Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 161 - 23. august 2006 Meira samband! Tað man tykast mongum eitt sindur løgið, tá ið tey hoyra, at Útnorðursráðið mælir til, at okkara børn skulu læra grønlendskt og ís­lendskt í fólkaskúlanum. Er tímatalvan ikki nóg trong frammanundan? Er hetta ikki í so søkt? Er hetta ikki eitt sindur av eini provokatión? Nei, soleiðis eiga vit ikki at hugsa. Vit eiga júst at hugsa sum virk­andi for­maður ráðsins: hetta snýr seg um okk­ara felags samleika og okkara støðu sum út­norð­ ur­stjóðir í einum altjóðagjørdum heimi. Tískil skal áheitanin um at okkara børn skulu læra grønlendskt og íslendskt valla takast bók­ stav­i­liga. Heldur snýr hetta seg um, at vit vita alt ov lítið um hvønnannan, hóast vit hava eina langa felags søgu. Henda áheitanin snýr seg sostatt um, at vit skulu læra nakað um onn­ur í Útnorði. Vit skulu verða nóg betur kunn­að um viðurskifti í Íslandi og Grønlandi, eins og uppvaksandi ættarliðini í hesum báð­ um londum skulu verða betur kunnað um okkum og okkara land. Til hesa kunning hoyr­ ir sjálvsagt ein grundleggjandi vitan um mál­ ini. Hinvegin fer eingin í álvara, at krevja at føroysk børn skulu vera fullkøn í inuit máli, tá ið tey fara úr fólkaskúlanum. Men tey skulu vit nógv meira um mál, mentan og lívið í okkara grannalondum. Vit skulu sostatt hava meira mentanarligt samband mill­ um londini í Útnorði. Hetta er fortreyt fyri meira búskaparligum sambandi. Avvarðandi myndugleikar eiga alt fyri eitt at fara undir at kanna, hvussu áheitanini hjá ÚTNR kann verða gingið í møti. Farið eigur at vera undir at framleiða undirvísingartilfar, og tað eigur at verða skipað fyri vitjan av skúl­a­flokkum. Internetið er eisini eitt upplagt am­boð í hesi tilgongd. Hugskotið um, at tey ungu skulu vita meira um londini í Útnorði er sera gott. Nú er at vóna, at myndugleikarnir liva upp til sína ábyrgd, so vit fáa meira og betri samband í ein útnyrðing. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Hava okkara politikarar akt, sum teir hava makt, hava teir at gera so væl at taka viðurskiftini hjá okkara gomlu í álvara og gera nakað við tað. Alt ann­að er tómt tos og faktir, sum eingin kann taka fyri fult, og er bert at sammeta við tómt túnatos 4. hvørt ár, tá valstríð er. Dagny Joensen SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Hava okkara pol­itik­ ar­­ar akt, sum teir hava makt, hava teir at gera so væl og taka við­urskiftini hjá okk­ara gomlu í álvara og gera nakað við tað. Alt annað er tómt tos og faktir, sum eingin kann taka fyri fult, heldur ikki fjóðra hvørt ár Sjónarmið: Umleið 100 gomul fólk við bráðfeingis tørvi at sleppa á røktar- ella ellisheim sita ó­hjálpin heima við hús í Tórs­ havnar Komm­unu. Hetta er ikki nakað nýtt. Tað vanlukkuliga er, at trup­ul­ leik­in hevur staðið við og versnað í fleiri ártíggju. Kort­ini eru ikki útlit fyri, at almenna skipanin letst um vón. Vanliga siga vit, at ein trið­ing­ur av Føroya fólki býr í Havn. Stóra tilflytingin er heldur ikki nýggj, ei heldur, at tey gomlu, tá tey ikki kunnu verða einsamøll long­ ur, noyðast at flyta hag­ a­r, børnini ella onnur av­varðandi búgva, tí einki annað er teimum í boði. Tað er eisini ein vakur tanki, at eitt nú børnini taka sær av sínum gomlu og á henda hátt kunnu løna foreldrunum tað aftur, sum tey hava verið fyri síni børn. Gerast árini nógv, kann væntast, at neyðugt er við stuðli til familjur, sum hava eldri fólk búgvandi. Í fyrstuni kunnu familjurnar hjálpast við heimahjálp og avbera góðu skipanini við dagstovnum, men sum frá­líð­ur er tað ikki nóg mikið. Størri inntriv mugu gerast, um tey gomlu skulu hava góð og virðilig ellisár. Ann­ ars verður tað bert til eitt dagligt baks, sum sindrar til­verugrundarlagið hjá teim­um gomlu og teimum, sum varða av. At liggja øðrum til byrðu Hava tey gomlu skil fyri síni lagnu, er tað sum steinur oman á byrðu at kenna seg verða til fortreð fyri síni kæru. Kann eingin ímynda sær, hvussu ræðuligt tað er, eftir eitt langt og strævið lív, at vera ein byrða fyri síni? Hvussu vælviljaðar fam­ilj­ur­nar hjá teimum gomlu enn eru, so kunnu tey ikki megna at geva teimum um­s­tøður, sum eftir røttum áttu at verið ein almenn upp­gáva. Stríð er frá morgni til myrkurs. Eru tey gomlu illa fyri, hevur familjan ampa av at fara til arbeiðis og eis­ ini ampa, tá tey koma heimaftur, tí orkan er ikki til at gera stórvegis við mál­ ið. Hjá familjunum gerst til­veran enn torførari, tí eing­in veruligur glotti er fyri framman. Hava vit gomul foreldur, eru børnini eisini komin so væl til árs, at tey ikki hava orku at fáa arbeiði og heimalív at ganga upp í eina hægri eind - 100 eru í somu støðu sum tit Eftir hetta kundi ein hugs­ að sær, at nú noyðist tað almenna at hjálpa til, men gakk. Alt meðan vit byggja tunnlar og kjakast um, hvussu gagnligt tað er fyri vinn­una, hava vit ikki ráð at geva teimum gomlu trygg kor seinastu tíðina, tey eru í hesum heimi. Sjálvandi skulu vegir og tunlar ikki setast upp móti eldr­a­forsorgini. Heldur hin­veg­in – hava vit ráð at út­byggja infrastrukturin, hava vit avgjørt eisini ráð at taka okkum av teimum gomlu. So byrjar biddaragongd­ in í royndini at fáa al­mennu mynd­ugleikarnar í talu. Hó­ast væl vitandi, at tað ikki gevur úrslit, venda fólk ranguna út á sær sjálv­um fyri at fáa av­varð­andi myndugleikar at skilja, hvussu vánaligar um­støð­ur­nar eru heima. Svarið er: ”- Vit vita væl, hvussu skil­ið er, men vit kunnu einki gera. 100 familjur eru í somu støðu sum tit!” Tað er mannminkandi fyri allar partar. Takkarlønin Eftir eitt langt lív er tað takkarlønin, tey gomlu fáa, fyri at hava lagt lunnar und­ir hetta samfelagið. Hvørjir eru okkara pol­ it­­ik­ar­ar, sum ikki hava virðing fyri teimum gomlu? Er fram­komna samfelagið, sum somu politikarar so spelkn­ir vilja kalla tað, ikki ført fyri at gera nakað í­tøkiligt fyri at bøta um støð­una á eldraøkinum? Tað ber stutt sagt ikki til og er enn minni til at liva við. Tað er ófyrigeviligt, at vit skulu sleppa okkara gomlu upp á fjall við einføldu um­ber­ ing­ini, at tað eru fleiri, sum eru verri fyri. Tómt tos og faktir Tørvurin at útbyggja á eldraøkinum fellur ikki burtur, fyri tað um mynd­ ug­lei­k­arnir blunda og lata standa til. Trupulleikin hvørv­ur ikki av sær sjálvum, held­ur hinvegin. Um nøkur ár eru tað tey ráðandi, sum fara at hava sama tørv, og tá er eingin góða mamma. Í nútíðar samfelag­num gong­ur alt við rúkandi ferð. Tað tykist, sum halda vit okkum vera ódeyðilig. Vit skúgva til viks hugsanina um, at lívið broytist við árunum, og at vit kanska ein dag kunnu gerast gomul og óhjálpin. Hava okkara politikarar akt, sum teir hava makt, hava teir at gera so væl at taka viðurskiftini hjá okkara gomlu í álvara og gera nakað við tað. Alt ann­að er tómt tos og faktir, sum eingin kann taka fyri fult, og er bert at sammeta við tómt túnatos 4. hvørt ár, tá valstríð er. Eingin er ódeyðiligur – heldur ikki politikarar dagny joensen