mikudagur 23. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
33
lýsingar
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo
Sosialráðgevi
Sosialráðgevi til barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
Í samband við at ein av okkara sosialráðgevum er í farloyvi til 1. mars 2007, er eitt
avloysarastarv á Sosialu Deild í Klaksvík leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildarleiðaran og starvsfólk á deildini, at
taka tær av einum spennandi og fj øltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og
øðrum uppgávum sum Barnaverndarumsitingin tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum við serligum tørvi
• at ráðgeva barnaverdarnevndini í barnaverndarlógini
• at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir
• at virka sum samskipari í málum har fl eiri myndugleikar eru við
• at samstarva tvørfakliga
• at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fakpersónar og stovnar á barna- og ung
dómsøkinum
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
• er útbúgvin sosialráðgevi
• hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna og ungdómsfamiljum við
serligum tørvi
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum, og hjálpa teimum út frá hesum
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
Vit bjóða tær:
• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• Góðar samstarvsfelagar
• Supervisión
Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett skjótast gjørligt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið
Fleiri upplýsingar:
Fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðara á telefon
410000.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. september. 2006
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
700 Klaksvík
Um barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Svínoyar, Fugloyar, Kunoyar og Klaksvíkar kommunu. Umsitingarliga
er barnaverndartænastan ein eind undir Sosialu deild í Klaksvíkar kommunu.
Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og
menning, neyðuga hjálp og umsorgan.
Á Sosialu deild starvast, umframt leiðarin, tveir sosialráðgevar, ein barnaansingarsamskipari/ stuðulsráðgevi, ein
dagrøktarleiðari og eitt skrivstovufólk.
Klaksvíkar Kommuna / Sosialu Deild
Jørð til sølu í
Funningi
Tvær gyllin og 16 skinn. Fremra gonga í Líðini og
3352 fermetrar innangarð. Verður selt samlað.
Tlf. 422267
um...
...er lisin
-so ert
tú við!