Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 23. august 2006 13 Óla Jákup Hansen, ættaður úr Sørvági búsitandi í Leynum, andaðist mánadagin 21. august í heim­ inum, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Berlinu Sólsker fer úr Lands­sjúkra­ húskapellinum í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13. Ragnhild Djurhuus úr Hvalvík, ættað úr Fuglafirði, andaðist á røktarheiminum Mørkin í Streymnesi, mánadagin 21. august, 89 ára gomul. Kistan fer av Mørkini í kvøld kl. 19. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju hósdagin kl. 14. Sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Ragnhild, kunnu lata Hvalvíkar kirkju ella Hvalvíkar missiónshúsi eina gávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til Armeniu, Mesopotamiu og Indiu, har hann varð tikin av døgum av uppøstum avgudaprestum. Í træskurðinum á einum av kirkjubøstólunum sæst hann við kvívi í hendi, ið sipar til, at hann varð flettur livandi. Navnið merkir sonur Ptolemeusar. 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum varð rópt bartalsmessuvalið. Tíðindaskriv Í ár eru 60 ár liðin síðan 62 føroyingar fóru á hvalaveiðu í Suðurhøvum við Willem Barendsz. Í hesum sam­ bandi skipar Miðvágs Forn­ minnafelag fyri kvøldsetu í Bygdaskúlanum í Miðvági leygardagin 2. september kl. 19, har m.a. myndir og annað forvitnisligt frá túrinum verður sýnt fram. Av teimum 62 sum fóru avstað, eru 5 á lívi í dag og tvier av teimum, Ludvík Jacob­sen í Miðvági og Mart­in Tórgarð, ættaður úr Nólsoy og búsitandi í Havn, koma at siga frá túrinum, sum vardi í 8 mánaðir. Langt var at fara, og nógv var at síggja hjá hesum monn­um, sum næstan komu á Suðurpólin. Brot úr dagbók hjá einum av teimum sum við vóru verður lisin upp. Sangur og drekkamunnur eru eisini á skránni. Kostn­ aður kr. 40,00. Miðvágs Fornminnafelag: Kvøldseta í Miðvági Tíðindaskriv Fríggjadagin 25. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við málningum hjá Eyðun av Reyni upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Eyðun av Reyni er kolor­ istur, og dramaið í náttúruni hugtekur hann, dramaið er t.d. stormur, brim, ljós og myrkur. Á framsýningini eru olju­ málningar á lørift. Máln­ ingarnir eru abstraktar temp­ eramentsfullar kompositi­ ónir. Framsýningin verður opin til 8. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Eyðun av Reyni í Galerie Focus Fríggjadagin 25. august letur ein framsýning við málningum hjá Eyðun av Reyni upp í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang 85 ára føðingardagur Í dag, 23. august, fyllir Laurits Abrahamsen, Lamba, 85 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin.a Tøkk Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaðu foreldur, verforeldur, omma og abbi, langomma og langabbi Hilda Christiansen, fødd Hansen og Sjúrður Christiansen Klaksvík við so stuttum millumbili andaðust og vórðu jarðað. Tøkk til prestar og kirkjutænarar, tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað og á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðirnar. Ein serlig tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri vælvild og hjálpsemi til pápa okkara, tá ið mamma okkara andaðist. Tøkk fyri minnisgávur til Javna og kirkjuna á Kirkju. Familjunnar vegna Marita, Óluva, Kristina, Eyðstein og Hans Jákup