Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 23. august 2006 7 tíðindi frá danska Und­ir­vís­ing­ar­ mál­a­ráðnum, sum tók end­ aligu avgerðina um at strika sersømdirnar hjá føroyskum um­s­økja­rum. - Hetta er eitt aft­ urstig, sigur Jan Müller, á­byrgd­ arblaðstjóri á Sosialinum, nú føroyingar ikki longur eiga tvey pláss á Jo­u­r­na­list­há­ skúla­num í Århus. Hinvegin heldur hann, at okkurt gott eisini kann spyrjast burtur úr støðuni FJØLMIÐLAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Tað er sera óheppið, at danir hava tikið hesa støðuna, sigur Jan Müll­er, ábyrgdarblað­ stjóri á Sosialinum, um avgerðina hjá danska un­­­dir­vís­ing­ar­mála­ ráð­ num at strika tey bæði pláss­ini hjá føroyingum á Journalistháskúlanum. Hann heldur ikki, at dan- ir kunnu koyra okkum “í ein pott” saman við øðrum minnilutum, og heldur, at danir hava eina skyldu at veita okkum pláss, av tí at eingin slík- ur skúli er í Føroyum, og tí at uppgávurnar til upptøkuroyndina snúgva seg um donsk viðurskifti. - Hetta er eitt afturstig. - Eingin veit so væl sum vit á Sosialinum, at tað er trupult at fáa útbúnar jourrnalistar, sigur Jan Müll­er, ið heldur, at møg­ u­ligar orsøkir til hetta kunnu vera, at lønin er hægri í t.d. Danmark, og at arbeiðsviðusrskiftini á bløðum í Danmark kunnu vera betri, við m.a. at tað ikki verður kravt eins nógv av hvørjum ein­ støkum blaðfólki. Hinvegin metir Jan Müll er, at Sosialurin hevur verið heppin, tá tað ræður um at fáa fólk, m.o. dugnaligar studentar úr Hoydølum, og eitt posi­tivt árin av hesum er, at fleiri av hesum hava fingið hug at útbúgva seg sum journalistar. - Vit hava sett fleiri við, sigur blaðstjórin. Jan Müll er heldur, at tað var ótruliga spell , at Jógvan á Lakjuni ikki visti av, at plássini vórðu strikað, tí so kundi lands­ stýrismaðurin reagerað. - Mær lysti at vit­að, um danska undir­vís­ing­ar­ skip­anin hevur boðað frá hesum, sigur blaðstjórin, sum heldur, at vit mugu fáa danir at skilja, at vit hava tørv á hesum, so leingi vit ikki hava okkara egnu útbúgving. Samstarv Jan Müll er legg ur tó stór­ an dent, at tað ber eis­ ini til at sígg ja tað jaliga í tí nýgg ju støðuni, før­ oyingar eru komin í. - Vit mugu ikki grenja, men heldur sígg ja, hvussu ting­ini kunnu gerast betri, sig­ur Jan Müll er, ið heldur at hetta kann geva okkum skumpið rætta vegin. Blaðstjórin metir, at tað hevði verið ein møguleiki gjørt eina kombinatión, har Fróðskaparsetrið og Danmarks Journa­ list­høj­skole gjørdu eitt samstarv, har eitt nú lærarar haðani komu til Føroya. M.a. kundi verið undirvíst í sam­fel­ags­ við­ ur­skiftum og tí málsliga partinum í Føroyum, og so kundu lærarar av journ­ a­listháskúlanum ind-ir­víst í tí journalistiska “hand­ verkinum”. Umframt at siga, at tað er týdningarmikið, at føroyingar eisini útbúgva seg uttanlands, so sigur Jan Müll er eisini, at tann málsliga part­urin ikki skal undirmet­ast, og tí er gott at fáa júst Fróð­skap­ar­ setr­ið uppí. Jan Müll er heldur, at tveir journalistar um árið ikki nøktaði tørvin hjá føroyingum, og tí skal nýgg ja støðan eisini sígg j­ ast sum ein møgueiki sum nakað gott, og sum kann seta okkur tí gongd. Hann metir, at tað helst hevði verið trupult at fingið politikarar at tikið undir við at byrjað ein nýgg jan stovn ell a okk- urt líknandi, tí tað hevði helst verið ov dýrt. Hin- vegin høvdu helst all ir flokk­ar kunnað tikið und­ir við einum leisti, har samstarvað varð við lær­u­stovnar uttanlands. Jan Müll er metir, at nú nýgg jar lógir eru komn­ ar fyri kringvarp og fjøl­ miðlaábyrgd, er neyðugt at skapa góðar karmar, og at hygg ja inn í kjarnuna, tí okkum tørvar útbúnar journalistar í Føroyum, stað­festir hann. Bløð, stovnar og loftmiðlar Jan Müll er sigur seg væl skilja, at nógv tíðindafólk fara til loftmiðlarnar heldur enn á bløðini, tí sum hann sigur, so er tað spennandi arbeiði at vera har. Hann staðfestir eisini, at fleiri privatir og almennir stovnar seta journalistar sum kunningarfólk. - Hetta noyðast vit at ásanna, og so er at vóna, at tey gera sítt arbeiði ordiligt, sum hann tekur til. - T. d. átti Landsstýrið fyri langari tíð síðani at sett tíðindafólk, men hinvegin ger tað tað verri hjá okkum at fáa útbúgvið fólk, sigur Jan Müll er um kapp­ingina frá slíkum stovn­um. - Vit mugu hava út­búgvið fólk, tí sum nú er, eru tað bløðini sum útbúgva journalistar til teir almennu miðlarnar, sigur Ingi Samuelsen, ið heldur, at tað er týdningarmikið at nema sær útbúging uttanlands FJØLMIÐLAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Ingi Samuelsen, á­byrgd­ ar­ blaðstjóri á Dimmalætting, heldur, at tað kann fáa keð­ i­ligar avleiðingar, um før­oy­ ing­ar ikki fáa útbúgvið fólk inn­an tíðindayrkið. - Vit mugu hava út­búgv­ ið fólk, tí sum nú er, eru tað bløðini sum útbúgva journalistar til teir al­mennu miðlarnar, sigur Ingi Samuelsen og legg ur afturat, at tað hava bløðini sum privat partafeløg ikki ráð til. Eftirútbúgving Blaðstjórin á Dimmu heldur, at best hevði verið, um før­ oy­ing­ar høvdu varðveitt bæði plássini á Danmarks Journ­a­listhøjskole í Århus, tí hann vil avgjørt viðmæla føryskum tíðindafólki, at út­búgva seg uttanlands, og minnir á, at tað finnast fleiri lærustovnar, ið bjóða útbúgvingar innan journ­a­ listikk. Ingi Samuelsen sigur, at ein føroysk útbúgving er næstbesta loysnin, og heldur, at ein útbúgving í Før­oyum kundi verið eitt slag av eftirútbúgving hjá t.d. akademikarum, ið kundi vart eitt hálvt ár og verið hildin á Fróð­skap­ar­ setrinum. Ingi Samuelsen metir, at helst eru føroyskir journ­a­ listar uttanlands, ið ikki eru komnir heimaftur. Samfelagsgagn Spurdur, hvat hann heldur um, at útbúnir journalistar eru farnir í størv í t.d. pen­inga­ tsovnum, er hann av­gjørdur: - Tað er keðiligt, tí tað hevði helst verið meira sam­fel­agsgagnligt, um teir brúktu sítt fak, sigur Ingi Samuelsen, og kall ar hetta eitt slag av spindoktarum. - Men hetta er aftir ein spurningur pengar, og har hava vit ongan kjans at vera við, sigur blaðstjórin. Spurdur, um hetta kann kall ast ein trupull eiki fyri fólkaræðið, sigur Ingi Sam­ uelsen, at um fleiri útbúnir journalistar høvdu verið, høvdu fjølmiðlarnir havt tað betri, og so so hevði demokratiið eisini havt tað betri. Hann sigur at tilg ongdin av útbúnum fólki er lítil, og heldur, at onkrar av orsøkunum kunnu vera, at størvini á bløðunum kundu verið meira spennandi, og at tað krevst meira av fólki har enn á teimum almennu miðlunum, har framleiðlan neyvan er so stór hjá hvørj­um einstøkum fólki, sum hon er hjá teimum á bløðunum. Á bløðunum skal til­farið altíð vera nýtt, og tú kanst ikki “endursenda” sum í loftmiðlunum, minnir Ingi Samuelsen á. ving í Føroyum? onkursvegna fáa avleiðingar, eru blaðstjórarnir Ingi Samuelsen og Jan Müller, di sjónvarpsstjórin Árni Gregersen samdir um. Tann samfelagsligi og málsligi parturin kunnu takast í Føroyum Eftirútbúgving á Setrinum