mánadagur 21. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 159 - 21. august 2006 ]
Eingin Andrew á vøllinum
Andrew av Fløtum var ikki við, tá ið Fremad Amager um
vikuskiftið spældi dyst ímóti HIK. Dysturin endaði við
javnleiki 1-1. Fremad Amager kom á odda eftir 20 minuttir
við brotssparki, men HIK javnaði longu fim mminuttir
seinni. Tá ið ein hálvur tími var spældur, fekk Fremad
Amager ein spælara útvístan. Mustafa Bozkurt hevði bara
verið á vøllinum í tveir minuttir, tá ið hann fekk reytt kort.
HIK fekk brotsspark í seinna hálvleiki, men teir misnýttu
gylta tilboðið.
Henke meldaður
til løgregluna
Størsta stjørnan í svenskum fótbólti í nýggjari tíð er komin
í eina sera keðiliga støðu. Álopsspælarin, sum nú spælir
fyri Helsingborg heima í Svøríki, smekkaði til ein spælara
hjá Elfsborg undir einum dysti leygardagin, og tað fær nú
fylgjur. Áskoðarar til dystin hava nevniliga meldað Henke
fyri at hava sligið Elfsborg-spælaran, sum mátti fara av
vøllinum eftir hendingina. Dómarin sá ikki tilburðin, men
svenska TV4 hevur upptøkur av slagnum hjá Henke. Løg
reglan í Helsingborg váttar, at onkur hevur meldað eina
harðskapshending í einum fótbóltsdysti leygardagin.
Trygvi Mortensen:
Nógvu
steðgirnir
gjørdu tað
trupult hjá
okkum
Trygvi Mortensen, venj
ari hjá NSÍ, iðraði seg
eftir dystin um, at tað
ikki eydnaðist hansara
monnum at leggja seg
ájavnt í stigum við
EB/Streym eftir dystin
sunnudagin.
– Vit spæla ein keði
ligan fyrra hálvleik har
teir fáa eitt bíligt mál,
men koma so út í seinna
hálvleik og pressa. Eg
haldi tó ikki, at vit
sleppa veruliga í gongd
í seinna hálvleiki, tí
hvørja ferð vit veruliga
eru komnir upp í gir, so
verður spælið steðga av
dómarinum. Tað eri eg
rættiliga argur um, tí
eftir mínum tykki varð
tað floyta alt ov nógv,
segði Trygvi Morten
sen.
– Eg haldi annars, at
talan var um ein rættiliga
javnan dyst. HB-liðið
var so ikki verri enn
vit, og munurin var
tann, at teir stóðu betur
á vøllinum, segði Trygvi
Mortensen um dystin.
– Vit missa so annað
plássið í dag, men
hava ein dyst til góðar
mikudagin, tá vit spæla
í móti B36. Tá kunnu vit
yvirtaka annaðplássið
aftur. Men tapa vit tann
dystin og EB/Streymur
vinnur móti ÍF, so
verður tað trupult hjá
okkum, segði Trygvi
Mortensen eftir dystin
sunnudagin.
-rwd
Heimaliðið hevði
bóltin meiri, men
gestirnir kendu sína
vitjunartíð. Tað var
gjøgnumgangandi
munurin í dystinum
millum tey bæði liðini
á næst- og triðfremsta
plássinum, sum nú
hava býtt um pláss á
stigatalvuni
NSÍ-HB
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Undan dystinum spældi NSÍ
fyri møguleikanum, um at
leggja seg ájavnt í stigum við
EB/Streym, meðan HB við
trimum stigum kundi yvir
hála NSÍ á øðrum plássi.
Bæði liðini máttu vera
hvør sín týdningarmiklan
leikara fyri uttan. Jens Martin
Knudsen hjá NSÍ og Jákup
á Borg hjá HB vóru báðir
uttan fyri við leikbanni.
Dysturin var rættiliga lív
ligur og undirhaldandi, og
hóast tað ikki altíð var tað
allar fagrasta fótbóltsspæli,
so hevði dysturin kortini neyð
ugu ferðina og dramatikkin,
sum skal til fyri at skapa ein
góðan dyst.
Tvær ferðir
beinleiðis fríspark
Tað vóru gestirnir úr Havnini,
sum løgdu seg á odda tíðliga
í dystinum í Runavík. Tór-
Ingar Akselsen og Rógvi
Jacobsen vóru teir mest
eyðsýndu HB-leikararnir í
Runavík sunnudagin, og vóru
teir eisini menninir aftan fyri
fyrsta málið í dystinum.
Tór-Ingar gerst leysur
niðri í vinstra borði, og
hann leggur eitt lágt innlegg
inn í brotsteigin, har Rógvi
Jacobsen lættliga setir inn
aru síðu á og leggur lið sítt
á odda.
Tað var tó ikki longi at
HB slapp at liggja oman á,
tí á leið eitt korter er spælt
fær NSÍ fríspark úr 20 metra
fjarstøðu.
Høgri bakkurin Brynj
olvur Nielsen tekur sær at
frísparkinum, og hann krúll
ar bóltin upp í nærmara
málhorn, og so var brádliga
javnleikur. Eitt flott mál frá
Brynjolvi Nielsen!
Aftan á hetta fekk NSÍ
meiri spæl, men teir høvdu
sera trupult við at sleppa í
gjøgnum stinnu HB-verjuna,
har Vagnur M. Mortensen
gekk á odda, og saman við
Rasmusi Nolsøe helt hann
Christian Høgna Jacobsen og
Thomas Gormsen í ógvuliga
stuttum tjóðri.
NSÍ hevði leikliga yvir
vág til ein lítil hálvur
tími var spældur. Kortini
høvdu teir ikki megnað at
spælt seg til teir uppløgdu
málmøguleikarnar. HB hevði
hinvegin havt ein rættiliga
stóran kjans, tá Vagnur
Mortensen ikki rakti góða
frísparksinnleggið ordiligt
frá Tór-Ingar Akselsen.
Men so var tað, at HB fekk
fríspark nakrar metrar uttan
fyri brotsteigin. Til slíkar
uppgávur eigur HB ein góð
an mann, um ikki tann besta
í landinum. Rasmus Nolsøe
lyfti bóltin beint upp um
múrin og bólturin smeig
sær inn í málið dygst niðri
við nærmaru stong. Eitt ser
stakliga flott frísparksmál
frá Rasmus Nolsøe!
Tvey reyð kort
Seinni hálvleikur gjørdist
ikki eins undirhaldandi sum
fyrri.
HB byrjaði annars bragd
liga við tveimum atsóknum
at málinum, men hvørki Tór-
Ingar Akselsen ella Rókur av
Fløtum Jespersen vóru nóg
neyvir.
Tað var Óli Hansen heldur
ikki, tá hann royndi seg við
skotið úti frá nakrar minuttir
inn í seinna hálvleik.
So var tað, at spælið dovn
aði nakað. HB legði seg nakað
aftur á vøllin, og leikferðin var
ikki eins høg nú sum hon var
í fyrra hálvleiki.
Men einar tjúgu minuttir
inn í seinna hálvleik kom
aftur dramatikkur í dystin.
Jústines Hansen hevði bert
verið á vøllinum í nakrar heilt
fáar minuttir, tá hann fyri aðru
ferð fær gula kort og so verður
vístur av vøllinum.
Fyrra gula kortið fekk
hann fyri eitt fríspark
hann gjørdi á miðum vølli.
Seinna gula kortið var eitt
sindur trupult at skilja.
Tað var í eftirspælinum
av einum frísparki, at Páll
Augustinussen gav Jústines
Hansen seinna gula kortið.
Onkur vildi vera við, at
tað var fyri at brúka munn,
og onkur annar helt upp á,
at tað fyri at sparka bóltin
burtur, at Jústines Hansen
fekk gula kort nummar tvey
og mátti av vøllinum.
Sambært NSÍ-venjaranum,
Trygva Mortensen, segði Páll
Augustinussen við teir aftan
á dystin, at Jústines Hansen
hevði sparkað bóltin eftir sær,
og tí varð hann útvístur.
Soleiðis slapp NSÍ at leika
seinastu løtuna við tíggju
monnum, og tað skuldi
seinni vísa seg, at HB eisini
fingu ein mann útvístan.
Hesaferð var ongin ivi um
útvísingina. Christian Høgni
Jacobsen fór spelandi avstað
móti Vagnur Mortensen, og
var um at sleppa framvið.
Vagnur gjørdi seg breiðan
og krøkti seg fastan í
landsliðsáleyparan, og so
var onki at gera enn at geva
honum seinna gula kortið.
Vertirnir royndu
at trýsta
Seinastu løtuna royndu
vertirnir at trýsta alt teir
vóru mentir. Sonni L.
Petersen varð skiftur inn og
onkursvegna gjørdist álopið
nakað meiri vandamikið av
hesum.
Serliga í samband við eitt
hornaspark vóru NSÍ-arinir
ótrúliga nær við fleiri ferðir,
og eisini Sonni L. Petersen
sjálvur løtu seinni, men onki
mál kom aftrat til NSÍ.
HB fekk hinvegin eitt aftrat
tveir minuttir fyri leiklok.
Emil N. Leifsson varð
skiftur inn stutt framman
undan í tí, sum minti mest
um eina taktiska útskifting.
Hann fekk tó ein ógvuliga
avgerandi leiklut.
NSÍ satsaði og tveitti fólk
ið niðan á vøllin, og hetta
gav pláss í hinum endanum,
tá ein avlevering úr høgra
borði slapp at sigla allan
vegin tvørtur um brotsteigin
til Emil sum taklar bóltin í
netið til 3-1.
Soleiðis gekk tað fyri seg
í dystinum, har HB og NSÍ
skiftu um pláss á stigatalvuni.
NSÍ hevði bóltin meiri enn
HB, men HB visti betur hvar
málið stóð, og tískil fóru øll
trý stigini við bussinum aftur
til Havnar.
HB og NSÍ skiftu um pláss
HB kendi sína vitjanartíð og fór úr Runavík við øllum trimum stigunum, hóast heimaliðið hevði
bóltin meira og eisini hevði sínar kjansir at skora
Mynd: Álvur Haraldsen
Sí annars www.portal.fo
har málini, útvísingarnar
og hæddarpunktini frá
dystinum eru at síggja
NSÍ
HB