Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 161 - 23. august 2006 ] Holst fær frí í kvøld Í kvøld eru dystir í donsku steypakappingini, og ein av dystunum er millum Lyngby og Frem Sakskøbing, sum spælir í lægru deildunum í Danmark. Fleiri av teimum føstu spælarunum hjá Lyngby hava fingið frí til dystin í kvøld, og ein av teimum er álopsspælarin Christian Lamhauge Holst. Lyngby hevur staðið seg væl í fyrstu umførunum av nýggju kappingini í 1. deild og liggur í løtuni á odda. Um vikuskiftið er aftur dystur á skránni, og tí sleppa fleiri spælarar at hvíla til dystin í kvøld, sum Lyngby eigur at vinna uttan stórvegis trupulleikar. Andrew kann ikki spæla Andrew av Fløtum er ikki við í hópinum hjá Fremad Amager til steypadystin ímóti Østerbro í kvøld. Andrew hevur annars verið á liðnum hjá Fremad Amager, men seinastu vikurnar hevur hann verið skaddur, og hann er ikki komin fyri seg enn. Andrew var heldur ikki tikin út til landsdystin hjá Føroyum ímóti Skotlandi næsta leygardag av somu orsøk. Fremad Amager hevur strævna skrá í løtuni, men hóast hetta ætlar venjarin Benny Hansen at stilla við so at siga sterkasta liðið til steypadystin í kvøld. FM í býarsúkkling varð avgjørd í einum tøttum endaspurti, sum ungi Torkil Veyhe akkurát ikki megnaði at vinna. Gunnar Dahl-Olsen vann eina spennandi kapping og ein spennandi endaspurt. Súkkling Tíðindaskriv Leygarmorgunin bleiv kappast í FM í 50 km býar­ súkkling. Veðrið var sera gott, og tað sama kann sigast um luttakaratalið, um mann hugsar um tíðina, tá súkklað bleiv. Flest allir súkklarar vóru samdir um, at teinurin, ið súkklaður bleiv, var ein sera spennandi teinur. Mál og startur var við Føroya Sparikassa Yviri við Strond. Leiðin gekk síðan niðan gjøgn­um miðbýin, eftir Skálatrøð, Sigmundargøta, J. C. Svaboesgøta, Velba­ stað­vegur, Marknagilsvegur, Ring­vegur, og so aftur á Strond-vegin. Teinurin er góðar 10 km og koyrt verður tí fimm ferðir runt um Havnina. Rólig byrjan Eftir fyrsta umfar vóru all­ ir súkklararnir framvegis saml­aðir, men á súkklu er Velbastaðvegur tungur at vinna niðan á, og tá menn á triðja sinni skuldu niðan eftir Velbastaðvegnum, byrj­ aðu súkklarar so smátt at troyttast og fella frá. Á triðja umfari royndi Gunnar at stinga av frá felt­in­ um, men ungu súkklararnir, Torkil Veyhe og Sigmund Olsson, hava ment seg so mikið nógv seinastu árini, at hesir ótroyttuligu súkklarar megnaðu uttan himpr at koyra Gunnar inn aftur. Áslak koyrdi gott Áslak Nesá og Andrass Joen­sen eru fyri kortum byrj­aðir at venja súkkling og triathlon. Eisini teir koyrdu sum brandar leygardagin, og tað var um reppið, at Áslak fór við sigrinum leygar­ dagin. Í síðsta umfari megn­ aði hann at koyra Torkil og Gunnar inn aftur, tá uml. 500 metur vóru eftir at koyra, og tá menn fóru at sprinta um sigurin, smæddist hann avgjørt ikki ímillum. Hann lá eins væl fyri sum hinir báðir, og kreftirnar hevur hann eisini. Kappingin hevði heilt vist verið enn meira spennandi, um Eli Christiansen eisini luttók. Hetta kundi ikki lata seg gera vegna tað, at Eli fyri tíðina stríðist við ein knæskaða. Torkil hevði absolut ein góðan dag, og longu nú, á so ungum aldri, er hann komin eftir hvussu tídningarmikið tað er at vera taktiskur eis­ ini, at brúka kreftirnar rætt. Hann koyrdi næstan ”orða­ rætt eftir bókini”, og hevði hann ikki byrjað endaspurtin so tíðliga, ja so var tað all­ar­ helst hann, ið stóð ovast á sigurspallinum. Taki eisini hattin, ella rættari hjálmin, av fyri Áslak, ið fleiri ferðir megnaði at koyra útbrotið inn aftur. Hann hevur ment seg ótrúliga nógv, síðan hann í januar mánað í ár á fysta sinni luttók í einari súkklukapping, segði Gunn­ ar Dahl-Olsen eftir kapp­ ingina. Grand old man Taktikkur kom eisini í enda­spurtin millum Esmar Joensen og Høgna R. Øster. Hesir báðir vóru djúpt kon­ sentreraðir um, hvør av teim­um fyrst skuldi byrja at sprinta um sjeynda plássið. Meðan teir sita og bíða eftir hvør øðrum, fleyg ein triði maður framvið teimum. Tað var eingin annar enn vinnarin av Nólsoyarsvimjingini 2006, 49 ár gamli Evald Ras­mus­ sen, ið tók teir báðar á bóli. Vinnararnir í teimum ymsu bólkinum fingu steyp og heiðursmerkir, ið Føroyar Sparikassi hevði latið. Hin stuðulin til kappingina var Føroya Bjór. Kappingarárið er langt frá liðugt enn. Fleiri kappingar og meistaraheiti eru eftir enn at kappast um, og aftur í ár er møguligt hjá børnum at kappast um føroyska meistaraheitið. Eisini fara uml. átta føroyskir súkklar til Íslands at kappast fyrsta vikuskiftið í september. Ynskir tú at vita meira um føroyska súkkling ella at tilmelda teg til FM-kapp­ ingarnar sum standa fyri framman, kann hetta gerast á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, ið er www.tsf. fo Gunnar vann býarsúkklingina Úrslit, FM í 50 km Býarkoyring: Elita: Nr. Navn Tíð 1 Gunnar Dahl-Olsen 1.22.49 2 Torkil Veyhe Somu tíð 3 Áslakkur Nesá 1.22.50 4 Sigmundur Olsson 1.24.22 5 Esmar Joensen 1.32.15 Motión: Nr. Navn Tíð 1 Andrass Joensen 1.23.51 2 Sverri M. Edvinsson 1.25.55 3 Evald Rasmussen 1.32.15 4 Høgni R. Øster Somu tíð Unglingar: Nr. Navn Tíð 1 Niels Kristensen 1.39.13 Evald Rasmussen drívur á Gunnar Dahl Olsen vann tøttu kappingina í býarsúkkling leygardagin