Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 159 - 21. august 2006 ] Coventry fekk ikki mál Claus Bech Jørgensen var ikki á liðnum hjá Coventry, sum leygardagin spældi í næstbestu ensku deildini. Coventry spældi á heimavølli ímóti Leicester, og dysturin endaði málleysur, hóast bæði liðini høvdu møguleikar at gera mál. Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá Coventry higartil í ár, tí eftir fýra dystir hevur liðið fýra stig og liggur sum nummar 20 av 24 liðum í deildini, sum gongur undir navninum Championship. Laudrup fyri atfinningum Alt var ikki tann beri idyllur í Brøndby, tá ið Michael Laudrup var venjari hjá. Blaðið 24timer hevur í dag samrøður við fleiri stuðulsspælarar hjá Brøndby, sum lata illa at venjarastílinum hjá fyrrverandi venjaranum Michael Laudrup. Sambært spælarunum hildu Laudrup og hjálparvenjarin John Jensen seg fyri seg sjálvar á skrivstovuna allatíðina, uttan tá ið venjing var á vøllinum. Sambandið millum spælarar og venjarar var vánaligt, og sambært blaðnum vóru spælararnir fegnir um, at Laudrup gavst sum venjari í felagnum KÍ-VB/Sumba 0-1 (0-0): Ballini kosta nógv KÍ VB/Sumba Klaksvíkingar snávaðu aftur á heimavølli sunnudagin. VB/Sumba skoraði einasta málið í dystinum og fekk øll trý stigini við úr Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen Aftur hesa ferð kiksaði tað hjá annars nærlagdu klaksvíkingunum, tá ið býurin var í veitsluhýri og stóð á hinum endanum KÍ-VB/Sumba Jákup Mørk Klaksvíkingar eru fittir og blíðir. Tað kunnu øll tey skriva undir uppá, sum í summar hava vitjað har norðuri til stóru dagarnar. Her verður hugsað um Norð­oyastevnuna, Summar­ festivalin og so nú í viku­ skiftinum, tá ið teir hildu Sjómannadag ella Sjó­ mannadagar. Tíverri fyri fótbóltshugaðu klaksvíkingarnar og norð­ oyingarnar, so fevnir blíð­ skapurin hesar dagarnar eisini yvir fótbóltin. Fel­øg­ ini, sum hava vitjað í Klaks­ vík hesar dagarnar hava øll fingið fulla úrtøku. Á Norðoyastevnu vann B36 1-0 í Klaksvík. Á Summ­ arfestivalinum fór EB/ Streymur avstað við øllum stigunum, eftir at teir høvdu vunnið 4-1, og í gjár var tørnið komið til VB/Sumba, sum eftir væl eydnaðu Sjó­ mannadagarnar takkaði fyri og vann 1-0! Einki var at siga til úrslitið. Klaksvíkingar søgdu seg undan vikuskiftinum vera tilvitaðar um, at talan fór at vera um sera torføra uppgávu. Tí søgdu teir seg ikki undirmeta botnliðið úr Suðuroy, men áskoðararnir kundu staðfesta, at tað var stórur munur á hugburðinum og avrikinum hesa ferð og á tí, sum KÍ vísti næstsíðsta vikuskifti í Gundadali móti B36. Boðar frá góðum Samansetta liðið úr Suðuroy var ógvuliga tilvitað um sín leiklut. Tað ráddi fyrst og fremst um at syrgja fyri, at einki mál fór ígjøgnum, og tað eydnaðist at halda tætt. Klaksvíkingar høvdu onkr­ ar møguleikar, og tað kundi havt tørnað heilt øðrvísi út, um t. d. miðvallarin Símun Joensen beinanvegin hevði rokkið fram til innleggið, sum hann var akkurát ov aftar­laga til við høvdinum at stýra í kassan. Talan var ikki um stóru fótbóltsupplivingina. VB/ Sumba hevði ongan áhuga í at ferðin var stór, og heima­liðið megnaði ikki at seta ferðina upp og at spæla breitt og djúpt og við nógvum yvirlappum. Tað var annars hetta, sum teir høvdu ætlað. VB/Sumba, sum avgjørt ikki bara pakkaði seg saman frammanfyri egnan brotsteig, hevði við væl upplagda Evr­ ard Ble sum stýrimanni í 1. hálvleiki lítla leikliga yvirvág. Besti møguleikin hjá teimum var, tá ið Birgir Jørgensen vann nærdyst eftir langa framlegging. Hann spældi álopsfelaga sín, Jón K. Poulsen, leysan, hesin setti kós í brotsteigin, men í evstu løtu varð hann so mikið kroystur av Marek, at teinki spurdist burturúr. Síðsta korterið undan steðg­ inum var KÍ klárt omaná. Tá var ferðin ikki so galin, teir spældu beinleiðis, og tá høvdu teir møguleikarnar, sum áttu at havt borið eitt ella tvey mál við sær. Besta møguleikan fekk Hjalgrím Elttør, sum dróg í brotsteigin og royndi móti málinum, men stinni Marcin David bjargaði sera væl. Birgir avgjørdi Mótið var ikki so galið mill­ um heimafólkið í steðginum. Fjáltur var kortini á fleiri, sum søgdu seg minnast á ferðir, tá ið VB hevur snýtt klaksvíkingar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Lítið korter var farið, tá ið nýggi landsliðsmálverjin ikki var so heppin. Meinhardt Joensen tóktist hava tak á eftir langt innlegg, men ólukku­tíð fyri hann og heima­ fólkið, so misti hann bóltin. Gamli málrevurin, Birgir Jørgensen, takkaði fyri, setti bóltin í tóma málið, og so stóð illa til hjá KÍ. VB/Sumba fokuseraði nú fult og heilt upp á verjupartin. KÍ noyddist at sleppa alt meiri í verjuni, og tað bar við sær, at vandin alla tíðina lúrdi fyri, at VB/Sumba skuldi fara í snarálop. KÍ megnaði ikki at taga verjuna hjá gestunum sund­ ur. Frustratiónin bar við sær, at ov ofta varð sent høgt og langt í brotsteigin, og tað var matur fyri VB/ Sumba verjuna, sum við Dmitri Jankovic á odda stóð ógvuliga stinn. Fyritreytirnar hjá KÍ versnaðu, tá ið Harley Bertholdsen átjan minuttir undan leikloki varð rikin av vølli, tí hann ivaleyst hevði sagt sína hjartans meining við dómaran. Men hóast teir vóru tíggju móti ellivu, so royndu klaksvíkingarnir at trýsta. Næst við at fáa mál vóru teir, tá ið Christian Lundberg fekk fótin á innlegg og stýrdi bóltin á stólpan. Loystu upp­gávuna til UG Suðuroyingarnir vóru sjálvandi ógvuliga fegnir eftir fína sigurin í Klaksvík. Úrtøkan ber við sær, at tað nú skal meiri enn eitt umfar til fyri at fáa VB/Sumba nið­ur um keðiligu strikuna. - Vit vistu, at tað plagar at ganga illa hjá KÍ, tá ið teir hava stór tiltøk har norðuri. Tað koyrdu vit uppá, og tað vísti seg aftur at verða soleiðis hesa ferð, staðfesti ann­ar av venjarunum, Bjarni Johansen. Hin VB/Sumba venj­arin, Finn Johannsen, er klaksvíkingur og KÍ viðhaldsmaður um ein háls. – Tað var undarligt at ynskja tað besta fyri mótstøðuliðið hjá KÍ, men soleiðis er tað nú eina ferð. Eg kann ikki annað enn rósa okkara monnum fyri at hava loyst uppgávuna til fuln­ar, tí tað er altíð torført hjá teimum, sum spæla í Klaksvík, og eftir sig­urin á B36 hevði KÍ alla orsøk at spíla seg út, segði Finn Johannesen. Reyð oyru í Klaksvík Eftir væl eydnaðu sjó­mannadagarnar var fótbóltslagið ikki gott í Klaksvík. Hjá KÍ sat liðformaðurin Heðin á Lakjuni uttanfyri alla tíðina. Hann hevði verið sjúkur í vikuni, og Kristoffur Jacobsen var á miðvøllinum í vinstru. Atli Danielsen var liðformaður hesa ferð. Eftir steðgin var hann ein tann eyðsýndasti á lítið sannførandi KÍ liðnum. – Hetta var ikki nóg gott. VB/Sumba spældi ikki sum nakað botnlið. Heldur vóru tað vit, sum ikki vístu, at vit hoyra til í toppinum. Nú hava vit mist seks stig á heimavølli móti B68 og VB/Sumba. Um vit høvdu havt fingið fulla úrtøku burturúr hesum báðum heimadystunum, so høvdu vit nú havt eins nógv stig sum EB/Streymur, staðfestir Atli Danielsen. - Vit fingu ongatíð ferð og flog yvir spælið. Tað ætlaðu vit okkum. Eg haldi ikki, at vit undirmettu VB/ Sumba, men vit kunnu ikki siga annað, enn at avrikið hjá okkum hesa ferð var langt frá tí, sum tað var móti B36. Vit kunnu ikki gera annað enn at royna at reisa okkum. Møguleikarnir eru verri nú, enn teir hava verið, men tað er ikki vónleyst at blanda seg millum liðini, sum fáa medaljur og skulu spæla í Europa Cup, sigur landsliðsspælarin hjá KÍ.