hjá SAS
við forbruker.no.
Tað sama sigur amerik
anska flogfelagið Conti
nental. Ein talsmaður hjá
felagnum sigur við AP, at
felagið vísir vanliga ikki
filmar, sum snúgva seg um
flogvanlukkur.
Vísa ikki “United 93”
Innrás í Somalia
Etiopia sendi í
gjár hermenn inn í
grannalandið Somalia
at hjálpa stjórnini,
sum er illa kroyst
av muslimskum
uppreistrarmonnum, sum
hava tikið valdið í stórum
parti av landinum.
Uppreistrarmenninir
hava millum annað
tikið høvuðsstaðin
Mogadishu, og tí var
stjórnin noydd at
flýggja til ein bý stutt
frá etiopiska markinum.
Tað ljóðar, at teir fyrstu
etiopisku hermenninir
komu til býin í gjár,
men tað er ikki greitt ,
hvussu nógvir etiopisker
hermenn eru komnir inn
um markið.
Viðurskiftini millum
Etiopia og Somalia
hava verið spent síðani
kríggið teirra millum
seinast í sjeytiárunum,
men núverandi somaliski
leiðarin, AbdullahYusuf,
hevur kortini dugað
at havt gott samband
við etiopisku stjórnina.
Tað ljóðaði longu fyri
einum mánað síðani, at
etiopiskir hermenn vóru
komnir til Somalia, men
ta ferðina vórðu tíðindini
avsannað.
Saddam kann
fáa deyðadóm
Í dag byrjaði enn
eitt rætt armál ímóti
fyrrverandi irakska
forsetanum Saddam
Hussein, og verður hann
funnin sekur, kann hann
verða dømdur til deyða.
Hesaferð er Saffam
ákærdur fyri hópdráp
ímóti kurdunum har
norðuri í Irak í 1987
og 1988. Í álopinum á
kurdarnar brúkti irakski
herurin eiturgass, men
verjarnir hjá Saddam
siga, at álopið var
lógligt, tí kurdarnir
høvdu hjálpt Iran í
krígnum við Irak.
Umframt Saddan
eru seks fyrrverandi
heryvirmenn ákærdir í
sama máli. Ein teirra er
systkinabarn hansara Ali
Hassan al-Majaf, ið fyrr
varð róptur “Kemiski
Ali”.
Saddam Hussein er
eisini ákærdur fyri at
hava givið herinum
boð um at skjóta 148
fólk í bygdini Dujail
í 1982 beint eftir, at
ein morðroynd ímóti
honum var miseydnað.
Bæði hett a málið og
gassálopið á kurdarnar
kunnu enda við
deyðadómi.
Teir seks fyrrverandi
heryvirmenninir kunnu
fáa somu revsing, verða
teir funnir sekir, skrivar
AP.
Hiti og eldur
í Grikkalandi
Tað hevur verið sera
heitt í Grikkalandi teir
seinastu dagarnar, og
sum so nógva aðrastaðni
í syðra parti av Evropa
hevur tann nógvi hitin
elvt til skógareldar.
Í gjár kom hitin
upp í heili 42 stig,
og veðurmenninir
siga, at lítil broyting
verður í hitalagnum
teir næstu dagarnar.
Heilsumyndugleikarnir
senda javnan ávaringar
út, og í Athen hava
skúlar, sjúkrahús og
fleiri aðrir almennir
bygningar fingið
køliskipan, har fólk
kunnu leita sær skjól
undan sólini.
Nærhendis Athen og
longri suðuri í landinum
stríðast stór sløkkilið
við fleiri skógareldar,
men í gjár varð sagt, at
sløkkiliðini høvdu fingið
tamarhald á fleiri eldum.