mikudagur 23. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Meðan
føroyskir
sniðgevar
ofta leita
sær út um
landoddarnar
fyri at
royna seg sum
sniðgevar,
so er danska
Helene Sandholm
komin til
Føroyar at
royna seg
sum sniðgeva.
Í næstum
verða sniðini
hjá Helene
víst fram á
framsýning á
Hotel Føroyum.
Móti
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Helene Stjernholm
er 24 ára gomul og
flutti úr Danmark fyri
trimum mánaðum
síðani. Hon hevur
eitt lítið verkstað í
Tórshavn har hon
seymar og selur klæði.
Danski sniðgevin
fer at hava eina
mótasýning við
veitslukjólum og
brúðarkjólum á
Hotel Føroyum 15.
september.
- Eg seymi altíð ein
kjóla uppá eina ávísa
kvinnu tí kjólin skal
passa henni. Serliga
yvirdeilurin skal sita
heilt tætt, og tað er
týdningarmikið, at
hann passar perfekt.
Tí eru kjólarnir
ið skulu vera við
á mótasýningini,
seymaðir til ta
modellina, sum skal
sýna hann fram.
Tá kjólin er
seymaður uppá eina
ávísa gentu, kann
eg hava ringt við at
sleppa av við hann
aftaná mótasýningina,
men eg haldi, at tað er
týdningarmikið at vísa,
at eg dugi at seyma til
allar kvinnur, og
at eg seymi til allar
støddir.
- Eg kom til
Føroya, tí pápi mín
er ortopædiskur
skómakari. Hann
plagdi at búgva á hotel
tá hann var her, men
vildi heldur hava eitt
stað at búgva. At byrja
við ætlaði eg bara at
hava eini tveir kjólar
í vindeyganum hjá
honum, men tað gekk
upp fyri mær, at um eg
ikki var her, so fekk eg
ikki seymað nakað.
Helene Stjernholm
seymar veitslukjólar
og brúðarkjólar, tí
hon heldur tað vera
nógv meir spennandi
at seyma klæði til
konufólk enn til
mannfólk.
Skal vera unikt
Tá Helene gekk á
sniðgevaraskúlanum
fekk hon at vita, at
hon skuldi gera eina
mappu við
sínum hugskotum,
royndum av klæði og
tekningum. Men tað
hevur hon ikki í dag.
- Um eg gjørdi tað,
hyggja kundarnir bara
í mappuna og vilja
hava tað tey síggja
har. So er vandi fyri, at
fleiri kjólar vera eins,
og tað dámar mær
ikki. Tá ein kundi rindar
fyri ein unikkan kjóla,
er tað øðiliga keðiligt,
um hon kemur í eitt
brúdleyp, og onkur
annar hevur ein kjóla,
sum er akkurát líka.
- Eg havi heldur
ikki rullur av klæði
liggjandi, tí tá hvørvur
hugsanin við, at tað
skal vera unikt. Eg geri
ikki tveir kjólar sum
eru eins, tí eg eri sjálv
troytt av at síggja tey
somu klæðini aftur
og aftur. Mær dámar,
at tað sum eg geri,
er serstakt, og mær
dámar eisini væl, at
kundin verður glaður
fyri tað, sum eg geri.
Íblásturin fær Helene
úr gerandisdegnum,
hon fær hugskot, tá
hon gongur ein túr
ella lurtar eftir tónleiki.
Síðan roynir hon
hugskotini og avger
endaliga sniðið saman
við kundanum.
Vil liva av sniðgeving
Helene Stjernholm
selur í løtuni bert síni
klæði í Føroyum, og
hennara ambitión er at
kunna liva av at seyma
klæði. Men hon hevur
ikki sett vónirnar upp.
- Eg havi ikki sagt
við meg sjálva, at um
trý ár skal eg vera
komin so og so langt,
tað haldi eg ikki vera
realistiskt. Eg vóni
bara, at eg fái okkurt
at gera, og at tað
skal kunna mala runt.
Vónandi fái eg eitt
sindur meir at gera
aftaná mótasýningina.
Umframt at selja
klæði í Føroyum
kundi Helene
Stjernholm hugsað
sær, at selt nakrar
kjólar til ein handil
í Keypmannahavn,
sum selur brúkslist,
men enn er avtalan
við handilin ikki komin
uppá pláss.
Stílurin á klæðunum
hjá Helene er
romantiskur. Hon
brúkar nógvar perlur
og blondur og dámar
væl, at kjólarnir eru
g
a
at
ar
,
t,
,
allar kvinnur og
mappu við
sínum hugskotum
GER IKKI TVEIR LÍKA
KJÓLAR