mánadagur 21. august 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 159 - 21. august 2006
Ein 20 ára gamal
maður varð
skorin í lærið í
Klubbagarðinum
í sunnunáttina.
Sárið varð seks
sentimetrar langt.
Gerningsmaðurin
er ikki funnin, og
løgreglan vil fegin
frætta frá fólki, sum
vita um tilburðin
LØGREGLUTÍÐINDI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hendingin fór fram umleið
klokkan trý í sunnunáttina,
og drongurin varnaðist
ikki, at hann bløddi, fyrr
enn hann var komin inn á
vesið á Eclipse, og tí er ilt
at siga, hvør hevur hildið
á knívinum. Men um fólk
hava sæð hendingina,
verða tey biðin um at boða
løgregluni frá, verður sagt av
Politistøðini í Havn.
Annars hevur vikuskiftið
verið eitt sindur rokaligt.
Uttan fyri VB-húsið í
Vági varð eisini talan um
harðskap av álvarsligum
slagi, har annað enn nevar
vórðu brúktir.
Somuleiðis er ein tikin fyri
at koyra ávirkaður í Suðuroy
um vikuskiftið.
Fríggjadagin koyrdi ein
bilur út av vegnum við
Streymnes. Førarin koyrdi
við kenning.
Sama kvøld varð ein fugl
firðingur tikin, fyri at hava
siglt ávirkaður til Klaksvíkar.
Hann verður skuldsettur fyri
brot á sjólógina.
Stjól konjakk
Leygarkvøldið varð eitt
sindur av herverki framt í
Klaksvík.
Í Sundalagnum varð ein
bilur funnin, har blóð var í,
og ljósini lýstu. Politiið fann
eigaran av bilinum heima við
hús, og viðkomandi verður
skuldsettur fyri rúsdrekka
koyring. Persónurin slapp
tó frá at fara á sjúkrahús.
Ein kenningur hjá løg
regluni varð í gjár tikin í
Havn. Hann varð farin inn á
Hotel Hafnia, har hann hevði
stolið eina konjakkfløsku.
Viðkomandi er áður farin
inn í hús at stjala mat, og
politiið fann hann í Bøgøtu,
har hann ætlaði at fara inn
í hús.
20 ára gamal skorin í lærið
Grovt herverk er
framt á bilin hjá
Jóannesi Eidesgaard,
løgmanni, sum ikki
ivast í, at motivið er
politiskt
HERVERK
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Vit hava búð her í 10 ár,
men innan fyri tað seinasta
árið eru trý herverk gjørd á
bilarnar hjá okkum, sigur
Jóannes Eidesgaard, sum
harmast um støðuna.
Hann greiðir frá, at hann
ongantíð hevur upplivað
slíkt áður, men síðani hann
tók við sum løgmaður, hevur
bæði bilurin hjá konuni,
tann gamli bilurin hjá
honum sjálvum, og hansara
spildurnýggi bilur verið úti
fyri herverki.
- Eg hevði tann fyrra bilin
í 11 ár, men ivaðist í, um eg
skuldi keypa ein nýggjan,
sigur Jóannes Eidesgaard,
av tí at herverk sum nevnt
eisini varð gjørt á tann fyrra
bilin.
- Hetta er ikki hissini
herverk, staðfestir løgmaður.
Djúpar skøvur eru grivnar
inn í lakkið á fleiri síðum á
bilinum, og løgmaður ivast
ikki í, at hetta er tilvitað.
- Áttu heldur at
tosað við meg
- Hetta er harmiligt. Tað er
í lagi, at fólk hava hug at
kritisera, men hví leggja á
mínar ognir heldur enn at
koma at tosa við meg. Hetta
er ein primitivur máti, sigur
Jóannes Eidesgaard um hetta
triðja herverkið.
- Alt hevur sín prís! Men
man kann spyrja, hvat verður
tað næsta, ásannar løgmaður
Hann leggur afturat, at her
fyri stóð ein lýsing í einum
blaði, har allir bilarnir hjá
landsstýrismonnunum vórðu
vístir fram.
Jóannes
Eidesgaard
heldur, at hetta kann fatast,
sum Landsstýrið eigur
hesar bilar. Men í Føroyum
hava vit ikki skipanina við
ráðharrabilum, og tí er talan
um privatar ognir.
Grovt herverk á bilin hjá løgmanni
Hetta er triðju ferð, at onkur ger seg inn á bilar hjá løgmanshjúnunum. Jóannes Eidesgaard
harmast gongdina, og heldur motivið vera politiskt