mikudagur 23. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Í summar hava
Kuna og Hanna-
Ilona verið í
Føroyum sum
Nordjobbarar,
tær hava
uppliva
fólkið og
landið og
føroyska
veðrið.
Nordjob
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Í summar hava Kuna
Rasmussen av Fjóni í
Danmark og Hanna-
Ilona Härmävaara
úr Helsinki í Finlandi
verið í Føroyum
sum partar av
Nordjob. Hanna-
Ilona hevur arbeitt í
Norðurlandahúsinum,
har hevur hon millum
annað fingist við Ung i
Norden verkætlanina,
við fyrireikingarnar
kring Galathea
vitjanina í Føroyum,
umframt at hon hevur
verið reingerðarfólk í
Norðurlandahúsinum
restina av
tíðini. Fríggjadagin fór
Hanna-Ilona av landi-
num aftur, men áðrenn
hon fór fingu vit orð
á hana og donsku
vinkonuna Kunu. Kuna
verður verðandi í
Føroyum nakrar vikur
afturat, og arbeiðir á
kampingplássinum
yviri við Strond.
Vit hittu tær báðar í
Norð urlandahúsinum.
- Hetta er okkara
stað, greiddu tær frá
- Okkara arbeiðstíðir
hava passað rættiliga
væl saman, og tí hava
vit ofta hitst her í
Norð urlandahúsinum,
onkuntíð hava vit sitið
her í nógvar tímar.
Serliga tá veðrið ikki
hevur verið til vildar.
Tann eina dagin sótu
vit her og bíðaðu
eftir, at veðrið skuldi
blíva nóg gott til at
vit kundu fara heim,
men til endans skiltu
vit, at tað bleiv ikki
betur, greiðir Kuna
frá.
Føroyska veðrið
Føroyska veðrið
tykist at hava gjørt
stórt inntrykk á
genturnar. Tí tað
fyllur nógv í práti-
num. Hanna-Ilona
sigur:
- Eg havi lært at
skilja, at tá tað ikki
regnar alt ov illa, er
veðrið gott. Onkuntíð
kann tað vera eitt
sindur keðiligt at hoyra
heiman úr Finlandi, at
har eru 30 stig, meðan
tað er grátt og regn
her.
Nólsoyggin lokkaði
Ætlanin var, at eg
skuldi hittast við
gentunum hósdagin,
men tá lá ikki fyri
hjá gentunum, tí tær
skuldu til Nólsoyar.
Hanna-Ilona skuldi av
landinum, so hetta
var síðsti møguleiki at
sleppa til Nólsoyar.
- Eg havi start eftir
hasi oynni í fleiri vikur.
Hon liggur har úti
so vøkur, og eg vildi
uppliva hana, áðrenn
eg fór heim til Finlands
aftur, sigur Hanna-
Ilona.
Kuna vildi eisini
gjarna fara henda
síðsta túrin saman við
vinkonuni, hava ein
seinasta frídag saman,
áðrenn hin fór.
- Eg haldi tað mest
stórsligna var at síggja
Havnina har úti frá,
og so sjálvandi eisini
hinar oyggjarnar. Tað
var ótrúligt at síggja,
hvussu tættar tær
liggja. Føroyakortið
lýgur ikki, hetta er
veruliga eitt so lítið
land!, sigur Kuna.
Viðmæla Nordjob
Bæði Hanna-Ilona
og Kuna hava dámt
væl í Føroyum, tær
hava búð hjá fittum
fólki, og á túrinum
hava tær hitt nógv
fólk. Serliga hevur
sambandið millum teir
ymisku Nordjobbarnar
verið gott, tær hava
fingið nógvar vinir, og
kunnu báðar viðmæla
Nordjobb verkætla-
nina, til føroysk ung, ið
vilja hitta onnur fólk.
Hanna-Ilona sigur,
at sum finni hevur
hon ikki uppliva
norðurlendska
felagsskapin á hendan
hátt áður.
- Hóast heimurin er
globaliseraður, so eru
vit alíkavæl ymisk, tey
ymisku londini hava
síni eyðkenni og, vit í
Norðurlondum hava
nógv til felags, sigur
hon.
Varð kasta út í tað
Fyri Kunu hevur uppli-
vingin, at hava ábyrgd
av kampingplássinum
yviri við Strond verið
sera stór.
- Tað var eitt sindur
torført í byrjanini,
eg eri einsamøll á
kampingplássinum
og ofta er sera nógv
at gera. Eg varð
bara kasta út í tað,
men hetta hevur
verið stuttligt. Eg
kom til Føroyar fyri
at hitta fólk, og tá er
kampingplássi nærum
tað fullkomna staðið
at arbeiða. Mær
dámar eisini sera væl
Ingigerð, sum er stjóri
hjá mær. Hon er stak
fitt, og hevur latið meg
fingið fríð, tá eg gjarna
vildi uppliva okkurt.
Kuna fekk m.a. fríð,
tá hon og Hanna-Ilona
fór til Suðuroyar.
Tær høvdu hoyrt, at
suðuroyingar vóru
fittastu fólk í Føroyum,
og tað vóru teir eisini,
tær hittu øgiliga
nógvum fittum fólki
har.
Ætlaði sær til
Stockholm
Hanna-Ilona hevði
ongantíð ætlað sær
til Føroyar. Hon
fylti út umsóknina
til Nordjobb á
alnetinum, tí hon vildi
til Stockholm fyri at
menna sín kunnleika
til svenska málið. Men
áhugin at sleppa til
Stockholm var sera
stórur, so tá Hanna-
Ilona fekk boðið
Nordjob pláss, var
hetta í Føroyum. Hon
ivaðist nógv, um hon
skuldi fara ella ikki.
- Eg visti um
føroyska veðrið, og so
var tað eisini rættiliga
kostnaðarmikið at
ferðast til Føroyar. So
eg visti ikki heilt, um
eg skuldi fara, men
mamma mín vísti á, at
hetta var ein møguleiki
at vitja eitt land, ið eg
annars ongantíð fór at
sleppa at vitja. So eg
avgjørdi at fara og nú
aftan á, eri eg glað fyri
tað, tí eg havi uppliva
nógv og havi hitt nógv
fólk og fingið nýggjar
vinir.
Ilona
Norð
har h
anna
Nord
við f
kring
vitja
umfr
verið
Norð
resti
tíðin
Hann
num
hon
á ha
vinko
verð
Føro
aftur
kam
yviri
Vit
Norð
- H
stað,
- O
hava
væl
vit o
Norð
onk
her
Ser
hev
Tan
vit
efti
blív
vit
me
vit
be
frá
Fø
Fø
ty
st
g
f
n
sigu
E
prinsessuligir.
Um tveir av
kjólunum hjá henni
vera samanbornir,
er tað ikki týðiligt, at
sami persónur hevur
gjørt báðar.
- Mær dámar teir
allar, og eg geri teir
soleiðis, sum kundin
vil hava teir. Mítt mál
er at gera klæði til øll.
VEÐRIÐ ER GOTT, TÁ TAÐ
IKKI REGNAR OV ILLA