mikudagur 23. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 161 - 23. august 2006
Ungi havnarmaðurin
Andreas Thomsen
bjargaði einum starvs
felaga, tá ið eldur kom
í rækjutrolarinum
Havborg, sum teir
báðir sigla við.
Andreas leyp inn
aftur í roykhavið
og fekk mannin út.
Seinni hevur Andreas
fingið rós frá norsku
bjargingartænastuni
fyri bragdið
HETJA
ORÐ & MYND:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Rækjutrolarin “Havborg” var
beint undan ólavsøku farin inn
í Tromsø, har ið teir landaðu
veiðina. Um kvøldið kom
eldur í verksmiðjuna umborð
á trolarinum. Orsøkin til eldin
er enn ógreið. Um ungi havn
armaðurin Andreas Thomsen
ikki hevði borið skjótt at,
kundi eldsbrunin lættliga
enda við einari vanlukku.
Andreas leyp inn
aftur í roykhavið
Klokkan var um 22, tá ið
roykalarmurin fór frá. Flestu
av manningini vóru farnir í
land, og einans fýra vóru
eftir umborð. Tveir vóru
tørnaðir inn, og Andreas var
júst komin inn í kamarið, tá
ið alarmurin fór frá. Andreas
og ein annar lupu upp á
kajuna, og lítla løtu seinni
kom annar av teimum, sum
vóru tørnaðir inn.
Teir vistu ikki heilt,
hvussu nógvir teir vóru
umborð, men teir hildu, at
ein lá og svav í kamarinum
á hæddini uppiyvir verk
smiðjuni. Andreas Thom
sen gjørdi skjótt av og leyp
niðan á brúnna eftir royk
kavaraútgerðini. Hann fór
inn aftur eftir manninum
við roykmasku og súrevnis
fløskum.
Eg sá, at eldurin kom frá
verksmiðjuni, og roykurin
hevði spreitt seg í gongini.
Tað var tjúkt í royki, sigur
Andreas.
Andreas brast inn á kam
arið hjá manninum og
greiddi honum frá støðuni.
Hann lá enn og svav, tá
ið eg kom inn. Hann gjørdi
sera skjótt av, tá ið eg segði
honum, at eldur var í. Hann
tók t-skjúrtuna yvir munnin
og rann so út saman við
mær.
Tað kundi lættliga verið gal
in endi, um Andreas ikki hevði
gjørt so skjótt av. Roykurin
hevði spreitt seg, og hevði
Andreas verið 2 minuttir
seinni, hevði maðurin helst
doyð av roykeitran.
Norska bjargingar
tænastan rósti
Andreasi
Yvirritaði var inni í skipinum
og sá, hvar Andreas fann sín
arbeiðsfelaga, og hvussu
langt teir gingu í tjúkkum
royki. Nú er skipið umvælt,
og tað sæst ikki so væl, at
eldur hevur verið í, men tú
luktaði enn roykin. Summi
kømur vórðu fullkomiliga
oyðiløgd av roykinum.
Tað hevur sjálvandi ver
ið ein ordans hvøkkur hjá
viðkomandi at verða vaktur
til eitt skip í eldi og at
verða noyddur at renna út í
náttklæðum. Allir fýra fóru
beint á sjúkrahúsið, har ið
teir vóru kannaðir, men teir
høvdu tíbetur ikki fingið
nakrar løstir.
Ein tílík hending kann seta
seg í minni, men teir eru
komnir væl yvir tilburðin.
Andreas er sera lítilátin og
dámar ikki at gera so nógv
burturúr sær sjálvum. Men tá
ið hann ikki sjálvur vil reypa
um bragdið hjá sær, mugu
onnur gera tað fyri hann.
Norska bjargingartænastan
hevði flott rósandi orð at
bera Andreasi. Teir søgdu,
at tað var eitt rættiligt bragd,
sum Andreas hevði framt.
Teir í reiðarínum eru eisini
sera ernir av Andreasi.
Orsøkin ógreið
Havborg liggur nú í Runa
vík, har ið skaðarnir verða
umvældir. Enn er orsøk
in til eldsbrunnan ógreið.
Sum sagt kyknaði eldurin
í
verksmiðjuni,
men
eingin dugir at siga hví.
Avleiðingarnar kundu lættliga
verið verri, um skipið var til
havs, ella um eldurin hevði
kyknað um náttina.
Tá ið sjómenn koma út
fyri slíkum støðum, er tað
gott, um teir hava tikið
trygdarskeiðið. Andreas
heldur, at skeiðið er av
størsta týdningi.
– Eg brúkti tað, sum eg havi
lært á trygdarskeiðinum. Vit
hava lært okkum at fáast við
eldsbrunnar við Áir, og tann
førleikin kom væl við, tá ið
eldur kom í verksmiðjuna,
sigur Andreas.
Andreas er umborð á
Havborg, har ið teir gera
skipið í stand. Hann ætlar
sær við aftur, tá ið trolarin
fer í fiskislap aftur.
Andreas Thomsen stendur í kamarinum, har ið maðurin svav. Andreas leyp innaftur eftir honum, tá ið teir funnu útav, at hann
var eftir í tí brennandi skipinum. Hevði Andreas verið 2 minuttir seinni, hevði maðurin doyð av roykeitran
Bjargingar
maður
fær rós frá
bjargingar
tænastuni
Hotel Norð varð sett til
sølu fríggjadagin. Eigarin
Jógvan Heinesen sigur, at
onkur keypari hevur sýnt
hotellinum áhuga, men at
einki seriøst boð er komið
enn. Hann leggur dent á, at
hann ikki ætlar sær at selja
fyri ein og hvønn prís.
Stórur vøkstur hevur verið
í virkseminum hjá Hotel
Norð tey síðstu fýra árini.
Størstan vøkstur hava tey
merkt síðan maj mánaða í ár,
eftir at Norðoyatunnilin lat
upp og virksemið er blivið
meira stabilt, enn tað var
frammanundan.
Tí heldur Jógvan Heinesen,
at rætta stundin er komin til
at selja hotellið, sum hann
hevur átt part í síðan 1998
og sjálvur hevur átt og rikið
tey síðstu árini.
Jógvan Heinesen hevur
nú hug at royna at gera
okkurt annað, eftir at hann
hevur arbeitt so nógv við
fólki tey síðstu árini. Hann
sigur seg vera troyttan av
hotelvirkseminum og vil hava
meira tíð til familjuna.
- ella
Selir Hotel Norð