mánadagur 21. august 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
3
tíðindi
Dúgvan, ella Sal Rei,
sum gamla ferjan
hjá klaksvíkingum
eitur nú, liggur í
løtuni í Tenerife
og er ávegis til
Grønhøvdaoyggjarnar,
har Dúgvan
ætlandi skal røkja
innanoyggjasigling.
Higartil hevur
alt gingið sum
ætlað umborð og
manningin er sera væl
nøgd við skipið
DÚGVAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
kom
gamla Dúgvan, ella Sal
Rei, sum skipið eitur
nú inn til Santa Cruz á
Tenerife. Ferjan er ávegis
til Grønhøvdaoyggjarnar,
har Dúgvan skal røkja
innanoyggjasigling fyri
flutningsfyritøkuna S. T.
M. Lines.
S. T. M. Lines keypti
Dúgvuna fyri 2,2 milliónir
krónur.
Pauli Klakkstein, virk
andi
inspektørur
hjá
Strandfaraskipum Landsins,
er í løtuni á Tenerife, og
hann hevur verið umborð
á Dúgvuni og prátað við
manningina um skipið.
- Teir lata avbera væl at
Dúgvuni. Her riggar alt sum
tað skal og tá ferðin annars
hevur gingið væl, kunnu teir
ikki annað enn vera sera
væl nøgdir við skipið, segði
Pauli Klakkstein úr Tenerife
í morgun.
Dúgvan hevur verið í
Rotterdam á vegnum til
Grønhøvdaoyggjarnar eftir
farmi, sum í høvuðsheitum
var lastbilar, bilar og
traktorar. Tað er nevniliga
soleiðis, at fleiri fólk av Grøn
høvdaoyggjunum búgva og
arbeiða í Rotterdam, og tí
var tað eitt upplagt høvi hjá
teimum har at fáa sent nakað
av frakt beinleiðis heim.
- Nú meðan Dúgvan
liggur í Tenerife skal nakað
av farmi umborð aftrat,
og so verður farið víðari í
kvøld ella tíðliga í morgin,
segði Pauli Klakkstein,
virkandi inspektørur hjá
Strandfaraskipum Landsins
úr Tenerife í morgun.
Dúgvan á Tenerife
Tað er munur á at liggja Tenerife og røkja innanoyggjasigling á Grønhøvdaoyggjum, og at sigla
um Leirvíksfjørð
Mynd Pauli Klakkstein