Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 161 - 23. august 2006 tíðindi Fjølmiðlar Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Í blaðnum í gjár við­gjørdi Sosialurin út­búgv­ing­ar­ støðið millum før­oysk­ar journalistar. Spurn­ing­ur­in varð tikin upp or­sak­að av, at danska Und­ir­vís­ingarmál­a­ ráðið saman við Danmarks Journalisthøjskole í mars í ár broytt i reglurnar og strik­ aði tey bæði árligu plássini, sum føroyskir umsøkjarar fyrr hava havt rætt til. Avleiðingin av herdu upp­ tøkukrøvunum kann vera, at útbúgvingarstøðið versn­ar. T. d. kom eingin av teimum tólv føroysku um­søkj­ arunum inn á Journ­ a­listháskúlan undir nýggju reglunum í ár. Í blaðnum í gjár spurdu vit mentamálaráðharran Jógv­an á Lakjuni og journ­a­listarnar Una Arge og Øssur Winthereig um tørvin á føroyskari journa­ list­út­búgving. Jógvan á Lakjuni lovaði at taka mál­ ið upp, meðan Uni Arge og Øssur Winthereig mæltu til at stovnseta føroyska journ­ a­listútbúgving. Í dagsins blaði spyrja vit blaðstjórarnar Inga Samuelsen og Jan Muller, formann Bla­ð­mann­a­fel­ags­ ins Heina Gaard og fyrr­ ver­andi SvF-stjóran Árna Gregersen sama spurn­ing. Blaðstjórarnir harmast báð­ir um avgerðina hjá donsku myndugleikunum. Heini Gaard sigur, at Blaðmannafelagið hev­ ur tikið málið upp við Danmarks Journ­alist­høj­ skole og Dansk Journ­alist­ forbund. Og Árni Gregersen ávarar í­móti hálvum loysnum og mælir til føroyska journ­a­list­út­búgv­ ing treytað av, at politiski myndugleikin játt ar nóg mikið av peningi. Tað er framvegis ikk i eydnast at fáa við­merk­ing - Ein føroysk jour­ n­alistútbúgving er al­neyðug, men virði á eini slíkari útbúgving stend­ur og fellur við vilj­anum hjá politiska mynd­ ug­leikanum at játta nóg nógvan pening. Hálvar loysnir duga ikki, sigur fyrrverandi SvF-stjórin, Árni Gregersen Fjølmiðlar Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Ein føroysk journalistút­ búgv­ing skuldi verið sett á stovn í Føroyum ongantíð ov skjótt . Men ein slík út­búgving hevur einki virði, um fortreytirnar ikk i eru í lagi. Tað metir fyrr­verandi SvF-stjórin og nú­verandi sjónvarpsstjórin á Bornholm, Árni Greg­er­ sen. - Eg taki fult undir við eini føroyskari journ­al­ist­út­búgv­ ing. Men um hett a verður gjørt, utt an at politiski mynd­ug­leikin játt ar nóg nógv­an pening, og utt an at av­varðandi myndugleikar ver­u­liga satsa, hevur ein slík útbúgving lítið virði, sigur Árni Gregersen. Við øðrum orðum ávarar hann ímóti hálvum loysnum og hálvhjartaðum stigum, og tí stendur og fellur málið við viljanum hjá lóggevandi valdinum. Innlit í føroyska samfelagið Árni metir, at ein føroysk journ­alistútbúgving hevði ver­ið ein stórur vinningur hjá føroyska samfelagnum. - Um vit høvdu okk ara egnu útbúgving, høvdu før­oysk journalistlesandi t. d. verið sett inn í okk ara egna lógarverk, sum er heilt øðrvísi enn donsk løgfrøði. Tað er ein trupulleiki, at allir útbúnu journalistar okk ara útbúgva seg í londum, sum eru øðrvísi enn okk ara. Tá hesi so koma heim at arbeiða í Føroyum, vita tey ov lítið um tað samfelag, tey skulu viðgera og lýsa hvønn dag, sigur Árni Gregersen. Umframt, at føroyskir journ­alist­ar fingu størri inn­lit í sítt egna samfelag við eini føroyskari journ­ alist­útbúgving, metir Árni eis­ini, at hett a hevði skapt ein sterkari málførleika mill­ um journalistar, sum sam­ bært fyrrverandi sjón­varps­ stjóranum er ein á­troðk­andi trupulleiki í dagsins tíð­inda­ flutingi. Altjóða útbúgving Men hóast ein føroysk jour­n­ alist­útbúgving fyrst og fremst skal taka støði í føroyska sam­fel­agnum, metir Árni tað vera alneyðugt at skapa ein altjóða profil. - Umframt fak í altjóða við­ur­skiftum kundi Setrið fing­ið útlendskar kapasitetar til Føroya at undirvíst, so út­búgvingin hevði eina al­tjóða dimensión, metir Árni. Hann heldur ikk i, at nýggju reglurnar á Danmarks Journ­a­listhøjskole, sum av­mark­að møguleikan hjá før­oysk­um umsøkjarum at sleppa inn, er nøkur van­lukk a. Bæði Syddansk Un­i­versitet í Odense og Rosk­ilde Universitetscenter hava útbúgvingar í journ­ a­li­stikk i, og Árni sigur, at bestu royndir hansara á sjón­ varpsstøðini á Bornholm eru við journalistum, sum eru klakt­ir á RUC. Og so ber eis­ini til at lesa aðrastaðni enn í Danmark, sum fleiri og fleiri eisini gera. - Men grundgevingin um etniska javnstøðu er burt­ur­ við. Ein føroyingur í Danmark kann als ikk i samanberast við ein pakistana, tí vit eru danskir statsborgarar, sum kort­ini búgva í okk ara egna samfelagi, slær Árni fast. Tvær milliónir ov lítið Í útvarpsinnslagi í seinastu viku mett i rekt arin á Fróð­ skap­ar­setrinum, Jóan Pauli Joensen, at ein journ­al­ist­út­ búgving kundi koma at kosta um tvær milliónir árliga. Men Árni ristir við høvdinum at hesi upphædd. - Ein dygdargóð journ­ alist­út­búgving kostar meiri enn tvær milliónir um árið. Umframt løn til und­ ir­vís­arar krevst nýmótans tøknifrøðilig útgerð, serliga um næmingar skulu fáa roynd-ir við loftmiðlum, og við hesum í huga ljóða tvær milliónir ov lítið í mínum oyrum, sigur Árni Gregersen at enda. Formaðurin í B­l­a­ð­mann­afel­ag­ num, Heini Gaard, visti ikki um, at føroyingar høvdu mist síni pláss á ­Jo­u­rn­­­alist­há­ skúlanum, fyrr enn hann hoyrdi tað í Útvarpinum. Fel­ agið hevur nú tikið málið upp, men vónirnar um at fáa kvotuna aftur, eru ikki góðar FJØLMIÐLAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Eg varð bilsin av, at pláss­ini vórðu strikað, utt­an at vit fingu tað til hoyringar. Tað sigur Heini Gaard, for­maður í Føroya Blað­ mann­afelag, nú tað herfyri frætt­ist, at føroyingar ikk i longur høvdu rætt til tvey pláss á Danmarks Journalisthøjskole í Å­r­ hus. Heini Gaard sigur, at tað ikk i var fyrr enn Høgni Djurhuus bar hesi tíðindi í Útvarpinum, at hann visti av hesum. Formaðurin heldur tað ikk i vera nøkt andi, at føroyingar hava mist hesi bæði plássini utt an fáa nakað afturfyri, sum hann málber seg. Tí hevur Blað­manna­ fe­l­ag­ið nú vent sær til Journ­alis­thá­skul­an og Danmarks Journ­alist­ for­bund. Hvat felagið ná­grein­iliga hevur sam­ skift við hesar partarnar um, vil Heini Gaard ikk i koma so nógv inn á, av tí tingast verður í løtuni um málið. Men hann sigur so mikið, at samband er millum partarnar, og stjórin á Danmarks Journ­ a­­l­isthøjskole hevur lov­að at viðgjørt eitt bræv við vælvild, har Blað­manna­ felagið greiðir frá sínum sjónarmiðum. Heini Gaard sigur seg tó ikk i vænta, at stórvegis kjansur er at varðveita ta kvotuna vit hava havt. - Kvota er ikk i eitt pent orð, men tey hava forstáilsi fyri, at fø­r­oy­ ing­ar ikk i hava somu for­t­reytir sum danir at loysa uppgávurnar til upp­tøkuroyndina, sigur Heini Gaard. Føroysk útbúgving besta loysnin Tí kundi ein møguleiki verið, at teir føroyingar, sum ikk i koma inn bein­ leiðis við at vera millum teir bestu umsøkjararnar, kanska kunnu fáa eitt slag av framíhjárætt i millum tey, ið sleppa til samrøðu, áðrenn støða verður tikin til, um tey skulu verða tikin inn á skúlan. - Ein kann ikk i krevja, at føroyskur ungdómur skal fylgja eins væl við í donskum viðurskiftum og danskur ungdómur, sigur Heini Gaard. Sjálvur hevur Heini Gaard tó ta meining – og tað er ikk i almenna støða Blaðmannafelagsins, sig­ ur hann – at tað allarbesta hevði verið at havt eina føroyska útbúgving, av tí at trupulleikin er akutt ur, sum hann tekur til. Bara umleið helvtin av før­ oysk­um tíðindafólki er út­búgvin innan yrkið, og tí hevði lærugrein á Fróðskaparsetrinum ver­ ið besta loysnin. Eisini av tí, at tað er so torført at sleppa inn niðri, sigur Heini Gaard. Journalistútbúgv Herdu krøvini hjá føroyskum umsøkjarum á danska Journalistháskúlan skulu fakfelagsformaðurin Heini Gaard og fyrrverand Blaðmannafelagið tikið málið upp - Eg varð bilsin av, at plássini vórðu strikað, uttan at vit fingu tað til hoyringar, sigur Heini Gaard, formaður Blaðmannafelagsins Føroysk journalistútbúgving krevur pengar á borðið