Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 36 síður

Tekstur á síðuni

8 Nr. 159 - 21. august 2006 tíðindi Útnorðurráðið hevur í hesum døgum ársfund og í ár er fundurin í Havn. Á ferðini í Føroyum vitja limirnir kring í Føroyum og sunnumorgunin stóð kirkjugongd í Hovi á skránni. Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, prædikaði. Eisini varð mint á undir guðstænastuni, at tað í ár eru 100 ár síðani, at føroyingar fóru til Grønlands at fiska Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Útnorðurráðið vitjaði um vikuskiftið í Suðuroynni og sunnumorgunin stóð kirkju­­­gongd í Hovi á skránni. Ólavur Rasmussen, prestur í Leirum í Hvalba, helt guðstænastuna í Hovs Kirkju. Hann tosaði út frá tekstinum, har sagt verður, at Guðs hús er gjørt til ránsmannabøli. Ólavur er tiltikin fyri fangandi prædikur, og hann kom í prædikuni inn á børn kring heimin, ið ikki hava tað gott. Í viðkomandi prædikuni nevndi Ólavur Rasmussen, nú limir útnorðurráðsins vóru til staðar, at hóast vit eru líka, so eru ymiskleikar. Hann segði seg hava smak­ kað hav­kall í Íslandi, sterkan ost í Danmark og rátt spik í Grønlandi. Ikki alt fall líka væl, men honum dámdi tað mesta – í smáum portiónum! Men vit føroyingar eru t.d. so fegnir, tá onkrum dámar skerpikjøt. Hóast ymsik, so eru vit líka og hóast líka, so hugsa vit ymiskt, tyktist vera boðskapur Ólavs, ið eisini kom inn á kærleika, eymleika og fyrigeving. Prestur ynskti limum Útnorður­ráðsins góðan felags­­­skap á ferð­­ini í Føroyum. - Vit syngja her í dag sálmar á fleiri tungumálum, fyri at minnast felagsskapin okkara millum, minti prestur á. 100 ára søga Henrik Old, føroyski for­ maður Útnorðurráðsins, minti undir guðstænastuni á, at tað í ár eru 100 ár síðani føroyingar fyrstu ferð fóru til Grønlands at fiska. Í 1906 fóru Karin úr Havn og Havgásin úr Vági til fiskiskap í Grønlandi. - Manningin á Havgásini hevur sitið í hesi kirkjuni, minti Henrik Old á, innan kirkjufólkið sang ein sálm á grønlendskum. Eftir guðstænastuna fór Útnorðurráðið við fylgi til Vágs á Hotel Bakkan til ein betri døgurðabita. Útnorðurráðið í kirkju í Hovi Týr ferð seinni í ár á konsertferð saman við kenda svenska deyðsmálmsbólkinum Amon Amarth kring Evropa Konsertferð Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nýggja Týr fløgan Ragna­ rok kemur í handlarnar 22. september, og limirnir í bólkinum siga seg vera sera vælnøgdar við upptøkurnar, ið teir meta vera teirra bestu higartil. Fløgan verður fyrsta fløga, ið bólkurin hevur spælt inn fyri útgávufelagið Napalm Records, ið fyrr í ár skrivaði sáttmála við bólkin um heimsumfatandi útgávur av fýra útgávum. Í løtuni er Týr á konsertferð saman við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom, konsertferðin fram til 30. august í Týsklandi, Eystur­ ríki, Sveis og Slovenia. Men nú er greitt, at Týr aftur skal á konsertferð kring Evropa í november. Í sambandi við, at svenski deyðs­málms­ bólkinum Amon Amarth gevur sína sættu fløgu With Oden On Our Side út, um sama mundi sum Týr gevur sína fløgu út, er føroyski víkinga­málms­bólkurini boðin við á konsertferðina hjá Amon Amarth. Amon Amarth er ein tann stórsti bólkurin innan sína tónleikagrein og hevur nógvar fjepparar. Við sær hava bólkarnir eisini finska Wintersun. Allir bólkarnir spæla tungan tungmálm við rótum í tí siðbundna fólkatónleikinum. Konsertferðin byrjar í Frankfurt 2. november og ferðast kring Týskland, Italia, Kekkia, Ungarn, Sveis, Eysturríki, Póland, Frakland, Bretland, Belgia, Niðurlond, Svøríki og Noegi, áðrenn hon 2. desember endar í Stockholm. Talan verður um ein sera harðan mánað. bólkarnir spæla ikki færri enn 27 konsertir hesar 31 dagarnir. Føroysku popppunkarnir Paradox hava í vikuskiftinum spælt tvær konsertir í Hetlandi, konsertirnar vóru somikið væleydnaðar at bólkurin varð boðin aftur til Hetlands “Anytime”, sum ein fyrireikarin segði. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á fólkatónleikarøkinum hevur tónlistarligt samstarv verið millum Føroyar og Hetland í 30 ár, men nú er samstarv eisini komið í lag á rokkøkinum. Hetta vikuskiftið hevur Paradox spælt tvær konsertir í Het­ landi. Fyrra konsertin var í lítlu bygdini Brae har norðuri í Hetlandi. Á hesi konsert spældi Paradox saman við hetlendska tungmálms bólkinum Betuman River. Henda konsert gekk sum so væl, men talið á áskoðarum var so sum so. Betri gekk kvøldið eftir, tá Paradox spældi í Scalloway Hall í Scalloway. Hetta kvøldið spældi Para­ dox saman við hetlendsku bólkunum Lost Agenda og 10 Ton Dozer, og sambært Kristiani Blak, ið var á konsertini, var konsertin sera væleydnað. Hópin av tannáringum vóru savnaðir í Scalloway Hall, og Paradox var tann bólkurin, ið fekk flest fólk upp á dansigólvið. Ungu føroysku popppunkararnir eru 16 og 17 ára gamlir og fullu væl í smakkin hjá ungu hetlendsku konufólkunum. Somikið væl gekk, at aftan á konsertina segði hetlendski fyriskiparin við Paradox, at bólkurin var vælkomin aftur, “Anytime”. Konsertirnar eru komnar í lag gjøgnum fólkatónleikin. Paradox­sangarin Heini Corfitz er limur í Spæli­mon­ nunum, og hevur í hesum sambandi vitja í Hetlandi við spælimans­tónleiki, og nú vildi hann fegin aftur til Hetlands við rokktónleiki. Bæði á ferðini við Spæli­­mon­ nunum og í ungu spælimon­ nuum er hann komin í samband við hetlendskar fólkatónleikarar, ið eru virknir á rokkpallinum, eisini so tí var lagamanni at skipa fyri konsertferðini. Kristian Blak hittir í dag avstraliumannin David Cock, ið skipar fyri konsertum í Hetlandi, saman royna teir at fáa eina ætlan í lag, har føroyskir rokkbólkar sleppa til Hetlands at spæla, og hetlendskir bólkar sleppa til Føroyar at spæla. Í hesum sambandi hevur Kristian sett seg í samband við G!Booking og Margarinfabrikkina. Kristian sigur, at hesin David Cock er áhugaverdur á fleiri økjum, tí helvtina av árinum skipar hann fyri tiltøkum í Hetlandi og helvtina av árinum fyri tiltøkum í Avstralia. Tá hann um eina tíð fer til Avstralia verður tað við fullur kufferti av føroyskum tónleiki. Paradox kemur heimaftur til Føroyar við Norrønu mikudagin. Heini Corfitz og hinir í Paradox spældu punkrokk í Hetlandi hetta vikuskiftið. mynd: Niels Uni Dam Paradox spældi konsertir í Hetlandi Týr á konsertferð við svenskum málmsrisa