Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 161 - 23. august 2006 Ein bilur koyrdi nakrar kilometrar við eldi í motorinum í gjár. Bilurin koyrdi í Vágatunnilinum, og hann steðgaði ikki fyrr enn við Leynatunnilin, tí at førarin varnaðist ikki eldin. Kvinnan í bilinum hevði trupult við at loysa seg úr trygdarbeltinum, tí at hon var skelkað. Orsøkin til eldsbrunnan er enn óviss ELDSBRUNI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár um klokkan trý kom eldur í ein koyrandi bil í Vágatunnilinum. Í bilinum var ein ungur maður og mamma hansara. Tey høvdu verið og ferðast í Grikka­ landi, og bilurin hevði staðið í fjúrtan dagar á flogvøllinum. Tey vóru bæði á veg heim, tá ið eldur kom í. Bilførarin legði ikki merki til eldin beinanvegin, og hann koyrdi víðari. Mótkoyrandi bilar varnaðust eldin, og teir royndu at blinka til unga mannin, og gera hann varugan við vandan. Nær­um komin úr tunnilinum Streymoyarmegin, varnaðist ungi maðurin eldin, og hann steðgaði á strekkinum mill­um Vágatunnilin og leynatunnilin. Mamman skelkað Bilførarin var sera fattur, og hann fekk steðgað bilinum. Mamman var rættiliga skelk­ að, og hon hevði trupulleikar við at loysa trygdarbeltið, tí at hon var so sinnisrørd. Tey komu tó bæði úr bilinum, og tey fingu eisini tikið alt viðførið úr bilinum. Tey høvdu eina spann í bilinum, og sonurin royndi at sløkkja eldin við spann­ ini. Brunnaliðið var á staðn­um stutt eftir, og teir fingu sløkt eldin við einum pulvursløkkjara. Bilurin er ikki vorðin heil­ skaddur. Enn er óvist, hvør orsøkin til eldsbrunnan er, men bilurin hevur fyrr havt trupulleikar við el-skipanini, og tí kann hugsast, at eitt skammlop hevur elvt til eldin. Løgreglan í Miðvági greið­ ir Sosialinum frá til­burðinum, og teir hava nú eftir hendingina aftur vent spurningin um trygd­ar­beltið. – Tað vísir seg, at tað er trupult hjá skelkaðum fólki at loysa seg úr trygdarbeltinum. Fólk rykkja ov nógv í beltið, um tey skulu skunda sær úr bilinum. Hetta sæst eisini aftur, tá ið fólk koyra á sjógv. Tá hava tey ofta trupult við at loysa seg, tí at tey rykkja ov nógv í, og beltið læsist. – Tað er týdningarmikið, at tú letur slakk vera í belt­ inum, tá ið tú loysir tað. So er eingin trupulleiki, sig­ur vakthavandi á løg­ reglustøðini. Eldur í koyrandi bili