mikudagur 23. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
11
tíðindi
Aftursvar til
viðmerkingar
Nú gongur snakkið, um
eg havi spilt persónin
Jóannes Patursson út..
Tað meini eg ikki, at eg
havi. Eg havi stutt nevnt
nakað um hansara pol
itisku sjónarmið, sum
hann sjálvur førdi fram í
skrift og talu. Problemið
er at hesi sjónarmiðini
virka rotin í dag.
Bjarti Mohr og Hanus
Vang hava í Sosialinum
(og Dimmu), 22.08.06,
hvøss orð móti mær. Báð
ir halda, at eg fór ov vítt í
viðmerking míni herfyri,
har eg brúkti yvirskrift
ina: ”Meira saft og kraft í
Jóannes Patursson. Ella:
Hvat bagir Sosialinum”.
Goyma og gloyma
Orðaskiftið bendir meira
á, at tað eru núlivandi per
sónar, sum vilja goyma
ella gloyma, hvat ið JP
segði og skrivaði sum pol
itikari. Bjarti hevur rætt
í, at ”Tað ber ikki til at
draga hann inn í dagsins
tjak, uttan at fyrivarni
verður tikið fyri hesum”
(Sum er, at JP livdi frá
1866-1946). Ein partur
av hesum er so, at 1930-
árini, sum flestu kunnugt,
var ein tíð har fascisman
(í Týsklandi nazisman)
blómaði. Men…
Faktum er
Tað er eitt faktum at JP
hevði Adolf Hoel (ein
norskan nazist) sum gest
og agitator í Føroyum.
Tað er eitt faktum, at JP
skrivaði í Norsk Årbok,
sum var fascistavinarligt
tíðarrit.
Tað er ikki útspilling at
nevna tað. Spillan kemur,
tá hetta verður fortrongt.
Tað kann verða tí onk
ur í dag ikki spælir við
reinum kortum, eg veit
ikki?
Hanus meinar, at eg
havi hunddálkað farin
fólk. Tað er, sum longu
ávíst, ikki so. Annars er
lítil substansur í viðmerk
ing Hanusar.
Sálmar og religión
sum fendarar
Eg leggi tó merki til, at
bæði Hanus og Bjarti
tríva í sálmayrkingina hjá
JP. Er tað ikki at degradera
ein gamlan politikkara, at
taka til hansara religiøsu
verk, fyri at verja hansara
politisku meiningar?
Eg taki tó móti góð
ynskjum Hanusar: ”Góð
an betring”, og sigi: í líka
máta.
Og somuleiðis eri eg
samsintur við Bjarta:
”Onki menniskja er full
komið.”
Tað er royndur lutur, at tann
lesarin, sum bara hevur
fingið sítt søguliga dannilsi
frá grunnum føroyskum
skúlabókum, útvarpi, tún
atosi ella bløðum, er eitt
lætt offur fyri mytur, nat
ionalistiskt orðaskvaldur
og propagerandi politiskt
heilavask!
Tað gekk sjón fyri søgn
í farna vikuskifti, har ikki
færri enn tríggir lesara-skri
bentar, Jakobsen, Mohr og
Vang lupu á Rolf Guttesen,
tí hann loyvdi sær at pilka
eitt sindur við søguligu
pátrúgvina um Jóannes
Patursson,
samstundis
sum Rolf av røttum fíltist
á eina ógvuliga undarliga
yvirskrivt í Sosialinum, ið
ikki upp á nakran máta har
moneraði við substans og
innihald í greinini!
Hóast henda løgna grein
in var um nýútgivnu Hundr
aára-bók sambandsmanna,
slapp eitt mystiskt nation
alt rop út - afturvið einum
groteskum og púra irrele
vantum tanka um, at tað
hevði verið meira saft og
kraft í sambandsbókini, um
hon var skrivað um Jóannes
bónda (sic)! Skulu vit so
eisini vænta, at ein bók
um HB hevði fingið meira
fynd, um hon varð skrivað
um TB? Ætla journalistar
eisini at belæra okkum um,
at tað er meira flog í eini
bók um fugl enn um fisk!
Vit vóru nógv, sum ógvað
ust um hesa høvuðleysu sam
anblanding av Sambands
flokkinum og Jóannesi Pat
urssyni í sjálvari yvirskrivt
ini, men Rolf var so tann
fyrsti, sum reageraði og
fanst at journalistiska kleyv
arskapinum! Uppgávan hjá
journalistum má vera at
orientera, ikki at desorient
era!
Politisk slagsíða
Fyri at bøta eitt sindur um
slagsíðuna og proportió
ns-skeiklingina í greina-
yvirskrivtini
um
Sam
bandsflokkin, vísir Rolf á
týdningarmikið dokument
erandi tilfar um pínligu
fortíðina
hjá
Jóannesi
Paturssyni í tretivunum!
Í einum samfelagi við
grundlógarfestum skrivi
frælsi er slíkur journalistikk
ur bæði neyðugur og legi
timur. - Rolf er bersøgin,
men hann er munandi meira
sakligur og heiðurligur í
síni grein, enn teir tríggir
greinasmiðirnir eru í sín
um aftursvarum! Mest møg
ulig informatión um okkara
politisku oddamenn mátti
verið ein sjálvsagdur søg
uligur rættur fyri allar før
oyingar.
Men hvat hendir? Skrib
entarnir gerast djúpt forarg
aðir, uttan at kunna reingja
eitt komma av tí substan
tiella innihaldinum, sum
Rolf hevur skrivað! Teir eru
ikki menn fyri tí, tí teir vita
snøgt sagt einki um málið,
teir vága sær at skriva um!
Í staðin fyri at takka Rolfi
fyri, at hann avdúkar essen
tielt týðandi og áhugaverd
søgulig fakta, sum hesir
tríggir erkvisnu moralistar,
J, M & V avgjørt ikki kendu
frammanundan, so gerast
teir firtnir og smáhysteriskir
um, at man loyvir sær at
skriva ”ljótt” um farnar
menn! Hetta er í søguligum
perspektivi ikki bara naivt,
men eisini óhugnaligt sjón
armið!
Í øðrum londum skrivar
man júst um deyðar politik
arar fyri at fáa søguna rætt
aða, justeraða og avdúkaða,
og finnur man tað all
arminsta, sum politiskt
kann fílast á, verður ikki
farið fram við mýkindum!
Øll søguskriving hevði
hildið uppat, um ikki
júst teir farnu menninir
vórðu tiknir kritiskt polit
iskt til viðgerðar. Hvussu
privatlívið hevur verið hjá
monnum, rakar harafturí
móti ongan, men heldur ikki
har leggur man fingrarnar
ímillum í dag - hygg bara
eftir øllum teimum drúgvu
ævisøgunum (biografium),
sum koma í handlarnar í
heilum!
Hava farnir
verið eirdir?
Ungdómur og vísdómur
fylgjast sjáldan, og tí kann
nógv verða fyrigivið tí eina
skribentinum, sum heldur
fyri, at tað ikki hevur verið
siður í Føroyum at fara eftir
deyðum monnum! Men
hetta er loddrøtt lygn!
Eg kann t. d nevna, at
tá ið Oliver Effersøe doyði
fyrst í tretivunum, skrivaðu
tveir av fremstu sjálvsstýr
ismonnunum nekrologar,
sum út í odd og egg vóru
ein risastór persónlig útspill
ing av fyrrverandi sam
bandshøvdinginum. Tað var
serliga miskunnarleyst, tí
familjan enn ikki var komin
yvir, at Olivur hevði mist
sína einastu dóttir.
Tá ið skaldið og foringi
sambandsmanna, Fríðrikkur
Petersen lá til at doyggja á
Ríkishospitalinum, yrkti eitt
av okkara kendu sjálvsstýr
isskaldum sambandstáttin,
har tikið verður til um Fríð
rikk: ”Nú fletta teir sam
bandsrossið”!..... Ikki júst
empatiskt!
Táið Andrass Samuelsen
var deyður, gekk ein kend
ur loysingarmaður í Havn
og gorraði um, at hann
hevði havt flaggið í fullari
stong allan dagin, so fegin
var hann um, at Andrass
var farin. Hann helt seg
vera raskan mann! Kendir
tjóðveldismenn hava ofta
og títt herjað á Petur Mohr
Dam aftan á, at hann var
deyður. Teir formáddu sær
so lítið móti honum, tá ið
hann var á lívi!
So sigið ikki, ungu menn,
at tað ikki hevur verið siður
í Føroyum at herja á teir
deyðu – tað hevur verið
gjørt ofta - eg havi bert
tikið nøkur fá dømi, men
tey eru legio!
Hvør var Adolf Hoel?
Vit liva enn í donskum rík
isfelagsskapi, har tíbetur
hvør kann gera og skriva,
sum hann vil! Og tað rakar
sjálvandi ikki okkum eldru,
hvønn, ungdómurin velur
sær sum fyrimynd! Men
tað má vera eitt optimalt
krav og ein rættur, at fólk
fyrst fáa allan sannleikan
um teirra fyrimyndir. So og
fyrstani tá kunnu tey sjálvi
óheft velja millum idolini!
Og sjálvt um tær tríggjar
allergisku mimosurnar, Jac
obsen, Vang og Mohr helst
vilja bora nevið í sandin og
ikki hoyra tað, noyðist eg
kortini at lata teir vita, at
júst Jóannes Patursson er ein
sera vánalig fyrimynd hjá
demokratiskum ungdómi,
tí hann helt ikki nógv um
demokrati og vísti ofta sera
diktatoriska framferð. Hann
hevði, sum Rolf ger vart
við, sjáldsama óhugnaligar
vinmenn í Noregi. Hesir
menn, eitt nú Adolf Hoel
vóru limir í Nasjonal saml
ing, sum var flokkurin hjá
Vidkun Quisling! Hoel var
ein av fremstu monnum
Noregs í rættarmálinum í
Haag móti Danmark um
Eysturgrønland – her drógu
Adolf og Jóannes eina línu
sum so ofta!
Kammiráturin hjá Pat
urssyni, docenturin Adolf
Hoel var ofta í Føroyum.
Hann búði í Kirkjubø hjá
Jóannesi. Feðgarnir Paturs
son fjeppaðust um Hoel
sum flugur um sukur! Sum
eg fyrr havi nevnt, var Hoel,
umframt at vera fullblóðs
nazistur fanatiskur dansk
arahatari og ferðaðist dúg
liga um allar Føroyar við
feðgunum, har hann skuldi
”hjálpa” okkum við loys
ingini frá Danmark.
Flestir føroyingar, eis
ini sjálvsstýrismenn hildu
tað vera markleysan frek
leika av feðgunum at
koma dragsandi við einum
norskum loysingar-missi
oneri til Føroya. Tí fólk
dugdu ikki at síggja, at før
oyskur politikkur kom norð
monnum við!
Men søgan endurtekur
seg! Heilt analogt við
Adolf Hoel eru teir norð
uratlantisku dólgarnir nú
komnir knossandi við grøn
lendska loysinga-missione
rinum, harra Kleisti, sum
ovurfrekur vágar sær at
leggja seg út í føroyskan pol
itikk móti Danmark! Hetta
er serliga pikant við tað,
at hesin Kleist ferðast fyri
danskar
olmussupengar,
hann hevur snultað sær til
í norðuratlantiska biddara
bólkinum!
Men aftur til Hoel – hví
skulu føroyingar ikki upp
lýsast um hetta dapra
norskt-føroyska søgukapit
tul? Adolf Hoel varð 1941
settur av partamanni sín
um, Quislingi fyrst sum
prorektor, seinni sum rekt
or magnificus við Oslo
universitet, m.a. við upp
gávu at skipa fyri einum
fakulteti, har raculógirnar
um
tað
stórgermanska
menniskja skuldu gerast
universitetspensum! Ei und
ur í, at hesin maður varð
dømdur
fyri
landasvik
aftan á kríggið. Líka so
gorrandi ernir sum feðgar
nir Patursson vóru av Hoel
áðrenn kríggið, líka so
steintigandi vóru teir um
kammiratin eftir kríggið!
Politiskir oddamenn við
slíkum kammiratum høvdu
ikki í nøkrum øðrum landi
verið hildnir at vera nøkur
hóskandi fyrimynd! So er
tað sagt sera mjúkliga!
Hví skal føroyskur ung
dómur ikki, eins og dansk
ur, norskur ella týskur fáa
fulla vitan um ta kompro
mitterandi fortíðina, serliga
frá 1933 til -40, eitt nú
intima vinskapin millum
føroyskar loysingarmenn
og norskar nazistar? Í
flestøllum londum hava
fólk torað at tikið ta fúlu
fortíðina í tretivunum til
kritiska revisión – okkara
søgumenn tora tað ikki!
– Hvønn ræðast teir?
Hví skulu søgulig fakta krógvast
fyri føroyskum lesarum?
Virgar T.
Dalsgaard
So mangt kann ein
miseydnað yvir
skrift føra til
rolf
guttesen
summartiltak
Árliga summartiltakið
hjá Sandavágs Ítróttarfel
ag verður í ár hildið leyg
ardagin 26. august.
Titlakið fer at líkjast
teimum udanfarnu við
undirhaldi, hugna og
kappingum av ymsum
slag. Endaliga skráin er
ikki liðug enn, men stór
ur dentur verður vanliga
lagdur á hugnan. Eitt nú
skemtidystir á fótbólts
vøllinum, og sigling í
ánni, sum vanliga serliga
hevur verið fyri børnini.
Brandslangufótbólturin
var væl umtóktur í fjør
og verður aftur á skránni í
ár. Ongum nýtist at ganga
svangur ein síkan dag.
Umframt grillaðar pylsur
og tílíkt, sum vanligt er
í slíkum førum, verður
eisini
vælsmakkandi
fiskasúpanin at fáa, eins
og laksatorgið verður aft
ur í ár.
Skipað verður
fyri loppumarknaði, har
fólk kunnu koma við
ymiskum, tey vilja sleppa
av við. Selt verður í egn
um búðum, og børnini
kunnu eins og undanfarin
ár selja sínar gomlu leikur
og annað, tey vilja skifta
út.
Seinastu tvey árini hev
ur fjallarenningin verið
eitt av hæddarpunktunum
á degnum. Runnið verður
frá SÍF húsinum niðan á
Húsafelli og oman aftur.
Undirtøkan hevur verið
góð, og sami vinnari hevur
verið bæði árini. Eini
nummar tvey hevur verið
tann sami. Munurin hevur
bara verið nøkur sekund.
Tiltakið endar vanliga við
hugnaligari samkomu við
felagssangi, sum, alt eftir
veðrinum, heldur á til seint
á kvøldi.
Til ber at tekna
seg til fjallarenningina á
tlf. 333843 ella 255673.
Summartiltakið hjá
Sandavágs Ítróttarfelag