Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 159 - 21. august 2006 ] Árliga renningin nið­an á Sornfelli verð­ur leygardagin. Renn­ingin er øðrvísi á tann hátt, at runnið verður mest sum bert í mótbrekku Renning Tíðindaskriv Í ár verður MIF TOP RUN runnið fyri fjórðu ferð. Runn­ið verður tann 26. aug­ust  2006 kl. 1500, og vit byrja við Statoilstøðina í Kollafjarardali. Renningin er øðrvísi á tann hátt, at mót­ brekka er so at siga á øllum túrinum á 9.8 km – málið er nevniliga á Sornfelli. Hvat er tað, sum fær nakran at skipa fyri tílíkari renning, sum bara er í mótbrekku? Vanliga tá skipað verður fyri renning í Føroyum, verður roynt at gera túrin á so sløttum strekki, sum til ber. Tað eru tað góðar grundir til, tí á sløttum fært tú tær bestu tíðirnar. Men í Føroyum ber illa til at renna allan túrin á sløttum uttan at renna sama strekki fleiri ferðir. – So eg fekk hugskotið at brúka brekkurnar, bæði fyri at gera eina øðrvísi renning, og eisini tí at tað, ið sermerkir Føroyar júst eru fjøllini, sigur Henning Kørvel, úr ítróttarfelagnum í Mjørkadali. Motiónsrenning MIF TOP RUN er motións­ renning. Tað vil siga at øll sum javnan motiónera, kunnu vera við. – Øll sum hava luttikið í MIF TOP RUN trý tey seinastu árini hava gjøgn­ um­ført, so tað er ikki nøk­ ur ómøgulig uppgáva, sig­ ur Henning Kørvel. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: Menn undir 40 ár, menn yvir 40 ár, kvinnur undir 40 ár og kvinnur yvir 40 ár. Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Teir fýra bólka­vinnararnir fáa eina virðisløn á kr. 500,00 frá Føroya Banka. Um nýtt met verður sett, verður ein eykavinningur á kr. 500,00 latin. Metið fyri menn er 45m 02s, og tað var Sigurð Just­ in­ussen, sum setti tað í 2005, og hjá kvinnunum er tað Bjørk Herup Olsen, sum rann rutuna  eisini í 2005 við tíðini 55m 28s. Harumframt verður luta­ kast um fleiri vinningar mill­um luttakararnar, ið meld­aðu seg til og goldu áðr­enn 25. august 2006 kl. 20.00, og sum eru komnir á mál. Kostnaðurin fyri at lut­ taka er kr. 75,00 við online- tilmelding á www.mif.fo. Tað er eisini møgu­ ligt at melda seg til á staðnum, har renningin byrjar frá kl. 13.30 til kl. 14.45. Kostnaðurin er tá kr. 100,00. Allir luttakarar sum gjøgn­­umføra fáa eitt dipl­ om sendandi. Meira fæst at vita um renn­ingina á www.mif.fo. Frem misti stig Leygardagin spældi danska 1. deildarfelagið Frem á útivølli ímóti Braband, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tað var annars Frem, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men stutt eftir hálvleikssteðgin javnaði Braband. Eftir hetta steðgaði dysturin mest sum upp, og lítið hendi restina av tíðini. Frem hevði fleiri skaðar at dragast við undan dystinum, og Jónas Tór Næss, sum hevur verið fastur maður á liðnum, var ikki millum teir 11 á vøllinum hesaferð. Heldur ikki Atli Gregersen spældi við. Federer tapti Skotski tannáringurin Andy Murray gjørdist púrasta óvæntað maðurin, sum steðgaði sigursrøðini hjá heimsins besta tennis-spælara, Roger Federer. Undan dystinum í øðrum umfari av Cincinnati Masters hevði Federer vunnið seg fram til 17 finalur á rað. Men við 7-5 og 6-4 í settúrslitum fekk Murry fínasta tennis-skalpin í heiminum. Tapið hjá Federer bar eisini við sær, at hann ikki røkkur metinum hjá Ivan Lendl í hesum umfarinum. Kekkin, sum í drúgt áramál var eittari á styrkislistanum, var fyri 25 árum síðani í 18 ATP-finalum á rað. Renna niðan á Sornfelli Runnið verður í mótbrekku allan vegin niðan á Sorn­felli, men øll, sum hava tikið lut í kappingini, hava gjøgnumført strævna teinin B36 noktar at sleppa seinastu vónini um at endurvinna FM. Sunnudagin vunnu teir 2-1 á verandi oddaliðnum í eini ferðmiklari, spennandi og undir­ haldandi uppgerð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kanska vóru tað komandi meistararnir, sum tókust móti teimum fráfarandi. Stað­ festingin var í øllum førum, at B36 og EB/Streymur spældu kanska mest undirhaldandi Formula-uppgerðina, sum er spæld í ár. Trýstu á speedaran Serstakliga var tað B36, sum stóð fyri undirhaldinum fyrstu løtuna. Lemjandi 5-1 tapið móti KÍ skuldi vask­ ast av liðnum, og frá fyrsta bríksli varð spælið trýst oman á hálvuna hjá odda­ liðnum. Møguleikar spurdust eisini burturúr. Serstakliga hevði Sylla ein stóran av slagnum, tá álopsmakkarin hjá honum – Fróði Benjaminsen – spældi flatt inn um verjuna, men innarasíðan var óneyv og beindi bóltin við síðuna av málinum. Aðrar ferðir var eisini veru­ligur vandi á ferð, og alt tóktist bara bíða eftir málinum frá vertunum. Gest­ ir­nir komu tó eisini spakuliga fyri seg. Áhaldandi trýstið frá B36 gav eisini kontra- møguleikar, og einar tvær ferðir mátti Jákup Mikkelsen prógva, at hann framvegis skal teljast millum allar bestu málverjarnar í landinum. Besta møguleikan av øllum átti Mikkjal Thomassen tó. Fróði Benjaminsen royndi at draga seg leysan í brots­ teiginum, tá hann varð tackl­ aður av navnanum – Clem­ entsen – í gestaverjuni. EB/­Streymar’nir vóru langt ífrá samdir, tá annars frálíki norski dómarin peik­ aði brotssparksblettin, og so skuldi Mikkjal royna seg. Vanliga sparkar hann hart, og tað gjørdi hann so sanni­liga eisini hesaferð. Bólturin brast í stólpan, og so kundu gestirnir spæla seg til sín besta møguleika fyrru hálvuna, men í tveimum før­um stórbjargaði Jákup Mikkelsen. Úrslit í seinasta sekundinum Hóast kraftigu ávaringarnar frá gestunum, so noktaði B36 at slaka tað allar minsta. Teir spældu áhaldandi við hampuligari høgari risiko, har trygg leikin var, at Herbert í Lon og Klæmint Matras megnaðu at kapprenna við Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen, og fyri tað nógva hekk ætlanin eisini saman. Samstundis gav hetta báð­um bakkunum hópin av møguleikum at koma niðan í álopsstøður. Ikki minst kom Santos í vinstra borði fram til nógv innlegg , og beint fyri steðgin kom úrslitið eis­ ini. Tíðin var farin um tey trý korterini, tá B36 enn einaferð spældi upp í vinstru. Innlegg ið kom sera neyvt móti handaru stong, og har kundi Hanus við høvdinum stýri innlegg inum í málið. Og so kundu gestirnir bara geva bóltin upp, áðrenn bríkslað varð til hálvleiks. Mistak mundi kostað Sæð í mun til fyrra hálvleik, var leikferðin ikki heilt so ógvuslig eftir steðgin. Tað vildi væl eisini verið eitt sindur av eini fysiskari ógjør­ ligheit, um leikferðin skuldi haldast. Møguleikarnir gjørdust tí kanska eisini nakað færri í tali, men intensiteturin í spælinum var tó alla tíðina til staðar. Gestirnir tóktust tó resta seinasta pettið í at vera nóg hvassir, men mest sum burtur úr ongum fingu teir skapt javnvág í. Lítil vandi tóktist annars vera á ferð, tá langur bóltur varð sendir oman móti B36- brots­teiginum. Herbert og Jákup kundu tó ikki semjast um, hvør skuldi hvat, og so smoygdi Arnbjørn Hansen sær ímillum, áðrenn hann úr spískum rullaði bóltin inn. Líknandi mistak var um reppið at kosta B36 enn eitt mál løtu seinni,m en ein annars sera ósjónligur Hans Pauli Samuelsen lyfti á tvørtræið, eftir at B36- B36-EB/S 2-1 (1-0): Oddaliðið slepp