Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 159 - 21. august 2006 ] Keðiligur endi Hanus Eliasen stríddist mangan einsamallur í álop­inum hjá ÍF sunnu­ dagin, og tað var ikki nøkur løtt upp gáva. Hann kláraði tó at gera eitt mál við skoti úti frá, og hetta mál mundi tryggjað ÍF øll stigini. – Dysturin fekk ein sera keðiligan enda, tí vit hildu als ikki, at tal­ an var um brotsspark. Ein onnur støða fyrr í dyst­­inum líktist meira ein­­um brotssparki, men hatta hevði einki við brots­­spark at gera, sigur Hanus Eliasen. – Frammanundan høvdu vit verið nøgdir við javnleik, men nú eft­ir dystin eru vit sera skuff­aðir, tí vit vóru so nær við at vinna, og so skuldi tað enda soleiðis, sigur hann. Tað var trupult Pauli G. Hansen, lið­for­ maður hjá Skála, gjørdi útjavnandi málið, og hó­ast ætlanin var at vinna dystin, so fegnaðist hann um, at Skála hóast alt fekk eitt stig burtur úr dystinum. - Verjan hjá ÍF stóð sera væl, og tað var trupult hjá okkum at spæla okkum til kjansir. Vit høvdu alt spælið, men vit fingu ikki rættiliga ferð á spælið. Vit høvdu tó nóg nógvar kjansir til at vinna dystin, men vit misnýttu tilboðini, sigur Pauli G. Hansen. – Teir fáa eitt keðiligt mál, og sum dysturin nú einaferð lagaði seg, so mugu vit bara verða nøgdir við, at vit fingu javnleik, sigur hann. Todi í hálvfinaluni Start spældi um vikuskiftið fjórðingsfinalu í steypakapp ingini ímóti Lillestrøm. Todi Jónsson kom á vøllin, tá 20 minuttir vóru eftir at spæla. Støðan var tá 2-1 til Start, eftir at David Nielsen í tveimum umførum hevði lagt teir á odda. Tað tóktist, sum skuldi hetta gerast endaliga úrslitið, men í 93. minutti eydnaðist Lillestrøm at javna, og so gjørdist talan um longda leiktíð. Ikki sørt av einum vónbroti fyri Start, sum allan seinna hálvleik hevði spælt við 11 móti 10, eftir at Lillestrøm málverjin fekk reytt kort beint undan steðginum. Brotssparkið, sum førdi til hetta varð tó misnýtt, og tí var bert eina málið á muni. Her gekk alt eisini fram til seinasta minuttin, men tá setti Alex Valencia punktum við forloysandi 3-2 málinum. Stuttgart vann við 9 monnum Týska felagið Stuttgart skuldi veruliga stríðast fyri sigrinum í dystinum ímóti Bielefeld. Tá ið Bochum javnaði til 1-1 við brotssparki, var verjuspælarin Ricardo Osorio so illur, at hann tók í dómaran, og so fekk hann reytt kort. Hóast ein mann færri á vøllinum legði Stuttgart seg fram um 2- 1, men Bielefeld javnaði til 2-2. So fekk Antonio da Silva reyða kort, og hóast Stuttgart spældi seinastu 10 minuttirnar við 9 monnum, eydnaðist tað teimum at gera sigursmálið til 3-2. Eitt brotsspark í evstu løtu bjargaði Skála eitt stig í heima­dystinum ímóti ÍF. Skála hevði meginpartin av spæl­ inum í dystinum, men teir máttu stríðast fyri at fáa stig, eftir at málmaðurin hjá teimum fór skeivur av einum langskoti Skála-ÍF Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dysturin millum Skála og ÍF spældi ikki soleiðis av, sum tey flestu høvdu roknað við frammanundan. Skála hevur fingið nógv góð úrslit seinastu umførini og hevur mest sum fulla manning aftur, og heimaliðið var fav­ or­ittur at vinna dystin. ÍF kom til Skála at verja stigið, sum teir høvdu, tá ið dysturin byrjaði, og tí løgdu teir seg langt aftur á vøllin, og tað var líka við, at hendan ætlan tryggjaði teimum sigurin. Skála sat á meginpartinum av spælinum allatíðina. ÍF legði stóran dent á verju­ partin, og teir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin alla­ tíðina. Símun Eliasen og Bartal Eliasen syrgdu fyri at halda verjuna saman, og tað eydnaðist heilt væl. Tá ið ÍF so fekk onkrar deyð­bóltsstøðu frammi á vøllin, so satsaðu gestirnir við nógvum fólki. Skála royndi í sínum lagi at bróta ígjøgnum væl mann­ aðu og væl skipaðu verjuna, men tað eydnaðist sjáldan. Tá ið onkur tilboð so vóru, so vórðu tey misnýtt. Bólturin endaði í málinum Eitt korter inn í seinna hálv­ leiki skoraði ÍF. Tað var langt frá í tráð við leikgongdina, og málið skuldi helst ikki verið komið. Hanus Eliasen, sum hevði tað einsligt í álopinum hjá ÍF, smekkaði til úti frá. Mál­maðurin hjá Skála sá møguliga í so seint, at bólt­urin hevði kós ímóti mál­inum, men tá hann so skuldi tveita seg eftir bóltin, metti hann skeivt, og so fór bólturin onkursvegna framvið honum og í málið. Hetta gjørdi bara støðuna hjá Skála truplari, tí nú kundi ÍF veruliga halda seg í verjustøðu allatíðina og lata tíðina arbeiða fyri seg. Og tað gjørdu fuglfirðingar. Skála hevði nakrar vanda­ miklar støður í brotsteignum, men tað eydnaðist teimum ongantíð at beina bóltin í málið. Ivasamt brotsspark Í seinastu løtu bar tó til, og tað var eftir, at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki. Fugl­firðingar hildu als ikki, at talan var um nakað brots­ spark, og teir kendu seg snýttar. Liðformaðurin hjá Skála tók ábyrgdina á sínar herð­ ar, og hann sendi bóltin í meskarnar frá brotssparks­ blettinum. Harvið bjargaði Skála sær eitt stig burtur úr dystinum. ÍF hevði frammanundan vilja selt dystin fyri ein javn­leik, men eftir dystin vóru fugl­firðingar sera vónbrotnir, tí tað var um repp ið, at teir fingu øll stigini við sær av Skála. Úrslitið hevði við sær, at Skála halda stand ímóti ÍF, sum togaði seg upp á javnt við B68, ið skal spæla í Gøtu í kvøld. Longu mikukvøldið skal ÍF aftur í eldin, tá ið teir spæla avblásta dystin á Eiði umaftur. ÍF Skála ÍF ætlaði sær at fáa minst eitt stig við sær heimaftur av Skála, og hóast hetta eydnaðist, so vóru fuglfirðingar vónbrotnir eftir dystin, tí teir mistu leiðsluna í evstu løtu Skála-ÍF 1-1 (0-0): Fuglfirðingar kendu seg snýttar