mikudagur 23. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 161 - 23. august 2006
Útnorðurráðið hevur
seinastu dagarnar
verið savnað í
Føroyum, har ráðið
hevur viðgjørt mál,
ið viðkoma Føroyum,
Íslandi og Grønlandi.
Eitt beinleiðis úrslit
av fundunum hjá
Útnorðurráðnum
seinastu dagarnar eru
fimm tilráðingar, ið
ráðið hevur orðað, og
sum ráðið heldur, at
vit eiga at virka fyri.
ÚTNORÐURRÁÐIÐ
Ròlant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
1. tilráðing frá
Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til,
at stjórnirnar í Íslandi,
Føroyum, og Grønlandi
fara at viðgera møguleik
arnar fyri at gera eina
avtalu, um at víðka fríhand
ilsavtaluna sum Føroyar
og Grønland hava gjørt
(Hoyvíkssáttmálin) soleið
is, at henda avtalan eisini
umfatar Grønland.
- Hetta er serliga eitt
íslendskt ynski, men semja
er um, at Grønland eigur at
vera partur av eini slíkari
avtalu. Spurningurin er so,
hvussu hetta verður gjørt.
Vit kunnu ikki bara kopiera
Hoyvíkssáttmálan, men ein
fríhandilsavtala landanna
millum eigur at vera gjørd.
- Sum er, er millum lítið
og onki virksemi og handil
millum Føroyar og Grøn
land, so tað kann bara ganga
ein veg, og tað er at meiri
handil verður enn nú, men
higartil hava grønlendingar
ikki verið serliga áhugaðir í
eini slíkari avtalu.
2. tilráðing frá
Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at
stjórnirnar í Íslandi, Før
oyum og Grønlandi avtala
sínamillum, at londini seta
á stovn konsulátir í lond
unum hjá hvørjum øðrum.
Heitt verður á londini um,
at menna felags skrivstovu
hentleikar í varðveitanini
av konsulátunum.
- Verður til dømis eitt
føroyskt-grønlendskt kon
tór sett á stovn í Reykjavík,
fer tað at lætta um hjá
øllum pørtum. Tað verður
lættari at samskifta, vinn
an fær lættari við at fáa
kontaktir, og eisini verður
lættari hjá fólkinum í mun
til ríkisrættarligu viðurskift
ini.
- Fáa vit eitt konsulát
saman við Grønlandi í
Reykjavík, verða vit eisini
at vera nógv meiri sjónlig.
3. tilráðing frá
Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at
stjórnirnar í Íslandi, Før
oyum, og Grønlandi økja
og styrkja um samstarvið
og kunningina í stríðnum
móti royking. Heitt verður
á londini um, at skipa fyri
workshop ella eini ráð
stevnu fyri heilsustarvsfólk
ið í útnorði hesum viðvíkj
andi.
- Hetta er nú ikki tað
nemmasta at fara í gongd
við, men tað er ógvuliga
týdningarmikið. Íslendingar
hava gjørt eitt stórt arbeiði,
um at arbeiða meiri bevíst
á heilsuøkinum og tað ætla
vit nú eisini at gera.
- Í einum fiskivinnusam
felag sum okkara verður
roykt meiri enn aðrastaðni,
og tí er tað týdningarmik
ið, at vit fara málrættað til
verka. Serliga eru tað tey
ungu, ið vit eiga at fara eftir
soleiðis at tey ikki byrja, tí
tað vísir seg ikki at vera so
lætt at leggja av, tá tú fyrst
ert byrjaður.
4. tilráðing frá
Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at
Føroya Landsstýri, Lands
stýrið í Grønland og stjórn
in í Íslandi, um at virka fyri
eini felags ferðafólkaætlan
fyri Útnorður sum øki. Ráð
ið mælir til, at henda ætlan
in millum annað inniber
tiltøk, sum skulu styrkja fel
agsmarknaðarførsluna av
Útnorði sum ferðamanna
mál. Útnorðurráðið heitir
somuleiðis á landsins stjórn
ir, um at virka fyri eini
ætlan við øktum samstarvi
fyri ferðafólkaútbúgving í
Útnorði.
- Sum er síggjast vit
ikki nóg væl sum einstøk
lond, og tí eru ikki nóg
nógv ferðafólk í londum
okkara. Til dømis er tað
ikki rætt, at Grønland, sum
er nógva ferðir størri enn
Føroyar, ikki hevur fleiri
skrásett ferðafólk enn Før
oyar. Men fara vit út og
marknaðarføra okkum sum
eitt felagsferðamannaøki,
við Føroyum sum einum
møguleika, Íslandi einum
øðrum og Grønlandi sum
einum triðja, so áttu vit
at verði sjónskari enn vit
eru nú, og fleiri ferðafólk
høvdu komið henda vegin.
- Hetta er eisini serliga
upplagt í mun til flúgving
ina, sum er til Grønlands
nú.
- Í mun til ferðafólkaæt
lanini er tað eisini okkara
ynski, at vit samstarva
meira um útbúgving av
fólki til ferðavinnuna.
5. tilráðing frá
Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið heitir á
stjórnirnar í Íslandi, Før
oyum, og Grønlandi um at
fáa undirvísing í søgu, sam
felagsviðurskiftum, mentan
og máli hjá grannalondum
í Útnorði, og gera tað til
fastan part av undirvísing
arætlanunum í fólkaskúl
anum á ymsum og hóskandi
floksstigum. Heitt verður á
londini um at gera felags
undirvísingartilfar á øllum
trimum málunum, fyri at
tæna hesum endamáli.
- Her er týdningarmikið
at fáa staðfest, at vit ikki
ætla at brúka grønlendskar
ella íslendskar lesibøkur,
og at tað kemur aftrat sum
lærugrein í skúlanum. Tað,
sum vit halda er, at vanliga
vitanin millum tey ungu
um grannalondini ikki er
nóg góð, og at vit eiga
at vera meiri kunnaði um
viðurskiftini í Grønlandi og
Íslandi.
- Ein máti at fingið hetta
inn í skúlarnar var, um vit
høvdu Grønland ella Ísland
sum evni í eini evnisviku í
skúlunum, har søga, ment
an og mál vóru viðgjørd,
og vit vórðu kunnaði á tann
hátt. Ætlanin er avgjørt ikki
at grønlendskt og íslendskt
skal koma aftrat hinum
lærugreinum í skúlanum.
- Vit hava jú ávís fel
agsáhugamál við grannar
okkara, til dømis veiða og
nú kanska eisini ferðavinna.
Og tá vit samstarva um hesi
øki, so er tað nú ikki av
vegnum, um vit vita eitt
sindur um tey londini, vit
samstarva við.
Ætla ikki at brúka grønlendskar lesibøkur