mikudagur 23. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
15
tíðindi
Hans Jacob Lam
hauge verður nýggj
ur borgarstjóri í
Runavíkar Kommunu
frá 1. september. Hann
er royndur innan
kommunalpolitikk,
og hann er spentur til
avbjóðingarnar, sum
standa fyri framman.
Hans Jacob er ein heit
ur talsmaður fyri, at
Skálafjørðurin skal
gerast ein kommuna.
Hann sær eisini stór
ar møguleikar við tí
komandi undirsjóvar
tunnilinum til Havnar
BORGARSTJÓRA
SKIFTI
ORÐ & MYND:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
1. september tekur Hans
Jacob Lamhauge við sum
borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu. Rodmundur
Nielsen fer frá, tí at hann
hevur fingið so nógv ann
að at gera við síðuna av
borgarstjórastarvinum, at
hann sær seg ikki føran fyri
at røkja tað.
Eitt samt býráð valdi Hans
Jacob Lamhauge til at taka
yvir eftir Rodmund. Tað er
ein royndur maður innan
kommunalpolitikk, sum nú
fer í sessin sum borgarstjóri í
Runavíkar Kommunu. Hann
varð fyrstu ferð valdur inn
í býráðið í 1977, og hann
hevur sitið síðani.
Hóast Hans Jacob hevur
verið leingi uppií politikki,
hevur hann ikki verið borg
arstjóri fyrr. Hann er útbúgvin
lærari og hevur arbeitt sum
lærari í Runavík síðani 1974.
Tað var ikki ein løtt avgerð
hjá Hans Jacobi at taka, tá ið
hann fekk bjóðað sessin.
– Mær dámar stak væl lær
arayrkið, og eg havi trivist
væl í skúlunum í Runavíkar
Kommunu. Eg ivaðist í, um
eg skuldi taka av, men tá ið
eitt samt býráð valdi meg
sum borgarstjóra, valdi eg at
siga ja, sigur Hans Jacob.
Stór kommuna
Meðan Rodmundur Nielsen
hevur verið borgarstjóri,
hava fleiri kommunu
samanleggingar verið, og
Runavíkar Kommuna er
vaksin munnandi. Komm
unan telur nú 14 bygdir,
og um tað stendur til Hans
Jacob verður kommunan
enn størri:
– Tað skal sjálvandi
altíð ein semja frá báðum
pørtum um eina kommunu
samanlegging, men vit í
Runavíkar Kommunu eru
heilt vist áhugaðir í, at all ur
Skálafjørðurin einaferð kann
gerast ein kommuna.
Hans Jacob tekur við mitt
í einari setu, og tí er slóðin
løgd undan honum. Tað eru
tó nøkur ávís mál, sum Hans
Jacob fegin vil gjøgnumføra,
meðan hann situr.
– Nýggjur skúli verður
bygdur í Runavík og tað
er heilt vist tørvur á tí.
Ætlanin er at byggja nýggj
an barnagarð á Skála.
Útstykkingar verða eisini
gjørdar í flestu bygdunum.
Vit mugu vera fyrireikað til
tann møguliga vøksturin,
sum vit fara at uppliva her á
leiðini, sigur Hans Jacob.
Skálafjørðurin
náttúrligur miðdepil
Hans Jacob hevur sínar
greiðu meiningar um komm
unusamanlegging og fram
tíðar møguleikar fyri økið
kring Skálafjørðin.
– Eftir mínum tykki er
Skálafjørðurin av náttúrinnar
hond miðdepilin í Føroyum.
Um kommunurnar kunnu
samstarvað og harvið standa
sterkar saman, fer økið heilt
vist at mennast og verður
ein vinnuligur og sosialur
miðdepil.
– Kanska kommununar
kring fjørðin hava nýtt ov
nógva tíð at kappast sín
ámill um og tí ikki hava sæð
teir stóru møguleikarnar, sum
vit hava her. Vit eiga heldur at
standa saman, so at vit kunnu
standa sterkari sum ein eind,
sigur Hans Jacob.
Spurdur, um navnið á
kommununi endiliga skal
vera Runavíkar Kommuna,
um aðrar koma uppí, svarar
Hans Jacob:
– Nei, tað er als ikki neyð
ugt. Orsøkin til, at hon enn
eitur Runavíkar Kommuna,
er, at vit sleppa undan at
broyta navn fleiri ferðir. Tá ið
fleiri kommunur eru lagstar
afturat, fara vit at finna eitt
felags navn. Tað verður
kanska “Fjarðar Kommuna”
ell a okkurt tílíkt.
Undirsjóvartunnil til
Havnar fyri durum
Nógv verður prátað um
ein undirsjóvartunnil frá
Skálafjørðinum til Havnar.
Tað tykist, sum at tunnilin
verður veruleiki, og onkur
hevur nevnt 2012 sum
árið, tá ið tunnilin verður
liðugur.
– Vit trúgva uppá, at
tunnilin kemur, og vit fyri
reika okkum uppá tað. Vit
kunnu vænta okkum eitt
størri trýst á grundøkini,
og tí mugu vit fyrireika
útstykkingar. Vit hava longu
nú fingið fyrispurningar frá
havnafólki og aðrastaðni frá
um grundstykki, sigur Hans
Jacob.
Tað er ein spennandi tíð
hjá Runavíkar Kommunu, og
Hans Jacob fær sítt at síggja
til. Hann stúrir tó ikki fyri at
fara í holt við arbeiðið.
– Fólkið við Skálafjørðin
er so avbalanserað, og tað
er eingin, sum kemur við
keðiligum viðmerkingum,
hóast sessurin sjálvandi er
heitur. So hóast tað er nógv
trýst á einum, og ábyrgdin
er stór, so taka vit við áræði
móti avbjóðingini, sigur blíði
lambamaðurin at enda.
Nýggi borgarstjórin stórar
ætlanir fyri Skálafjørðin
Hans Jacob Lamhauge tekur 1. september við starvinum sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. - Eftir mínum tykki er Skálafjørðurin av náttúrinnar hond
miðdepilin í Føroyum. Um kommunurnar kunnu samstarvað og harvið standa sterkar saman, fer økið heilt vist at mennast og verður ein vinnuligur og sosialur
miðdepil
Navn: Hans Jacob Lamhauge
Útbúgving: Lærari
Hjúnastøða: Giftur við Davinu Lamhauge. Tey eiga
trý børn saman.
Politikkur: Varð fyrstu ferð valdur inn í 1977 og hevur
sitið síðani. Hann verður fyri fyrstu ferð borgarstjóri
tann 1. september.
Áhugamál: Fylgir væl við í fótbólti og er ein íðin NSÍ-
fjeppari. Hann hevur eisini sitið í nevndini hjá NSÍ.
Annars dámar honum sera væl at fara á flot av og á
og at fara niðan í hagan
FAKTA