Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 159 - 21. august 2006 ] Lyngby liggur á odda Eftir fýra umfør í donsku 1. deild, liggur felagið hjá Christian Lamhauge Holst á odda í deildini. Lyngby hevur vunnið tríggjar dystir og spælt ein javna, og tað hevur við sær oddastøðuna í deildini. Í gjár spældi Lyngby ímóti Kolding FC á útivølli, og Lyngby vann dystin 3-2. Lyngby legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men tvær ferðir javnaði Kolding. Tá ið Jesper Kristensen seks minuttir fyri tíð skoraði til 3-2, kláraði Kolding ikki at svara aftur. Christian Holst spældi allar 90 minuttirnar í álopinum hjá Lyngby Hooligans gjørdu seg inn á Lagerback Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerback, fekk í nátt vitjan av illum monnum. Menninir lupu á húsini hjá Lagerback, tveittu steinar móti húsunum og brutu blómukassar. Okkurt vindeyga reyk eisini. Harafturat hongdu teir eitt skelti upp við orðunum “Gevst, Lars”. Svenska løgreglan kannar nú hendingina, men enn er eisini handtikin fyri herverkið. Svenski landsliðsvenjarin hevur verið undir trýsti eftir HM og eftir at Svøríki í farnu viku tapti 3-0 ímóti Týsklandi í venjingardysti. Í hesum døgum verður ein sterk kapping í Onglandi telvd til minnis um bretan Howard Staunton (1810- 74). Ivan Sokolov hevur higartil skarað framúr Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Fimm bretar, seks hollendarar og ein kanadiumaður manna 4th Staunton Memorial. Seks umfør eru telvd og fremstur er Ivan Sokolov (2652) við heili 5,5 stigum. Howard Staunton var í hæddini í 1840´unum. Hann varð tá mettur at vera millum heimsins bestu telvarum. Staunton hevði tó stóran tokka til onnur viðurskifti kring talv, og tí kunnu vit bert gita hvussu langt hann hevði rokkið, legði hann alla orkuna í at telva burturav. Hann varð kendur fyri at skipa fyri fleiri sterkum kappingum í Onglandi. Eisini stovnaði og rak hann ymisk talvtíðarrit, umframt at hann hevði talvteigar í stórum enskum dagbløðum. 4th Staunton Memorial er tann sterkasta stór­meist­ ara­kapping í London síðan 1986. Toppurin Framanundan metti favoritturin Michael Adams (2732) úr Onglandi er ikki eins væl siglandi sum Sokolov. Men bretin andar tó Sokolov í nakkan við sínum 4,5 stigum. Veteranurin Jan Timman (2594) og Jan Werle (2531) báðir úr Hollandi hava somuleiðis 4,5 stig. Allir hesir fýra telvararar eru ósigraðir. Avriksstyrkin (Per­for­ mance rating) hjá Sololov er heili 2920. Stjørnurnar frá 1990 Fyrrverandi bretski stór­ telvarin Jonathan Speelman (2541) hevur einans 2 stig. Ungi evnaríki IM David Howell (2479) er aftastur við hálvum stigi. David Howell, Helgi D. Ziska (2333), Magnus Carlsen (2675) og Sergey Karjakin (2679) eru føddir í 1990. Fimm umfør resta í. Sokolov hevur enn ikki telvað ímóti Timman og Werle. Topp 10 í Føroyum 1 John Arni Nilssen IM 2 John Rødgaard IM 3 Helgi D. Ziska 4 Heini Olsen 5 Martin Poulsen 6 Carl Eli N. Samuelsen 7 Rógvi W. Rasmussen 8 Hans Kristian Simonsen 9 Flóvin þór Næs 10 Jóan Hendrik Andreasen Sokolov skarar framúr Visser, Y (2516) - Sokolov, I (2652) 4th Staunton Memorial (6), 19.08.2006 1.e4 e5 2.Bc4 Rif6 3.Ric3 Bc5 4.d3 c6 5.Rif3 d6 6.0–0 Ribd7 7.a3 Bb6 8.Ba2 h6 9.Rie2 Rif8 10.Rig3 Rig6 11.d4 exd4 12.Rixd4 0–0 13.Ridf5 (Tykist sum hvítur hevur álopsmøguleikar, men skjótt verður vent í holuni) 13...Bxf5 14.exf5 Rie5 15.Bf4 Re8 16.Fd2 d5! 17.Rae1 Ried7 18.c4 Ric5 19.cxd5 cxd5 20.Rd1 Rice4 21.Fd3 Rc8 22.Ff3?? (Avgerandi feilurin. Sokolov finnur sjálvsagt vinnandi leikin, sum bindur niður hvítu støðuna) Støðumynd eftir 22.Ff3 22...Rixf2! 23.Rxf2 Rc2 24.Rih1 Ree2 25.Bg3 Rie4 26.Rdf1 Rxb2 (Ja, hví ikki eta nakrar finnur á vegnum móti sigrinum...) 27.Bb1 Rixf2 28.Bxf2 Bxf2+ 29.Rixf2 Rxf2 0–1 Snartíðindi Talvsamband Føroya fer í heyst at taka táttin viðvíkjandi skipaðum Grand-prix kappingum upp aftur. Seinast í 80´un­um og fyrst í 90´un­um vóru hesar kvik­kappingar sera væl dámdar og somuleiðis mannsterkar. FM fyri einstaklingar 2007 verður eins og í ár í Klaksvík Ein serlig steypa­kapp­ing verður møguliga fastur táttur aftan á FM fyri einstaklingar Viswanathan Anand vann í vikuskiftinum ein kviktalvsdyst móti Teimour Radjabov. Úrslitið varð 5-3. Talvið hesa vikuna