mikudagur 23. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 161 - 23. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Carsten Ellegaard,
journalistur, og Lars
Krabbe, fotografur,
frá Jyllands-Post
en, sum komu
higar í samband
við viðjanina hjá
rannsóknarskipinum
Vædderen og
Galathea3 verkætl
anina, hava í hesum
døgum nógv føroyskt
tilfar í teirra blað
Vitjan
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í samband við Galathea3
verkætlanina, sum danska
avísin Jyllands-Posten hev
ur tikið stig til, hava ein foto
grafur og ein journalistur frá
blaðnum verið í Føroyum
og gjørt ymsikar frásøgnir
um føroyska samfelagið.
Tað eru Carsten Ellegaard,
journalistur, og Lars Krabbe,
fotografur, sum komu higar
10. august.
Endamálið hjá teimum
var at skriva um Føroyar
objektivt og uttan fordómar
og royna at dekk a føroyska
samfelagið so breitt sum
gjørligt.
Lars
Krabbe
hevur einaferð fyrr verið í
Føroyum, tað var síðst í 80-
unum í samband at Føroyar
komu við í evropeiskan
fótbólt. Carsten Ellegaard
hevur ikk i verið í Føroyum
fyrr. Teir eru báðir búsitandi
í Keypmannahavn.
Lars og Carsten vóru
á Ovastevnuni í Nólsoy,
og sóu har hvussu ein
bygdastevna gongur fyri
seg, og til landsdyst á
Svangaskarði. Teir hava t.d.
vitjað á matstovum, tosa
við føroyskum ungdóm,
vitjað kristiligar samkomur,
tosað við løgtingslimir og
løgmann um viðurskiftir
milum Føroya og restina
av Evropa. Eisini vitjaðu
teir sangkvinnuna Eivør
Pálsdóttir í Gøtu og Bjørn
Patursson bónda í Koltri.
Teir siga báðir, at hetta
hava verið fantastiskir dagar.
Tað var heilt annarleiðis,
enn teir høvdu roknað við.
Tit liva í einum nútímans
samfelag, sum er umgyrt av
eini framúr vakrari náttúru.
Fólkið er opið og vinarligt í
allar mátar, tað virkar sum at
øll hava onkra søgu at siga.
Tað einasta sum vit mangla
er at síggja eitt grindadráp.
Nógv føroyskt tilfar
er longu nú at finna í Jyl
lands-Postinum og á heima
síðuni: www.jp.dk undir
“Ekspeditionen Galathea”.
Meðan Lars Krabbe og
Carsten Ellegaard fara
heima aftur mikudagin,
er Vædderen nú á veg til
Grønlands. Har eru tað aðrir
journalistar og fotografar,
sum taka sær av at skriva um
grønlendska samfelagið.
Føroyingar eru opnir og vinarligir
Lars Krabbe, fotografur, og Carsten Ellegaard, journalistur, frá Jyllands-Posten sóu ikki nakað grindadráp, men her eru grind og
spik til sølu í Vágsbotni
Mynd: Jens Kristian Vang
Eftir lokna útbúgving varð
Bjarni Hammer hin 1.
august 2006 settur í fast
starv sum politistur. Bjarni,
ið er 31 ára gamal, er ættaður
av Tvøroyri og starvast í
politistøðini í Havn.
Frítíðina nýtir Bjarni
saman við familju og
vinum og til seyðahald,
umframt at hann eisini
íðkar ítrótt. Serliga er tað
í ítróttargreinini “kick
boksing”, at Bjarni hevur
gjørt seg galdandi, og hevur
hann m.a. heilar tríggjar
ferðir vunnið danmarks
meistarakappingina í “kick
boksing”.
Saman við gentu síni
Barbaru Brattalíð eigur
Bjarni 2 ára gomlu dóttrina
Bjartu.
Við hesum verður ynskt
Bjarna tillukk u og góða
eydnu framyvir.
Bjarni Hammer
politistur í Havn
Á starvsnevndar
fundi í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd
í dag boðaði Rúna
Sivertsen frá, at
hon ynskti at verða
loyst úr starvinum
sum formaður frá 1.
september
Tíðindaskriv
Í viðmerking sigur Rúna
Sivertsen: „At fáa litið
upp í hendur álitisstarvið,
sum formaður fyri Ráðið
fyri Ferðslutrygd var mær
ein æra, og tað er við tung
um hjarta, at eg leggi frá
mær.
Orsakað av øktari arbeiðs
byrðu og fjarstøðu frá høv
uðsstaðnum ber mær ikk i
longur til at røkja hesa upp
gávu so væl, sum eg haldi
er neyðugt fyri eina so týdn
ingarmikla uppgávu.
Nú eg fari frá, vil eg
nýta høvi enn einaferð at
vísa á tað vanlukk uliga í,
at tað framvegis ikk i er
løgd ein heildarætlan fyri
ferðslutrygdini í Føroyum.
Tí fari eg enn einaferð
at heita á politiska myndug
leikan um at taka arbeiðið
við ferðslumálum í størri
álvara, og eg mæli til:
• at ein landsvirkisætlan
verður gjørd fyri ferðslu
í Føroyum
• at landsstýrið setir fólk at
arbeiða við ferðslumálum
burturav
• at ferðslumál verða flutt
í Innlendismálaráðið, har
tey natúrliga hoyra heima
Rúna Sivertsen hevur verið
formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd síðani 23. apríl
2003. Høgni í Stórustovu
røkir formansstarvið til
næsta ársfund, sum verður
í apríl 2007.
Rúna Sivertsen
fer frá sum
formaður í RFF
1. september fer Rúna
Sivertsen frá sum formaður í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Lesið Sosialin - so eru tit við