Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 161 - 23. august 2006 ] Jónas í steypadysti Danska 1. deildarfelagið Frem skal í kvøld spæla í donsku steypa­kapp­ ingini, og dysturin verður á útivølli ímóti Her­følge, sum eisini spæl­ir í næstbestu donsku deildini. Fleiri spælarar hjá Frem hava skaðar at dragast við, og tí er ivasamt, hvussu mann­ ingin verður til dystin í kvøld. Jónas Tór Næss er ein av teimum, sum ikki spældi seinast. – Vit hava ein týdn­ ing­armiklan dyst ímóti Fremad Amager sunnu­ dagin, so tað kann verða, at vit royna okkurt í steypa­dystinum í kvøld, sigur venjarin Anders Theil við heimasíðuna hjá Frem. – Vit vit fara sum altíð á vøllin fyri at vinna, men nú mugu vit síggja, hvørjir spælarar kunnu spæla í kvøld, sigur hann. AaB stílar eftir steypagulli Eisini superligafelagið AaB skal spæla steypa­ dyst í kvøld, og tað verð­ur ímóti FC Fred­ er­icia, sum spælir í 1. deild. Og júst tað, at AaB skal spæla ímóti einum liði í lægri deild, fær venjaran at ávara spælararnar. Hann held­ ur, at teir mugu taka all­ar uppgávur í størsta álvara, tí ráð er ikki at tapa nakran dyst. – Vit stíla høgt í steypa­ kappingini í ár, men vit vita, at tað er ikki lætt at gerast steypavinnari, tí tú kanst ongan dyst tapa. Hinvegin er teinurin til gullið í steypakappingini tann stytsti, sigur Erik Hamrén. VB/S umhugsar luttøkuna í 1. deild Eftir at 1. deildarliðið hjá VB/Sumba leygardagin tapti heili 20-0 fyri AB, heitir felagið nú á møguligar spælarar um vísa seg og koma til venjing. – Vit fara at loyva okkum at heita á allar teir, sum ikki vilja hava hetta sitandi á sær, um at taka vánaliga úrslitið til sín og at gera nakað við tað. Okur fara tí vegna venjarar og fótbóltsnevnd, at heita á leikarar at taka uppgávuna í álvara og at møta til venjing, stendur at lesa á heimasíðuni hjá VB. –– Tað er meiningsleyst at skipa fyri fótbólti í næstbestu deildini og fáa skammilig úrslit, bara tí at menn ikki tíma at venja. Kemur ikki betri skil í verður liðið tikið úr kappingini.    Claus hugdi eftir tapi Coventry spældi í gjárkvøldið í fyrsta umfari av steypa­ kappingini Carling Cup, og Coventry varð sent úr kappingini beinanvegin. Covetry spælir í næstbestu ensku deildini, og mótstøðuliðið var Hereford úr triðbestu deildini. Tað var tó Hereford, sum vann dystin 3-1. Stuart Fleetwood skoraði øll trý málini hjá Hereford, og hann hevði gjørt tað til 2-0, áðrenn Coventry svaraði aftur við einum máli. Hereford fekk tó eitt mál afturat, og so kom felagið víðari í kappingini. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var við til dystin, men hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Munurin millum tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini vaks í gjárkvøldið upp í 16 stig. Nú verða stigini hálverað, men endaspurturin tykist verða lítið spennandi Kvinnufótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjárkvøldið spældu tey bæði fremstu liðini í bestu kvinnudeildini ímóti hvørjum øðrum. AB var á vitjan hjá KÍ í Klaksvík, og hetta var seinasti dysturin hjá teimum í grundspælinum í kvinnudeildini. Undan dystinum var longu stórur munur millum liðini, tí KÍ hevði 39 stig og AB 26 stig. Men AB hevði møguleikan at minka um munin, áðrenn stigini verða hálverað til endaspælið í deildini. Men AB megnaði lítið í Klaksvík. KÍ sat á mesta spælinum, og hóast einki mál kom í fyrra hálvleiki, átti heimaliðið at havt fingið okkurt málið. Skoraðu fýra ferðir Í seinna hálvleiki fekk KÍ hol á, og so gjørdist tað tungt hjá AB-liðnum, sum hevði vart væl. KÍ vann at enda dystin 4-0. Kristina Eyðbjørnsdóttir gjørdi trý mál og Bára Skaale Klakstein eitt. Nú grundspælið er lið­ugt, er KÍ heili 16 stig framm­an­ fyri nummar 2, sum er AB. Fýra tey fremstu liðini í deildini skulu nú spæla um FM, og stigini, sum tey hava vunnið sær í grundspælinum, verða hálverað. Tað merkir, at KÍ undan seinastu seks dystunum er 8 stig á odda, og tí er ikki stórur spenningur í deildini, nú endaspurturin verður settur inn. Umframt KÍ og AB, skulu eisini GÍ og EB/ Streym­ur kappast um FM, og endaspælið byrjar um vikuskiftið. KÍ vann toppdystin hjá kvinnum Landsliðsvenjararnir Pæt­ ur Clementsen og Finn Johannesen hava sent boð eftir dreingjaspælarum til úttøkuvenjing hjá U17 landsliðnum sunnudagin. U17 skal í oktober mánaði spæla EM-undankapping í Norðurírlandi, og fyri­ reikingarnar til hesa kapp­ ing byrja nú av álvara. Spælararnir, sum hava fingið boð, eru hesir: Sámal J. Djurhuus, Ási Dam FS Vágar ‘04, Viljormur Davidsen, Karl Løkin, Petur M. Magn­ussen, Klæmint A. Olsen, Heri Nesá, Jóhan S. Edmundson, Eyðstein Joensen, André Olsen, Remi Langgaard NSÍ, Rógvi Holm, Fríði G. Jensen, Uni Johannesen, Christian í Garði, Róaldur Jacobsen, Ámund Hansen B36, Gunleif Olsen TB, Martin Tausen, Rani N. Johannessen, Heini Vatns­dal VB, Erland Berg Danielsen Hans Jørgensen Skála, Páll Klettskarð, Eli Simonsen, Daniel Dam, Andrias Ellingsgaard, Jógv­ an Isaksen KÍ, Høgni Mid­ jord B71, Erling Jacob­sen GÍ U17 hevur úttøku­venjing Danska felagið FC Keypmannahavn skal í kvøld royna at vinna seg inn í Champions League kappingina, har veruliga gullið í europeiskum fótbólti liggur. Nógvar spennandi avbjóðingar eru í bólkaspælinum í Champions League, og nógvir pengar eru at vinna. FCK spælir í kvøld seinna dystin ímóti Ajax í Amsterdam, og eftir 2-1 tapi á heimavølli skal FCK skora í minsta lagi tvey mál í Amsterdam í kvøld. Venjarin Ståle Solbakken er bjartskygdur og trýr upp á møguleikan, hóast tað verður trupult, og hann heldur, at kontraálop og deyðbóltsstøður skulu geva FCK neyðugu mál­ini. Kanal 5, sum mill­um annað sæst á Tele­varpinum, vísir dystin millum Ajax og FCK í kvøld frá klokkan 19.30. FCK í pengadysti Landsliðið ímóti Skotlandi Málmenn: Jákup Mikkelsen, B36 Meinhardt Joensen, KÍ Verja: Óli Johannesen, TB Atli Danielsen, KÍ Janus Joensen, HB Jákup á Borg, HB Vagnur Mortensen, HB Miðvøllur Fróði Benjaminsen, B36 Kári Nielsen, HB Pauli G. Hansen, Skála, Claus Bech Jørgensen, Coventry Bárður Olsen, EB/Streymur Hanus Thorleifsson, B36 Julian Johnsson, B68 Álop: Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur Símun Samuelsen, Keflavík Christian Høgni Jacobsen, NSÍ Rógvi Jacobsen, HB Jónhard Frederiksberg, Skála