Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 251 - 30. desember 2000 Nr. 251 - 30. desember 2000 31 1. desember Undan dystunum móti Svø- ríki kann føroyski liðskip- arin, Jórun Ludvig, bert lova, at tær fara at stríðast alt tað, sum tær eru mentar. 5. desember Ein partur av føroyskari ítróttasøgu varð skrivaður, tá føroyska kvinnulandslið- ið fór á vøllin í Klaksvík, har tær spældu undankapp- ingardyst móti Svøríki. Hóast Føroyar taptu báð- ar dystirnar, eru fólk á ein- um máli um, at liðið hevur nakað at byggja á. Serliga í seinna dystinum, var før- oyska spælið til tíðir gott, meðan fyrri dysturin í stór- an mun var merktur av nervum frá okkara. Í flogbóltskappingini er oddurin framvegis hin sami, men nú tykist Fram aftur at hava fingið ferð á. 6. desember Havnar svimjifelag hevur sett russiskan venjara at taka sær av venjing felag- sins. Í Danmark eru føroyskir svimjarar á liðnum hjá Swim-Tam West úr Es- bjerg, sum vinnur DM fyri lið. Teir báðir føroyingarnir eru Ásbjørn Hansen og Eivind Eysturoy. 8. desember Búgvi Poulsen luttekur í sterkari judo-kapping í Svøríki, men sleppur ikki langt, tí hann beinan vegin rennir seg inn í tveir sterkar mótstøðumenn. GÍ hevur gjørt sáttmála við ein fyrrverandi pólskan landsliðsleikara, sum kom- andi árið skal spæla við felagnum. Í bestu mansdeildini vinnur StÍF á H71, meðan Neistin vinnur í Runavík. 9. desember Stórur spenningur er undan klassikaranum millum Kyndil og VÍF. Kyndil hev- ur til tíðir sýnt stórspæl, og roknað verður við, at teir kunnu geva vestmenning- um dygga mótstøðu. 12. desember Javnleikur varð úrslitið millum stórliðini, og við javnleikinum móti Kyndli missir VÍF fyrstu stigini á árinum. Í flogbóltinum togar mansliðið hjá Mjølni frá hinum liðunum. Nú er munurin niður til næsta lið- ið fýra stig. 13. desember 10 ára gamli strandingurin, Dánjal Jákup, tekur øll á bóli, tá hann vinnur árligu boccia-kappingina hjá ÍSB. Hann hevur bert vant í fáar mánaðir, og millum mót- støðumenninar taldust tveir norðurlendskir meistarar. 14. desember Venjarin hjá kyndilskvinn- unum, Birgir Hansen, boð- ar frá, at hann gevst sum venjari. Lotte Sørensen er upp á tal sum nýggjur venj- ari. Í Fuglafirði og Gøtu ar- beiða tey við at skifta gras- líkisvøllirnar, og í fyrsta umfari eru royndir av nýggjum vølli fingnar til landið. 15. desember Eftir at hava tapt seks ferðir á rað í grannauppgerðini vinna kyndilsmenninir endiliga á Neistanum. Hjá kvinnunum gongst ikki eins væl, og har mugu tær grønu boyggja seg fyri grannunum í steypakapp- ingini. 16. desember Lagt er upp til stórdyst, tá oddaliðini í bestu hond- bóltsdeildini, VÍF og Stjør- nan tørna saman um viku- skiftið. 19. desember VÍF er nú einsamal á odda hjá kvinnunum. Tær vinna á Stjørnuni, og fara tí til endaspælið við einum stigi meira enn klaksvíkskvinn- urnar. Í Klaksvík hava tær annars styrkt liðið til enda- spælið. Stórskjúttin hjá Sóljuni, Simona Dziugyte, fer til Klaksvíkar at spæla. Í flogbóltinum tykist alt at snúgva seg um Klaksvík- in, har bæði kvinnur og menn eru fremst, tó at kvinnurnar hava harða kapping frá Drátti. Grunnurin fyri Tórsvøll arbeiðir við eini ætlan um, at tak skal leggjast yvir á- skoðaraplássini. Ungdómslandsliðini í flogbólti skulu aftur í eldin komandi ár, og Jógvan Martin Olsen tykist ikki ónøgdur um lutakastið hjá føroysku liðunum. 20. desember UEFA tykist nú vera nógv meira sinna til at nýta graslíkisvøllir í altjóða høpi. Í løtuni royna teir nýggja slagið av graslíki í Sveis. Finalan í Coca-Cola kappingini í hondbólti verður flutt, tí U-21 lands- liðið skal royna seg um sama mundi. 21. desember Sterkastu føroyingarnir, Regin og Sámal, gera seg til at kappast við heimsins sterkasta par, sum er úr Finnlandi. Ætlanini var annars at kappast við danir, men vegna forfall er mót- støðan nú harðnað. Umframt at stekur menn- inir skulu kappast, verður fyri fyrstu ferð eisni kapp- ast í sonevndu miss galaxy kappingini í Føroyum. 22. desember Býráðið í Havnarbeiðir við at yvirtaka høllina á Háldi, sum krevur stórar umvæl- ingar. Mansliðið hjá VÍF endar endaspælið við einum sigri, og kunnu bæði kvinnur og menn sostatt fara til enda- spælið við fullum stigatali. Hetta tí liðini bert hava ein javnleik í part, meðan rest- ina av dystunum eru end- aðir við sigri. 30. desember Regin Vágadal og Sámal Johannis Joensen gera ikki mætari enn at vinna á finn- lendingunum, sum annars fýra ár á rað hava verið heimsins sterkasta par. Føroyska umboðið til miss galaxy kappingina komandi ár verður Sóleyð Jacobsen. Regin Vágadal og Sámal Jóhannis Joensen framdu seinast ítróttabragdið á árinum, tá teir vunnu styrkiskappingina móti heimsins sterkasta parið Desember Kvinnurnar sluppu at royna seg Føroysku hondbóltskvinnurnar taptu fyri Svøríki, men millum annað stórspæl frá Sóleyð Mikkelsen ber boð um, at knotur eru í liðnum. VIÐMERKINGAR Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Merkiligt er at hoyra, hvussu tann stóri politiski áhugin fyri tí góðu fíggjar- støðuni hjá Arbeiðsloysis- skipanini bert snýr seg um hetta eina: hvussu inngjald- ið kann minkast, og hvussu politisku myndugleikarnir síðani kunnu útnytta hesa lækkingina í ALS-inngjald- inum til at áleggja pørtu- num á arbeiðsmarknaði- num onnur nýggj gjøld og aðrar uppgávur ístaðin, sum onki hava við arbeiðs- loysisskipanina at gera. Men politiski myndug- leikin tekur ikki upp á tungu tað, sum er sjálvt høvuðsmálið við ALS: • í fyrsta lagi hvussu skipanin skal gerast betri før fyri at tryggja arbeiðsleysum eitt nøktandi endurgjald fyri tørvandi arbeiðsinntøku, og • í øðrum lagi hvussu skipanin skal berast betri før fyri at ávísa ella útvega arbeiðsleysum ar- beiðstilboð, ella við út- búgvingartilboðum geva arbeiðsleysum nýggjar vinnumøguleikar. Veruleikin er, at Arbeiðs- loysisskipanin nú stendur á so sterkum fíggjarligum grundarlagi, at tað lága út- gjaldið, sum varð ásett beint undan tí búskaparliga húsaganginum fyri 8-9 ár- um síðani, nú trygt kann verða sett upp frá 70% til 90% av eini arbeiðaraløn. Tá ið 1998-ársroknskap- urin hjá Arbeiðsloysisskip- anini í mai 1999 varð send- ur út, varð tíðindaskriv sent fjølmiðlunum og øðrum á- hugaðum. Í hesum tíðinda- skrivi varð sagt frá, at stýr- ið fyri ALS hevði umrøtt møguleikan fyri at hækka útgjaldið, og at hesin spurningur væntandi fór at verða tikin uppaftur í ári- num, tvs. í 1999. 1999 er farið, og nú ið 2000 er komið at enda, frættist í bløðunum, at spurningurin er umrøddur í ALS-stýrinum. Tað eru fak- felagsumboðini, sum hava kravt eitt hægri útgjald. Men tað er kveistrað til viks av stýrisformanninum saman við arbeiðsgevara- umboðunum. Hesi halda at 70% av eini arbeiðaraløn – tað eru eini 9.000 kr um mánaðin, áðrenn skattur er farin av – er nóg mikið hjá einum arbeiðsleysum at klára at forsyrgja sær sjálv- um og familjuni við ! Tey halda, at fólk eru sovorðin dovin beist, at verður ar- beiðsloysisútgjaldið størri, so tíma fólk ikki longur at arbeiða! Sambært Dimma- lætting nú uppundir nýggj- árið heldur stýrisformaður- in, at verður útgjaldið hægri, so er vandi fyri at ”tað tekur tað arbeiðshugin frá fólki” ! Men hvar hava tey tann vísdómin frá, at tað er sunt at revsa fólk, sum verða ar- beiðsleys, við bert at veita teimum eitt endurgjald uppá tveir triðingar av minstalønini í landinum? Her er so rørandi semja millum arbeiðsgevarameir- ilutan í ALS-stýrinum og tann borgarliga politiska meirilutanum á løgtingi og í landsstýri. Teirri víð- skygni við arbeiðsloysis- kipanini tykist ikki at røkka longur enn at minka um ALS-gjaldið, fyri at kunna flyta aðrar almennar út- reiðslur av fíggjarlógini yvir á partarnar á arbeiðs- marknaðinum. So hvørt sum búskapurin seinastu árini aftur er komin fyri seg og arbeiðs- loysið er minkað, er inn- gjaldið til ALS fleiri ferðir sett niður. Aftaná at tað lá uppi á 2,75% øll kreppuár- ini, er tað síðani 1997 stig- víst minkað, síðstu ferð 1. juli 2000 niður í 1,50% . Og tað skal aftur nú 1. apríl 2001 lækkað við 0,25% - samstundis sum nýtt gjald uppá júst 0,25% verður álagt løntakarum og ar- beiðsgevarum til at fíggja nýggjan barnsburðargrunn. Tað er sjálvandi at fegn- ast um, at tað ikki er longur neyðugt hjá ALS at taka so nógv inn sum áður. Men eiga vit tá ikki samstundis at krevja, at ALS eisini skal betra um sømdirnar til teirra, hvørs kor skipanin er gjørd til at tryggja, nevn- liga teimum arbeiðsleysu? Hóast inngjaldsprosentið støðugt er minkað, hevur ALS seinastu árini havt stórt rakstraravlop: 1997: 66 mió. kr. 1998: 71 mió. kr. 1999: 72 mió. kr., og væntað 2000: 60 mió. kr. – hóast inngjaldið er sett tvær ferð- ir niður í hesum árinum! Mett verður, at ALS nú við árslok hevur einar 250 mió. kr. á bók. Fíggjarliga grundarlagið undir ALS er sostatt sterkt, og hóast inn- gjaldið verður sett uppaftur longur niður komandi ár, fer ALS framvegis at hava stórt rakstraravlop, kanska einar 45-50 mió. kr. um árið. Ein hækking av útgjaldi- num frá 70% til 90% av eini arbeiðaraløn kann met- ast at minka rakstraravlopið við útvið 20 mió.kr., mett út frá gongdini í 2000-tølu- num. Tvs. at hóast inngjaldið verður sett niður til 1,25% og útgjaldið sett upp til 90%, so fer skipanin fram- vegis at hava stórt rakstrar- avlop, einar 25-30 mió. kr. um árið. Tí ber nú til hjá ALS bæði at hækka útgjaldið, og samstundis framhaldandi styrkja búskaparliga grund- arlagið undir skipanini, so hon eisini verður før fyri at standa ímóti verri tíðum. Samstundis sum útgjald- ið verður hækkað, eigur ALS eisini at gerast nógv betri før fyri at ávísa ella útvega arbeiðsleysum ar- beiðstilboð, ella við út- búgvingartilboðum geva arbeiðsleysum nýggjar vinnumøguleikar. ALS átti t. d. at kunna lúka eitt krav um at skula útvega einum arbeiðsleysum eitt arbeiðs- ella útbúgvingartilboð innan 3 mánaðir. Á tann hátt kann ALS røkja sítt mál: at veita tí ar- beiðsleysa eitt nøktandi endurgjald fyri mista ar- beiðsinntøku, og skjótast gjørligt fáa tann arbeiðs- leysa útaftur í eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum. Hetta skal vera mítt nýggjársynski fyri Arbeiðs- loysisskipanina og mín vón til nýggja stýrið fyri ALS, sum skjótt fer at taka við. Tíðin komin at seta ALS-útgjaldið upp til 90% Songløta í Betesda Nýggjársa ftan kl. 17 Í 30 ár hevur Betesd- akórið sungið smærri klassisk stykki og brot úr størri verkum á nýggjársveitsluni. - Tað gjørdi kórið eis- ini á nýggjárveitsluni sum var í gjárkvøldið. Umframt hetta verður ein songløta nýggjársaftan kl. 17 í Betesda - har øll eru vælkomin ung sum eldri. Dentur verður lagd- ur á felagssong sam- an við kórinum. Okkurt tónleika- stykki verður at hoyra og solosangur. Kórið fer síðani at syngja: Die ehre Got- tes (Tær heiður al- valdi) av Beethoven, Ave Verum av Mozart og And the Glory og Halleluja úr Händels Messias. Poul Færø kemur at hava eitt stutt orð við- víkjandi ársskifti- num. Kristian Magnussen løgtingsmaður Hvørjum dámar at viður- kenna tann fullkomna ósig- urin? Nærum ongum, og tí uppliva vit eisini dagliga eitt frustrerað landsstýrið, ið framhaldandi roynir at grugga og halda føroyingar í óvissuni um, hvat ið henda skal framyvir við- víkjandi ríkisrættarligu við- urskiftum okkara. Longu áðrenn landsstýrið fyri 4. ferð fór til Danmark- ar til samráðingar, lá nýggja ætlan teirra klár. Danir skuldu konfronterast við kravið um at viðu- rkenna okkum sum sjálv- støðug tjóð. Tá danir av góðum grundum ikki kundu ganga landsstýrinum á møti, fór alt spinnaríið í gongd. Tá propaganda- fulltrúin uppøstur (sambært sjónvarpinum) kom út av samráðingarfundinum og proklameraði, at danir noktaðu at viðurkenna okk- um sum tjóð, tá sóu mong tað, sum tey longi høvdu stúrt fyri, at landsstýrið varð avdúkað fyri opnum skermi, spillnakið, sum hopleysir amatørar. Tann sjónleikur, ið landsstýrið hevur framført, síðan tað kom heim aftur, er tragikomiskur. Fyrst fóru teir at ivast í, um vit vóru ein tjóð, og síðan bleiv frá- boðað, at nú skuldi yvirtak- ast eftir heimastyrislógini. Onkur proklameraði full- veldið í 2006, ein boðaði frá, at vit gjørdust republik í 2006-7, og onkur annar segði, at hinir sendu upp fýrverk, tí tað, sum avtalað varð millum samgongu- flokkarnar, var, at vit fáa fullveldi sum frálíður. Tað, ið henda samgonga hevur lagt fyri dagin, má vera eindømi í vestur- lendskum diplomati og samráðingarkynstri. Ein og hvør, ið ætlar sær at fáa nakrar sømdir frá mótpart- inum, hitar ikki upp til samráðingar við at kalla mótpartin fyri imperialist- ar, koloniharrar og harra- fólk. Tá er úrslitið givið frammanundan. Eitt er, at veljarar hjá samgonguflokkum nýta hesi negativu heiti um dan- ir, men tað sum verri er, er, at okkara landsstýrismenn og løgtinglimir ganga á odda í hesi herferð. Danskt blað endargav varaløgmann fyri at hava samanborið føroyingar við krevjandi babyar, ið ikki vilja úr grulvigarðinum, men liggja bara og rópa eftir meiri mati (ríkisveit- ing). Vit eru eisini saman- borðin við rúsevnismisnýt- arar, ið ikki vilja av við sproytuna (ríkisstuðulin). Hvat skal vanligi danin halda um slíkar útsagnir? Sjálvandi følir hann seg provokeraðan. Hann vil hvørki hava sitandi á sær, at hann er imperialist ella pus- hari, ið fyllir føroyingar og føroyskan búskap við rús- eitri. Tey, ið kenna til viðgerð av rúsevnismisnýtslu, vita, at tað nyttar lítið at læra ein misnýtara at læra at nýta rúseitur. Tí er púra burtur- við at biðja pusharan um rúseitur í 15 - 20 ár fram- yvir, um ein veruliga ynskir at gerast edrúur. Er ríkis- stuðulin at fata sum rús- eitur, so eru 4 ár eisini deyðilig. Einasta viðgerðin, ið gevur úrslit, er, at alt rús- eitrið verður tikið í einum. Niðurtúrurin er øgiligur, men har er ongin bøn, um ein skal gera sær vón um at síggja edrúa veruleikan. Danir og nógvir føroy- ingar við, standa púra býttir og undrandi yvir hetta landsstýrið, sum í veruleik- anum biður um meira rús- eitur, samstundis sum tað ynskir seg edrút. Landsstýrið og samgong- an hava eina løgna fatan av ríkisstuðlinum. Verður hann nýttur til tað, hann er ætlaður til, at halda før- oyska vælferðarsamfelag- num á einum sømiligum støði, so er hann rúseitur. Men verður hann nýttur til at leggja til síðis til eina forfongiliga politiska ætlan, so er hann vælkomið rúseitur at taka til, um framtíðin gerst ov edrú. Tað gerst alt greiðari, at arbeiðshátturin hjá lands- stýrinum er so lúsutur og undirgravandi, at, tá ið teir ikki fáa sannført føroyingar um fullveldisætlanina við verandi treytum frá dønum, so verður hin parturin av strategiini nýttur, nevniliga at provokera danir somikið, at teir av sínum eintingum loysa fyri okkum. Tað, sum er altavgerandi fyri landsstýrið, er ikki vælferðin hjá okkum, men fáfongd. Hesar metodur ella strategiir eru væl- kendar millum felags- skapir, ið ikki arbeiða eftir demokratiskum grundsjón- armiðum, og sum heldur ikki hava fólkið aftan fyri seg. Teir eru so fullvísir um egnan førleika og politisku ætlan sína, og at fólkið ein- aferð fer at takka teimum. At samgongan, ið ikki v i ð u r k e n n i r heimastýrislógina sum karm um okkara ríkisrætt- arligu viðurskifti, nú skal til at umsita hana og yvir- taka málsøkir eftir henni, eigur ongin, ið veruliga ynskir framburð og sjálv- stýri at føla seg tryggan við. Tað, sum vit koma at uppliva framyvir, verður skorið eftir sama leisti sum higartil, at tað, sum hesir amatørar ikki makta við sakligum sjónarmiðum, ætla teir sær at vinna við konfrontatión. Mítt jólaynski skal vera, at landsstýrið tekur av tei- mum treytum, ið eru og letur føroyingar taka støðu til fullveldi. Tá fæst eisini greiða á, um føroyingar halda, at treytirnar eru nøktandi karmur um teirra vælferð og framtíðarmøgu- leikar. Heldur fólkið tá nakað annað enn lands- stýrið, so eigur landsstýrið at leggja frá sær og viður- kenna, at hvørki teir ella tíðin er búgvin. Dupultspæl