mánadagur 21. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 159 - 21. august 2006 ]
Vildu vaska
okkum
Hanus Thorleifsson var
ikki í iva um, hvør størsta
orsøkin til góða B36-
avrikið sunnudagin var.
– Vit vóru sera upp
settir. Vit vildu allir sum
ein vaska hatta avrikið
móti KÍ av okkum, og tað
haldi eg, at vit megnaðu.
Nú hevur verið nógv
tosað um, hvørji lið eru
inni ella úti í endaspurt
inum. Er B36 enn við í
gulldystinum?
– Tað vilja vit í øllum
førum vera, men tað verð
ur sera trupult. Bæði tí
tað eru fimm stig upp, og
tí skráin hjá EB/Streymi
sær at kalla yvirkomulig
út. Tað einasta, sum vit
kunnu gera, er at vinna
okkara. Og so annars
bara vóna tað besta, helt
Hanus.
Vóru hart
trýstir
Við bara einum stigi í
teimum báðum seinastu
dystunum, er kanska onk
ur, sum fær tað fatan, at
EB/Streymur er um at fáa
tiltiknu gummibeinini, nú
avgerandi fasan í lands
kappigninin stendur fyri
framman. Ein pástandur,
sum liðskiparin hjá odda
liðnum tó als ikki er
samdur í.
– Tað haldi eg als ikki.
Vit hava verið fýra ferðir
í Gundadali í ár, og hetta
er so fyrsta ferðin, at vit
fara av vøllinum uttan
stig. Sjálvandi vildu vit
fegnir havt stig her, men
tað er eingin vanlukka at
tapa ein slíkan dyst.
–– Vit vóru eisini
sera hart kroystir fyri
steðgin, og vit høvdu ilt
við at fáa okkara ketur
at hanga saman , so tað
var kanska uppiborið, at
B36 fór við sigrinum,
helt Egil á Bø.
Men munurin niður
eftir vaks tó ikki. Tit mugu
væl viðganga, at tað
framvegis sær ljóst út?
– Sjálvandi hóskaði
tað okkum væl, at NSÍ
tapti. Men tað ber ikki
til, um vit alla tíðina
missa stig. Nú skulu vit
helst hava fult móti bæði
ÍF og NSÍ á heimavølli.
Tað er í sjálvum sær
ríkiliga stór uppgáva, og
tí taka vit bara ein dyst í
senn, helt Egil.
So vann Henrik Larsen
Í fjórðu royndini eydnaðist tað Køge at vinna dyst í donsku
1. deild. Byrjanin í nýggja kappingarárinum hevur verið stak
vánalig, tí Køge tapti fyrstu tríggjar dystirnar. Venjarin hjá
Køge, Henrik Larsen, var tó bjartskygdur undan dystinum í
gjár, tí leikliga hevur gingið væl hjá Køge. Og nú eydnaðist
tað eisini liðnum av Sælandi at vinna ein dyst. Ølstykke var
á vitjan, og Køge vann dystin 2-1. Køge legði seg á odda í
fyrra hálvleiki, men Ølstykke javnaði í seinna. 20 minuttir
fyri tíð skoraði Mads Kjøller Westh sigursmálið hjá Køge.
AaB heldur fast í toppinum
Danska superligafelagið AaB vann í gjár 2-1 ímóti Randers
FC. Hvørgin av føroysku spælarunum hjá AaB spældu við í
dystinum, sum varð avgjørdur stutt fyri leiklok. Støðan var
1-1, tá ið brasilski álopsspælarin Caca skoraði sigursmálið
átta minuttir fyri leiklok. Sambært heimasíðuni hjá AaB
var dysturin uppiborin, men tað skuldi eitt sindur av hepni
til seint í dystinum fyri at fáa sigursmálið. AaB liggur nú
ovast í superliguni, og tað merkist eisini á áskoðaratalinum
til heimadystirnar. 9.496 áskoðarar vóru til dystin á Aalborg
Stadion, og tað er tað mesta í hesum kappingarárinum.
verjan hevði snorksovið við
innkast.
Dysturin bylgjaði báðar
vegir, men skuldi ein vinnari
finnast, so var tað helst í
lagi, at hesin var B36. Málið
fingu teir, tá Niels Joensen
høgdi eitt flat skot úr 18
metrum, eftir at Sylla nærum
hevði driblað eitt B36-álop
burtur. Útsýnið hjá René
Tórgarð í gestamálinum
var helst nakað darvað, og
so smoygdi bólturin sær inn
um stólparótina.
Munurin varðveittur
EB/Streymur spendi álops
bogan høgt seinastu løtuna.
Egil á Bø varð fluttur fram
í gjøgnu, meðan bert tríggir
mans vórðu hildnir heima í
verjuni. Tað gav eisini nakað
av trýsti, uttan at teir stóru
møguleikarnir tó vórðu
skaptir, og í hinum endanum
kundi B36 væl fingið meira
burtur úr onkrum av sínum
kontra-atsóknum.
Støðan helt sær tó til
dystarlok, og so mátti EB/
Streymur fyri fyrsti ferð
síðani 11. juni fara stigaleyst
av vøllinum. Ta ferðina var
tað NSÍ, sum steðgaði odda
liðnum, men tað mundi
tó koma væl við hjá EB/
Streymi, at sama NSÍ hesa
ferð dróg svart á heimavølli.
Tað úrslitið bar við sær, at
munurin niðureftir framvegis
varð varveittur, og við einum
sigri mikukvøldi kann EB/
Streymur veruliga staðfesta
oddastøðuna. Og so vóna teir
í felagsliðnum uttan iva, at
B36 kann sveiggja seg upp
til eitt avrik av sama slag, tá
júst NSÍ vitjar í Gundadali
mikukvøldið.
B36 fekk í sín lut prógvað,
at liðið hóast alt er betri,
enn avrikið móti KÍ fyri
viku síðani vísti. Hinvegin,
so er munurin upp til odd
in enn fimm stig, so enn
man tað vera ivasamt,
hvørt meistararnir skulu
roknast upp í oddastríðið.
Møguleikan hava teir, men
tað fer helst at krevja okkurt
um 20 stig í seinastu átta
dystunum, um teir á nakran
hátt skulu halda fast í teirri
vónini.
pur ikki avstað
Eb/Streymur
B36
B36 reisti seg eftir stóra tapið
ómóti KÍ og setti oddaliðið
EB/Streym uppá pláss
Mynd: Sofus Johannesen