mikudagur 23. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
3
tíðindi
Seinni í heyst fara
føroysku bólkarnir
Sic og Side Effect á
konsertferð í størri
rokk-klubbum USA
saman við íslendsku
bólkunum Stillbirth
og Nevolution
Konsertferð
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Northern Invasion Tour er
heitið á eini føroyskari og
íslendskari konsertferð í
USA, ið fer av bakkastokki
27. oktober. Føroysku bólk
arnir Sic og Side Effect og
íslendsku bólkarnir Nevo
lution og G! aktuellu Stillbirth,
fara at spæla 20 konsertir frá
Dallas í Texas til Los Angeles
í Kalifornia. Konsertirnar
vera í størri rokk-klubbum.
Ætlanin er umframt at spæla
konsertir, at vitja útvarpsstøðir
og bløð kring Amerika. Longu
nú hava fyriskipararnir verið
í amerikanskum útvarpi og
greitt frá um konsertferðina.
Bæði Sic og Side Effect
hava arbeitt við at koma
út um landoddarnar við
sínum tónleiki, og henda
konsertferð tykist sum eitt
fet tann rætta vegin.
Sic fer fyrst í september
í upptøkuhøli at spæla inn
fyrstu fløgu sína. So bólkurin
skuldi verið í góðari venjing,
nú hann fer til USA at royna
seg. Ætlanin er at fløgan
kemur út í desember, men
bólkurin fær eitt fyribils ljóð
bland av nøkrum av løgunum
við sær til USA, at nýta sum
promotión tilfar.
Side Effect hevur í summar
spælt á fleiri festivalum
og á ólavsøkukonsertini,
hetta eftir at bólkurin gav
sína fyrstu fløgu út í juni.
Løgini hjá Side Effect hava
fingið góða móttøku her
heima, men eisini í Týsk
landi, har framleiðarar og
plátuvendarar hava tikið
føroyska ídnaðarteknotón
leikin til sín.
Av íslendsku bólkunum á
ferðini er Nevoution ivaleyst
tann mest spennandi. Bólk
urin spælir hetta slagið av
symfoniskt kendum deyðs
málmi, ið vit kenna frá
bólkum sum Stillbirth og
føroysku Synarchy, bólkurin
sigst at vera ein tann besti
innan hesa tónleikagrein og
hevur vunnið sær nógvar
fjepparar. Bólkurin gav fyrr í
ár fyrstu fløguna út, og hevur
síðan tá spælt nógv í íslandi.
Veruliga gjøgnumbrotið hjá
bólkinum í Íslandi kom, tá
ensku tungmálmsrisarnir Iron
Maiden bóðu bólkin hita upp
fyri seg á konsert síni í Íslandi.
Hetta gjørdi, at bólkurin frá
at vera ein ókendur bólkur av
Akureyri gjørdist kendur av
øllum tungmálmsáhugaðum
íslendingum.
Tað var Stillbirth, ið við
mældu Sic til Eric úr bólk
inum Down In Flames, ið
samskipar konsertferðina.
Ætlanin var upprunaliga, at
talan skuldi vera um fyrst og
fremst íslendskar bólkar, men
so kom Sic við á skránna, og
teir viðmældu Side Effect.
Eric helt Side Effect vera sera
áhugaverdar, og teir komu tí
eisini á skránna. Av tí at fleiri
av limunum í Side Effect
nema sær miðnámsútbúgving
fær bólkurin tó einans luttikið
á 14 av teimum 20 konsertun
um.
Les meira um konsert
ferðina á myspace.com/
thenortherninvasiontour
Sic og Side Effect
gera innrás í USA