mikudagur 23. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Side Effect
hevur leingi verið
eitt spennandi
navn á føroyska
tónleikapallinum.
Men hetta navn
er fyrst og fremst
skapt av teimum
mongu, spennandi
framførslum, sum
bólkurin hevur
staðið fyri. Men nú
er tónleikurin hjá
Side Effect eisini
tøkur á fløgu,
og man hetta
gleða mangan
tónleikafjeppara.
Fløguummæli
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Útgávan er at meta
sum nakað spil-
durnýtt í føroyskari
tónleikasøgu. Hetta er
helst fyrsta industrial-
rokk, tekno, elektronika
(velji eg at rópa tað)
fløgan, ið er komin
út her á landi, og er
hetta gleðiligt. Sostatt
er fløgan rættiliga
slóðbrótandi í kraft
av hesum serliga tón-
leikaslagið. Bólkurin er
mannaður av trimum
ungum tónleikarum.
Rúni Christiansen, git-
tar, Ludvík Breckmann,
sang, Brynjolfur á
Heygum, ljómborð og
forritan.
Útgávan er uppkallað
eftir bólkinum. Sostatt
eitur hon “Side Effect”.
Húsin er snotiligur,
og tann fríski liturin
kann eisini tykjast
sum ein ábending um
nakað nýtt og frískt
í tónleikinum. Og jú,
tónleikurin er nakað
heilt annað enn tað,
ið vit eru von við
her heima. Talan er
um títtan, pumpandi
tónleik, sum helst er
gull verdur á einum
dansigólvi ella á eini
konsert.
Hart og kontant
Tónleikurin á fløguni
harður og kontantur.
Har er næstan alla tíð
nógv ferð á tí elektro-
niska pulsinum, og tín
fótur verður tvungin
at sveiggja afturvið
teimum rennandi tónu-
num. Har hendir nógv
í ljóðmyndini. Har eru
nógv “riff”og nógvur
gangur.
Ljóðið á fløguni
er sera reint og kalt.
Hetta kemst av tí, at
tað fyrst og fremst eru
digital ljóðføri fremst
í ljóðmyndini. Myndin
verður sostatt litað
av einum rættiliga
“kliniskum” ljóðið,
sum eisini er við til at
gera tónleikin øðrvísi, í
føroyskum høpi.
Men tónleikurin er
eisini sera eintáttaður,
haldi eg. Eg havi lurta
eftir fløguni einar 5, 6
ferðir, men tey flestu
løgini perla bara av
mær. Kanska eri eg
seinur, kanska eri eg
ov líkaglaður, men
tónleikurin fangar meg
ikki heilt. Eg minnist
næstan onki niðurlag,
og hetta sigur eitt
sindur um tónleikin
(ella um meg). Tó eri
onkur løg á fløguni,
sum mær dámar heilt
væl. Men eg haldi at
mær dámar tey, fyri
tað nýggja, fríska og
ikki so nógv fyri tað
tónlistarliga innihaldi.
Pluss og minus
Tað er feitt at hoyra
Brynjolf folda seg út
á fløguni. Hansara
ljómborðspæl er
heilt spennandi, og
ágangandi, og hetta er
eitt avgjørt pluss fyri
fløguna. Rúni stendur
seg eisini rættiliga
væl, men er ikki serliga
sjónligur í ljóðmyndini.
Hetta er spell, tí at tú
hómar nógv góð hug-
skot í hansara spæli.
Ludvik er ein øðrvísi
sangari, enn teir sum
vit vanliga hoyra her
heima. Heldur enn at
arbeiða við melodium,
velur hann fyri tað
mesta at rappa við eini
ágangandi og myrkari
rødd. Alt gott um tað.
Men hansara vokalu
framførslur eru ikki
nóg sannførandi. Fyri
mær ljóðar tað sum
um hann bara hevur
eitt gear at syngja í,
og hetta telur niður í
heildarmyndini. Ikki
tí, tað noyðist ikki
vera negativt at bara
nýta eitt “gear”, men
so má tað gerast
sera sannførandi. Um
hann kundi arbeitt
meiri við síni rødd;
kanska nýtt eina meira
dynamiska tilgongd
til sangin, hevði hetta
kunna lyft løgini
kilometrar longur upp.
Tá ið hann syngur
á sama hátt alla
tíðina, so er neyðugt
at gera eyka nógv
burturúr tulkingini,
fyri líkasum at halda
tónleikin áhugaverdan.
Og tað skal eisini
verða sagt, at hann
rakar onkrar feitar
og góðar tulkingar
á fløguni. Onkuntíð
rakar hann eina ráa,
ógvisliga tulking av
síni framførslu, sum
lýsir ein persón, sum
tú helst ikki vil hitta
seint á nátt. Eitt nú í
lagnum “QNT” meti
eg, at Ludvik hevur
sína feitastu framførslu
á fløguni. Her hevur
Ludvik eina ráa og
ópoleraða framførslu
í lagnum, sum
einsamøll ber lagnum
uppi.
Men á fløguni eru
eisini framførslur,
har hann rakar
eina fullkomiliga
onkisigandi tulking.
Eitt nú í lagnum
“Kaos”, haldi eg at
hansara partur liggur
eftir.
Tað tykist sum um
limirnir í Side Effect
vilja hava eina harða
mynd fram. Hetta
verður eisini staðfest
í tekstunum. Tekstirnir
snúgva seg um nógv
ymisk viðurskifti
– ball, anoreksisk
fotomodell, at verða
góð við hvønn annan,
sex o.s.fr. Eisini er
eisini høvi at syngja
um, at Side Effect eru
feitir, og at bólkurin
er komin fyri at vera.
Sostatt er onki greitt
fokus í tí tekstliga
partinum. Eisini haldi
eg, at rímini eru
svingandi í dygd. Vit
hoyra heilt nógvar
kliché´ir, men hetta
er kanska innanfyri
spælireglurnar í
hesum tónleikaslagið?
Barnasjúkur
Hetta er fyrsta útgávan
hjá Side Effect.
Bólkurin gongur eini
bjartari framtíð í møti,
og mær er fortalt, at
útlendskur áhugi er
fyri bólkinum og tón-
leikarum í Side Effect.
Men hóast hetta, so
haldi eg, at har er
ymiskt, sum má gerast
betri í framtíðini. Sum
sagt, so er hetta ikki
tónleikur, sum vit van-
liga hoyra í Føroyum.
Men fyri at gera eina
haldgóða fløgu, er
ikki nokk at fylla hana
við øðrvísi ljóðið og
tónleiki. Vit skulu
heiðra Side Effect fyri
at vera nýskapandi (í
føroyskum høpi), men
tónleikurin er ikki nóg
sannførandi. Løgini
eru ikki nógv annað
SIDE EFFECT – eitt nýtt
ka pitt ul í føroyskari tónleikasøgu
H
ljó
b
ð
føroyskum høpi.
M
tó l ik
i
ágangandi og myrkari
ødd Alt
tt
t ð
...All the kids gone out tonight – wanna drink and wanna
fight – if you don´t wanna see the light – you will surely
loose your sight... QNT – Side Effect
“...Vit spæla alla nátt til tit
gott og tað sum vit vilja –
hundur – lagið ljóðar sum
Effect
i
øll b
l
kli hé´i
h tt