Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Nr. 159 - 21. august 2006 Ítróttur – Vit vóru sera uppsettir. Vit vildu allir sum ein vaska hatta avrikið móti KÍ av okkum, og tað haldi eg, at vit megnaðu Hanus Thorsleifsson, B36-miðvallari Skilagóð útvísing – Eg gjørdi tvey frí­ spørk allan dystin, og fái gult kort fyri bæði, sigur Vagnur M. Mortensen, sum fegnaðist um sigurin í Runavík Útvísing Rólant Waag Dam Rolant@sosialurin.fo Vagnur M. Mortensen varð rikin av vøllinum stutt fyri leiklok, og slapp at eyð­gleiða síðsta partin av dystinum frá síðulinjuni. Kortini var gleðin onki at dylja yvir, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár. – Hetta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri! Eg haldi at fyrri hálvleikur var góður og vælspældur frá okkara síðu. Í seinna hálvleiki er tað ikki eins gott, sum í fyrra, men allir mans berjast fyri sakini og tað gav úrslit í síðsta enda, staðfesti Vagnur M. Mortensen. Orsøkin til, at Vagnur ikki fekk seinastu løtuna á vøllinum við var, at hann fekk tvey gul kort. Tað fyrra fekk hann tíð­ liga í fyrra hálvleiki, tá ein leikari var um gerast leysur móti málinum, og seint í seinna hálvleiki var akkurát sama skilið, og Vagnur valdi tí at taka enn eitt gult kort á sínar herðar, tí annars hevði mað­urin verið leysur við málverjanum. – Eg gjørdi tvey fríspørk allan dystin, og fái gult kort fyri bæði, flennir Vagnur Mortensen, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um útvísingina. – Fyrru ferðina var Christi­an Høgni um at verða leysur, og tí gjørdi eg sum eg gjørdi. Og í seinna hálvleiki var tað aftur Christian Høgni, sum var leysur og hevði eg ikki tikið hann, hevði hann havt møguleika fyri at skora, greiðir Vagnur M. Mortensen frá. Við øðrum orðum, so var á ongan hátt talan um eina býtta útvísing, men heldur tað, sum í Onglandi verður rópt: ”One for the team”. Ja, onkur helt eitt sindur skemtandi fyri, at talan var um eina skilagóða út­vísing. SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Tveir av favorittunum vóru flúgvandi, og tveir vóru haltandi, tá ið sjøtul í vikuskiftinum var settur á nýtt kappingarár í Onglandi ONGLAND Jákup Mørk Tað hevur verið soltið við fótbólti í sjónvarpinum, síðani Italia fyri seks vikum síðani vann finaluna í HM kappingini frammanfyri vónbrotnu týsku vertirnar. Í vikuskiftinum mundi mangur kenna tað soleiðis, at nú er vetrarskráin so at siga komin upp á pláss aftur. Fyrsta umfarið í bestu ensku deildini var á skránni, og Kanal 5 og Canal+ syrgja fyri, at mongu fótbólts hungrandi føroyingarnir kunnu fáa fótbólt fyri allar pengarnar og meiri enn tað. Sunnudagin vunnu bæði meist­ararnir úr Chealsea og Manchester United trivaligar sigrar. Nýggi liðformaðurin á eingilska landsliðnum, John Terry, legði á stórsligna Stamford Bridge Chealsea framum móti Manchester City, og landsliðsmiðvallarin Frank Lampard, sum tykist vera komin fyri seg eftir ússaliga HM avrikið, økti til 2-0, áðrenn Didier Drogba staðfesti rimmar 3-0 sigurin. Manchester United hølvaði á Old Trafford Fulham av 5-1. Longu tá ið 19 minuttir vóru farnir, var støðan 4-0! Wayne Rooney skoraði eitt mál, og Ron­ aldo skoraði eitt. Einki hómaðist til stóru almennu ósemjuna, sum undir og eftir HM var millum Rooney og Ronaldo. Fyri Arsenal var tað vónbrot, at teir á heimavølli leygardagin bara megnaðu 1-1 móti Aston Villa. Tað var eisini vónbrot hjá Liverpool, at teir ikki megnaðu meiri enn 1-1 á útivølli móti Shef­ field United. Steinur oman á byrðu var tað hjá Liverpool, at norski lands­ liðsbakkurin, John Arne Riise, noyddist skaddur av vøllinum. Tað verður ikki roknað við, at hann verður førur fyri at spæla næstu seks vikurnar. Leygardagurin aftur í vetrarlegu