mikudagur 23. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 161 - 23. august 2006
tíðindi
Marknaðarrák
8. august valdi amerikanski
tjóðbankin, Fed, ikki at
hækka rentuna, tí tey
hildu, at prísvøksturin
ikki er ein hóttan longur.
Prísvakstrartølini, ið vóru
kunngjørd í farnu viku
hava staðfest, at Fed hig
artil hevur fingið rætt.
Kunngjørt er nevnliga, at
brúkaraprísirnir hækkaðu
minni í juli enn juni og at
framleiðsluprísirnir lækkaðu
í juli. Hetta vóru bjørt tøl,
ið hava fingið marknaðin
at halda, at Fed hevur framt
seinastu rentuhækkingina á
hesum sinni. At óvissan um
komandi rentupolitikkin í
USA er minkað, stimbraði
partabrøvini báðu megin
Atlantshavið í seinastu
viku.
Tað hjálpti eisini, at evr
opiski búskaparvøksturin
hækkaði 2,4% p.a. í 2.
ársfjórðingi.
Hetta
er
størsta hækkingin í einum
ársfjórðingi í 6 ár. Fleiri
evropiskar rentuhækkingar
eru væntandi, men av tí at
rentustigið í Evropa enn er
lágt, er hetta ikki tálmandi.
Lánsbrævarentur
lækkaðar
Farnu vikuna lækkaði
danska 10-ára rentan á leið
0,12%-stig, til 3,92%. Hóast
10-ára rentan er lækkað, so
sveiggjar hon framvegis
millum 3,9%-4,2%. Enn eru
eingi greið tekin um, at hon
av álvara fer at flyta seg.
Góð vika hjá
partabrøvum
Farna vika var góð hjá parta
brævaeigarum. T.d. í USA
endaðu allir dagarnir við
einari hækking; nakað ið
vit ikki hava sæð fyrr í ár.
Samlað hækkaði USA 2,7%
í farnu viku. Til sammetingar
hækkaðu Norðurlond 3,0%,
Evropa 1,9%, og Danmark
0,7%.
Hósdagin kunnger Vest
as roknskapin fyri hálv
árið. Kaupthing væntar
at roknskapurin verður
góður, og vit mæla til at
keypa Vestas partabrøv. Vit
vænta at Vestas uppmetur
søluna fyri alt árið, av tí at
gomlu metingarnar sýnast
heldur lágar eftir mongu
bíleggingarnar, ið Vestas
hevur fingið.
Hesa vikuna
Burtursæð frá Vestas, koma
fáir áhugaverdir roknskapir
hesa vikuna. Vikan verður
heldur ikki eins áhugaverd
sum seinasta vika, hvat
viðvíkur lyklatølum. Tí kann
roknast við einari friðarligari
viku á marknaðunum
Góð tøl úr USA og Evropa
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 34
Sjúkrahúsunum
í Føroyum tørvar
blóðgevar. Nóg mikið
av blóði er á goymslu
til vanligu nýtsluna,
men um ein stór
vanlukka hendir, kann
tað vera ógjørligt at fáa
nóg mikið av blóði
Heilsa
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Fyri at eitt land skal vera
sjálvbjargið við blóði, er
tørvur á at fimm prosent
av fólkinum eru blóðgevar.
Eftir tí at døma burdu meir
enn 2400 blóðgevar verið í
Føroyum, men talið liggur
um 1800.
Blóð frá einum blóðgeva
verður brúkt til skurðvið
gerðir, sum liður í viðgerð
av sjúkum ella tá ein sjúk
lingur hevur mist nógv
blóð, til dømis í samband
við ferðsluvanlukkur.
At tað ikki eru nóg nógvir
blóðgevar, kann serliga blíva
ein trupulleiki, um bráður
tørvur er á blóði. Møgu
leiki er fyri at innkalla blóð
gevarnar, men um ein stór
vanlukka hendir, og brúk
er fyri nógvum blóði, kann
tað vera trupult, tí skrásettu
blóðgevarnir ikki altíð kunnu
geva blóð.
Um blóðgevin hevur givið
blóð fyri minni enn trimum
mánaðum síðan, kann hann
ikki geva aftur. Kvinnur ið
eru við barn og blóðgevar ið
hava verið sjúkir og hava tikið
pencillin kunnu heldur ikki
geva. Onnur kunnu vera ring at
fáa fatur á, til dømis sjómenn,
sum eru burtur. Tí er neyðugt
at hava blóð á goymslu, so
føroyska heilsuverkið ikki
skal koma í ta støðu, at tað
manglar blóð.
Sjúkrahúsini í Føroyum
hava ein møguleika at keypa
blóð úr blóðbankunum í
Danmark, men um veðrið
ikki er til vildar, kann vera,
at tað tekur ov langa tíð, at
flyta blóðið til Føroya.
Týdningarmikið
at fáa nýggjar
– Um fimm prosent av fólk
inum vóru blóðgevar, hevði
hvør teirra kunnað blivið
innkallaður tvær ferðir um
árið, heldur enn fýra ferð,
sum er tað mest loyvda. Sigur
Ann Østerø, bioanalytikari á
Landssjúkarhúsinum.
– Vit vita heldur ikki,
hvussu leingi vit behalda
blóðgevarnar, og tí er týdn
ingarmikið allatíð at fáa
nýggjar.
Á sjúkrahúsinum í Klaks
vík siga tey, at tey hava
eina árliga tilgongd av
blóðgevum, men at henda til
gond svarar til talið av blóð
gevum, sum fella frá hvørt
ár. Orsøkin til at blóðgevar
fella frá, er, at tey gevast
vegna aldur, sjúku ella at
tey taka heilivág. Tørvurin á
blóðgevum veksur hvørt ár.
Á sjúkrahúsinum í Suðuroy
brúktu tey 33 prosent meira
blóð í 2004 enn árið fyri, og
í 2005 brúktu tey aftur 30
prosent meira.
Á Landssjúkrahúsinum
vekstur tørvurin við 5-10
prosentum um árið. Tørvur
in veksur í samband við, at
møguleiki gerst at viðgera
fleiri og fleiri sjúkur í Før
oyum.
Tørvurin er nakað tað
sama á øllum blóðtypum. Tað
er minst brúk fyri teimum
blóðtypum, sum fægst
blóðgevar hava. Samstundis
við at flest sjúklingar hava
tí blóðtypuna, sum flest
blóðgevar hava.
Útvega nýggjar
blóðgevar
Blóðgevarafeløgini í Føroy
um sita ikki hendur í favn
og bíða eftir at fáa fleiri
blóðgevar, tey eru farin
aktivt til verka fyri at fáa
fólk at geva blóð. Faldarar,
ið heita á fólk um at geva
blóð, liggja á almennum
støðum so sum skúlum, pen
ingastovnum, posthúsum og
bókasøvnum.
Felagið “Blóðgevarar í
Suðuroy” plagar harumframt
at hava bás, tá sølustevnur
eru, tað er har tey skaffa flest
nýggjar blóðgevar.
Seinast fólkatingsval var,
fóru tey út á valstaðið, har tey
fingu ímillum 20 og 30 nýggjar
blóðgevar. Næsta ætlanin er,
at fara til fótbóltsdyst at deila
faldarar út.
– Tað, sum gevur nakað,
er at fara út har, sum fólk
eru, sigur Randi Strøm,
bioanalytikari á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Ov fáir
blóðgevar