Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 5 tær bestu við Beintu Clothier HEIMSINS BESTU SJÓNLEIKARAR Beinta Clothier er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið leitar sær útbúgving innan sjónleik. Vit hava spurt Beintu, hvørjar leikarar hon metir vera teir bestu. NIELS UNI DAM, NIELSUNI@SOSIALURIN.FO Beinta Clothier gongur á sjónleikarskúla í Odense. Hon er í hesum døgum farin undir síðsta árið á skúlanum. Beinta er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið fáa sær útbúgving innan hesa listagrein. Beinta hevur verið nógv at sæð á føroyska sjónleikarpallinum. Vit hava upplivað hana í leikum sum Pippi, Pinocchio, Skeyk, Renn fyri vívinum, Einki er sum mammusa gras, Leikhúsjólum, umframt í útisjónleikum á ólavsøku. Beinta hevur umframt hesar leikir spælt við í fleiri leikum í Danmark. Vit hava spurt dámligu ungu sjónleikarkvinnuna, um hvørjar fimm sjónleikarar, hon metir vera teir bestu í heiminum. Hon hevur valt leikarar, ið fevna víða, her eru yngri sum eldri, menn sum kvinnur og skemtileikarar sum álvarsamari leikarar. Haldi Johnny Depp bara blívur betri og betri. Hann hevur evni til at umskapað seg til alt. Eg minnist, at eg sá hann í ”Finding Neverland”. Tað er ein av bestu filmunum eg havi sæð í longri tíð. Johnny Depp Komiska timingin hjá Dawn French er heilt fantastisk. Hon kann gera teir mest absurdu figurarnar, men samstundis eru teir so gjøgnumførdir, at teir aldrin verða for nógv av tí góða. DAWN FRENCH Eg sá Gareth Armstrong spæla ein einmansleik í New York, hann hevði evni til at bergtaka fólk. Hansara máti at bera fram eina søgu, havi eg ikki sæð áður. GARETH ARMSTRONG Eg sá Julianne Moore í ”The Hours”. Eg græt hvørja ferð eg sá hana. Tann mátin hon gjørdi ein so kompleksan figur so einfaldan, yvirraskar meg enn. JULIA NNE MOORE Tá eg hyggi eftir filmum, ið Jeremy Irons er við í, tiltalar hansara ró meg so nógv. Og so hevur hann heimsins bestu rødd, sum sigur meir, enn tey orð, ið hann sigur. JEREMY IRONS