mikudagur 23. august 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 161 - 23. august 2006
Søkt verður eftir
pedagogi ella hjálpar
fólki til Frítíðarskúlan
í Saltangará
Frítíðarskúlin heldur til í Gomlu læknahúsinum
á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er
normeraður til 37 børn.
Starvið, sum er 25 t.v., verður flokkað á lønarstig
11-17 ella 2-6 og er tíðaravmarkað fram til 31. juni
2007. Setanin verður ætlandi skjótast gjørligt ella
frá 1. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávan verður at stuðla og stimbra
einum barni við serligum tørvi. Arbeiðsstaðurin
verður partvíst í frítíðarskúlanum og heima.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• er áhugaður at arbeiða við børnum við serligum
tørvi
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur góð samstarvsevnri og er sjálvstøðugur
• hevur umsorgan og virðing fyri børnum
Starvið verður sett 1. oktober 2006 ella skjótast
gjørligt.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Lailu
Weihe, leiðara á tlf. 216630.
Umsókn, við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skal vera kommununi í hendi, í seinasta
lagi 31. august 2007.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Stongt
Sjúkrakassin er stongdur vegna feriu frá 28. august
til og við 30. august 2006.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Sjúkrarøktar
frøðingur í
náttarvakt
Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir eftir
sjúkrarøktarfrøðingi til ábyrgdarhavandi náttarvakt 32
tímar aðru hvørja viku sv.t. 0,4 lønarbrøk.
Starvið kann setast skjótast tilber ella eftir nærri avtalu,
er lønt sambært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja tlf. 316788.
Umsókn við neyðugum prógvi og autorisatión skulu
sendast til leiðaran á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreist 7. september 2006.
Røktar og umlættingarheimið
Heilsuatstøðingar í
kvøldvakt
Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir eftir
avloysarum fyri heilsuatstøðingum sum eru í farloyvi.
Eitt starv er leyst frá 1. oktober 2006 til 1. apríl 2007
og er í kvøldvakt 56 tímar aðru hvørja viku sv.t. 0,7
lønarbrøk.
Næsta starvið er leyst frá 1. oktober 2006 til 1. februar
2007 eisini kvøldvakt 56 tímar aðru hvørja viku sv.t.
0,7 lønarbrøk.
Størvini eru lønt sambært sáttmála ímillum Fíggjar-
málaráðið og Almanna- og heilsurøktarafelagið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja tlf. 316788.
Umsóknir við neyðugum prógvum skulu sendast til
leiðaran á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreist 7. september 2006.
Røktar- og umlættingarheimið
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini fyri
Froðbiar bygd
Útsetti útskiftingarfundurin verður mánadagin
28. august kl. 10.30 í kantinuni í skúlanum í
Trongisvági.
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.
Starv í Norðskála-
Oyrar skúla
Ein av lærarum okkara fer frá vegna aldur. Tískil
søkja vit eftir einum lærara at undirvísa 22t/v frá 1.
oktober og skúlaárið út. Lønarbrotið er 0,8.
Søkt verður eftir lærara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
Harumframt skal lærarin hava førleika at átaka
sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/
lærugreinaøkjum:
• Flokslærarauppgávan
• Undirvísa í enskum í 7. flokki
• Undirvísa í føroyskum í 7. flokki
• Undirvísa í donskum í 3. flokki
• Undirvísa í heimkunnleika
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Lønar og setanartreytir:
Setanarøki er Norðskála-Oyrar skúli. Tann, ið sett-
ur verður, eigur at tola broytingar starvinum við-
víkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1–27.4 sam-
bært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið.
Starvið verður sett sum tíðaravmarkað starv fyri
skúlaárið 2006/2007.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
1. læraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin
5. september 2006 kl.12.00
Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til
1. læraran á 771035 ella við at senda teldupost til
oli.jakup.joensen@skulin.fo
Norðskála-Oyrar skúli
Skúlavegur 5 · Postbox 9, FO-400 Oyrarbakki
Tlf. 298 422245 · Fax 2908 422379
www.sunda.fo · mail: oj2309i9@skulin.fo
Norðskála-Oyrar skúli er 4. flokkaður skúli. Í skúlanum eru
61 næmingar, 6 lærarar og 1 stuðul.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.sunda.
fo - fylg slóðini skúlar.
Norðskála-Oyrar skúli er kendur fyri at vera næminga-
vinarligur skúli.
Hetta árið fara vit serliga at arbeiða við eftirmeting og
trivnaði.
Vit eru til reiðar til framtíðina… alla tíðina.
Almannamálaráðið
og heilsumálaráðið
Sjúkrahússtjóri
Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum
er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 25. august
2006. Nærri fæst at vita um starvið, við at fara inn
á heimasíðu okkara: www.ahr.fo, har nágreinilig
lýsing stendur.
Lesið
-so eru tit við!
LÝSINGAR