Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fløguummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Longu tá ið fyrsta lagið á fløgini “Talibann” (stuttligt orðaspæl) verður blást út ígjø- gnum hátalararnar, verður tú mintur um hvussu orkumikil tónleikurin hjá 200 er. Teir fresa avstað við 200 kilometrum um tíman, og smálutirnir sita sera væl. Eg haldi, at 200 ferð eftir ferð vísa, at teir eru millum best spælandi rokkból- karnar her á landi. Og “Graceland” er sjón fyri søgn. Tónleikurin er heilt væl spældur, og serliga samans- pæli millum bass og trummur er trygt. Við einum tílíkum botni, sleppur Niels Arge Galan at róta og larma nógv, uttan at tað fyrikemur óskipað. Tað er eisini hugtakandi at hoyra, hvussu energiskur Uni Árting er á trummunum. Maðurin er ein sonn orkubumba, og hetta er eftirhondini eisini eitt av høvuðseyðkenninum hjá 200. Løgini á fløguni eru nógv meiri punk enn tey á “Viva...” fløguni. Tað longsta lagið á fløguni er 3.08 minuttir, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Onki fjas, bara dundandri punkur. Niels argar Tekstirnir eru sum altíð argandi. Hóast bólkurin hevur flutt fokus frá loysingini, eru tekstirnir grovir og ironiskir. Heitið á fløguni “Graceland” er eisini ein áben- ding um hvør ið fær av grovfílini. “Graceland” snýr seg stutt sagt um, at vit hava tað so fanta- stiskt í Føroyum, tí at vit fylgja Guðs orðið. Men hesaferð er tað ikki bara Niels, Uni og Mikael, sum hava skrivað tekstirnar. Hesaferð hava teir eisini nýtt brot úr kjakinum í Løgtinginum. Neyvan høvdu politikarar roknað við, tá teir á landsins tingi søgdu sína hjartans meining um rasismuparagraffina, at teirra orð skuldu enda á “Graceland” fløguni. Og tað eru nøkur heilt ótrúlig úttalilsi á fløguni. Nærum allar grundgevingar koma frá kristnum fundamenti, og hetta er nakað sum ikki hóvar garpunum í 200. Sjálvandi hava teir nýtt tey brotini, har ið politikararnir “vassa djúpast”, men hetta er eitt stuttligt og viðkomandi innslag á eini samfelags revsandi rokkfløgu. “...Tað hevur eisini eina avleiðing, ikki at gera tað sum Guðs orð sigur. Og eg nevndi eisini í áðni eitt dømi um Sodoma og Gomorra. Tað vita nokk tey flestu, hvat ið hendi við teimum bygdunum. Og tað hendi millum annað av tí, at homosek- sualitetur var so útbreiddur sum hann var...” Sagt á Løgtingi – er at hoyra í lagnum “Homofobia”. Á fløguni eru nógv løg, sum óivað fara at ska- pa øsing ymsa staðni. Eitt nú snýr lagið “Smuglarin” seg um eitt viðkvæmt evnið. Lagið snýr seg um tað, sum teir í 200 rópa fyri “trúar-imperialismu”. Teir syngja um fólk, ið smugla bíbliur inn í Kina, og harvið kroysta kristindómin inn yvir hesar neyðars kinverjar. Reint Tú kanst halda hvat tú vilt um 200 og teirra tónleik. Men eitt skulu teir eiga: teir eru 100% stílreinir. Teir vita hvat teir vilja, og tónleikurin og konseptið er púra gjøgnumført. Hetta er sera gleðiligt fyri eina útgávu, at hon hevur ein reyðan trá, tí at tín uppliving sum áhoyrari verður nógv meiri innilig. Hóast teir tríggir í 200 kunnu tykjast sum nakrir ónøgdir unglingar, so haldi eg at ein alla tíð hoyrir at hetta er mótmælistónleikur, við einum glimti í eygunum. Eg taki teir ikki so forbiðið seriøst, men eg haldi at tann mátin teir skriva sínar tekstir uppá, krevur at tú sum lurtari tekur eina støðu. Tað er ikki nóg mikið bara at rista við heysinum. Tú mást hava eina meining um tey ymisku viðurskiftini sum Niels syngur um, tí at teir seta alt so einsíðugt og hvast upp, soleiðis at tú mást hava eina meining um tað. Og júst hetta, at hava eina meining, tykist at vera gjøgnumgangandi hjá 200. Lagið “Exodus (2015)” snýr seg júst um, at teir eru troyttur av líkasælu. “Graceland” verður heilt vist ein sannur gloypibiti hjá tónleik- afjepparum her heima. Men kanska er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn okkara yndispunkarar verða viðurkendir víða um. Teirra framførsla á Roskilde Festivalinum fyrr í ár, hevur óivað vakt ans nógva staðni, og “Graceland” er eitt fínt amboð til at byg- gja víðari uppá hesa succes. 200 hava tann fyrimun, at teir eru ein heilstoypt vøra. Teir hava nakað heilt egið, og er hetta absolutta styrkin hjá bólkinum. “Graceland” er ein feit fløga, og við løgum sum “Talibann”, Homofobia” og “Mogghøvd”, fer bólkurin óivað at vinna sær enn meiri frama. 5 t okkum skilja – vit spæla meir enn – bassurin ljóðar sum ein stungin eitt feitt undur...” Kaos – Side GRACELAND – 200 Við síni nýggju útgávu leitar 200 aftur til tónlistarligu røturnar. Úrslitið er ein skitin og speisk fløga. “Viva La Repulica” var ein sera vælumtókt útgáva, sum fekk sera góð skoðsmál í fjølmiðlum. Løg sum “Muscleman-blað”, “mamma” og “Tað stóra bankaránið” gjørdust landaplágur, og bólkurin lyftist sostatt frá at vera ein undirgrunds-mótmælisbólkur, til at vera fólkaogn Nú hevur bólkurin 10 ár á bakið, og fløgan “Graceland” vitnar um, at bólkurin als ikki er mettur enn. V s f o v á enn pumpandi óljóð, sum allarhelst eru framúr á einum dan- sigólvi. Men tá eg lurti eftir tónleikinum, er tað bara ein fløt ken- sla, sum rakar meg. Har er ongin verulig “saft” í tónleikinum. Óviðkomandi, popp- smartir tekstir um foto- modell o.s.fr. siga mær onki, og er hetta spell fyri heildarmyndina í tónleikinum. Tekstirnir eru eisini á tremur við banalum rímum, sum eisini telja niður. Men tá tað er sagt, so er hetta allarhelst ein partur av spælireglu- num í hesum slagið av tónleiki. Tað skal ljóðað “hart og smart”, og um hetta er endamálið, so kann man siga at endamálið er rokkið.