Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2000 29 28 Nr. 251 - 30. desember 2000 3. oktober VB er føroyameistari. Utt- an hjálp frá løgfrøðingum ella øðrum gjørdi VB bart, tá teir vunnu 2-1 móti B36 í Havn, og so nyttar tað lítið, at HB vinnur í Sumba og sendir Sumba niður í aðru deild. FS Vágar skal spæla móti ÍF í upp- og niðurflyt- ingardysti. Christian Høgni Jacob- sen úr NSÍ hevur fingið landsliðsboð frá Allan Simonsen. Henning Jarnskor fer til B1913, har hann skal royndarvenja. Súni Fríði Johannesen ger hat-trick í seinasta dystinum, og yvirhálar har- við álopsfelagan í B68, Marcello, á máltindinum. Royn noyðist niður í triðju deild, meðan LÍF skal spæla móti B71 fyri at var- veita sessin. Herfølge missur tveir lyklaspælarar, tá Steven Lustü og Jesper Falck skriva undir avtalu við AB. Hinvegin roknar Herfølge við, at teir skjótt hava fing- ið spæliloyvið hjá áleypara- num, Thomas Christiansen í rættlag. AGF og OB tapa í donsku superliguni. VÍF og Stjørnan leggja harðliga fyri í kvinnu- deildini, meðan tað hjá monnunum eru Kyndil, VÍF og StÍF, sum leggja hart út. Stjørnan styrkir sær hópin við enn einum jugo- slaviskum leikara. Komandi fríggjadag verður farið undir stóru talvkappingina, 3rd Tórs- havn International. Sámal Joensen verður kosin til ársins leikara hjá Leiftri. 4. oktober Landsdysturin, sum Før- oyar skulu spæla móti Jugoslavi, verður útsettur. FCK vinnur á útivølli móti Herfølge. Jákup Mikkelsen verður kosin til besta leikaran á vøllinum, meðan Todi Jónsson er darvaður av skaða. Skaðin ger eisini, at Todi gevur av- boð til landsliðið. 5. oktober Andrew á Fløtum veðrur tikin út til landsliðið. Ætl- anin var, at Jákup á Borg skuldi hava sessin eftir Toda, men hann varð noyddur at geva avboð. 6. oktober Føroyska A-landsliðið ven- ur í Sveis undan dystinum, meðan U-18 landsliðið roynir seg í Italia. Føroyameistararnir úr Neistanum byrja árið við einum sigri. 7. oktober Størsti spurningurin í Sveis tykist vera, um landsliðið byrjar við einum ella tveimum áleyparum á vølli- num. Sterku útlendsku telvar- arnir, sum luttaka á stóru talvkappingini í Norður- landahúsinum, verða bod- nir vælkomnir. 10. oktober Sveis hølvar Føroyar av í Zürich. 5-1 er úrslitið, eftir at John Petersen tíðliga hevði lagt Føroyar á odda. Tá dysturin byrjar, setir Allan Mørkøre met. Hann hevur nú 52 landsdystur. Næstur honum er Jens Martin Knudsen, sum áður átti metið. 11. oktober FM í triathlon er hildið, og vórðu tað Rigmor N. Joen- sen og Gunnar Dahl-Olsen, sum endaðu á fremstu plássunum. 12. 3rd Tórshavn Inter- national gongur við fullari ferð. Bestu føroysku avrik- ini higartil hava Flóvin Tór Næs og Carl Eli Nolsøe Samuelsen staðið fyri. Í samrøðu við Sosialin sigur Eli Hentze millum annað, at føroysku feløgini fáa ov lítið burtur úr Allani Simonsen. 13. oktober Tað verður mett at vera eitt bragd, at ungi Alexander Grischuk nú hevur vunnið seks talv á rað í 3rd Tórs- havn International. Svimjisambandið ger av- talu við Jesper Ottesen um at venja landslðiið. Henning Jarnskor roynd- arvenur við OB. Føroyska U-18 landsliðið endar undankappingina í Italia við at vinna á An- dorra. Føroyar taptu annars fyri Onglandi og Italia. 14. oktober Flogbóltskappingin fer aft- ur í gongd hetta vikuskiftið. 17. oktober Tað gjørdist Grischuk, sum vann talvkappingina í Norðurlandahúsinum. Í donsku superliguni verður Jákup kosin dagsins máður, tá Herfølge spælir javnleik í Aalborg, meðan Todi verður skiftur inn og skjýtur tvey mál, tá hann fyri fyrstu ferð eftir skaðan er við aftur hjá FCK. FS Vágar vinnur upp- og niðurflytingardystin móti ÍF, og varðveitur sostatt sessin í bestu deildini. Í kvinnudeildini í hond- bólti verður javnleikur úrs- litið, tá oddaliðini, Stjørnan og VÍF tørna saman. Hjá monnunum tykjast vestmenningar at vera eina- ráðani, og á Skála vinna teir við fimm málum á StÍF. Í upp- og niðurflytingar- dystunum í lægru deildum varveitur LÍF sætið í aðru deild, meðan FSV noyðist úr triðju deild. 18. oktober Landskappingin í flogbólti er nú farin ígongd. Hjá monnunum vinna Fleyr og Fram fyrstu dystir sínar, meðan Dráttur, Mjølnir og TB vinna kvinnudystirnar. Súni Olsen fekk ein tíma á vøllinum, tá besta liðið hjá FC Zwolle leikti. Hetta hendi, eftir at gøtumaðurin hevði skotið trý mál á næst- besta liði felagsins. 19. oktober Petur Mohr verður aftur venjari hjá NSÍ. Partarnir hava júst skrivað undir sátt- mála. Petur Martin Johansen, liðskipari hjá KÍF, sigur millum annað, at tað er tiltrongt við eini ítróttahøll í Kollafirði. 21. oktober Hans Fróði Hansen, sum nú vendir aftur til Føroya, sig- ur í samrøðu, at yrkisfót- bólturin eisini hevur sínar skuggasíður. Hans Fróði skal spæla við B68, nú hann kemur heimaftur. Øssur Hansen er í løtuni í Oldham, har hann í ein mánað er útlæntur til enska felagið. Hett er annars fyrsti Sosialurin, sum verður prentaður í nýggja lay-outi- num. 24. oktober Heidi Andreasen vinnur silvur á paraolympisku leikunum í Sydney, og eins og venjari hennara, Katrin Johansen, gjørdi tað í síni tíð, fær hetta aftur heimin at venda eyguni móti Før- oyum. StÍF tykist vera einastas liðið, sum kann fylgja við VÍF í bestu mansdeildini. Hjá kvinnunum eru VÍF og Stjørnan framvegis lið um lið. Fyri Stjørnuna er tað tó dyggur smeitur, at Andri- ana Milodanovic fær skaða, tá føroyameistararnir vinna tepran sigur á Neistanum. Jugoslaviski leikarin sleit hælsinuna, og verður helst ikki tøk aftur hetta kapp- ingarárið. Í flogbóltskappingini tapa føroyameistararnir úr Fleyr lokaluppgerðina móti Fram. Hjá kvinnunum halda Mjølnir kvinnurnar tørn, hóast tær vóru aftan fyri 2-0 í dystinum móti Drátti. Í superliguni tykist AGF at hava fóta sær, og Óli Johannesen var á vøllinum, tá oddaliðið úr Lyngby varð sent heim við greiðum tapi. Tað er nú greitt, at klaks- víkingurin, Rógvi Jacob- sen, komandi árið skal spæla við HB. Rigmor N. Joensen og Guttorm Sørensen gjørdust samlaðu vinnararnir av Daewoo Marathon Cup. 25. oktober B68 boðar frá, at Jóannes Jakobsen eisini verður venjari komandi árið. Todi Jónsson verur vald- ur til besta mann á vølli- num, tá FCK spælir javn- leik í oddadystinum móti FCM. Annars er eitt sindur av órógv um høvuðsstaðar- felagið, tí tað sigst, at enska fótbóltssambandið er áhugað í at fáa FCK- venjaran, Roy Hodgson, til landsliðsvenjara. Kurt Mørkøre hevur sett met í Sogndal, har hann nú er tann leikarin, sum hevur skotið flestu málini í einum kappingarári. Framman- undan átti Tore Andre Flo metið. Lagið er annars einki serligt í Sogndal, tí teir mugu spæla uppflyting- ardyst uttan fleiri týðandi leikarar, sum hava uppgáv- ur fyri ungdómslandslið hjá Noreg. 26. oktober Heidi Andreasen ger aftur um seg. Hon svimur undir gamla heimsmetið í final- uni í Dydney, men noyðist tó at taka til takkar við enn einum silvurmerki. B36 hevur gjørt avtalu við Arnbjørn Danielsen, um at hann aftur verður at síggja í hvíta búnanum komandi árið. Sigrun Mikkelsen sigur millum annað í stórari sam- røðu, at hon ikki roknar við, at nakað lið framyvir fer at verða so einaráðandi, sum kvinnuliðið hjá Neistanum var ígjøgnum nógv ár. 27. oktober StÍF hongur framvegis í VÍF, men hava sera torført við at basa kollfirðingum. Í Havn tapir Neistin óvæntað fyri H71. 28. oktber Jákup Mikkelsen og Her- følge taptu heili 5-0 í UEFA-Cup dystinum móti AEK Athen, og mugu rokn- ast fyri at vera úti úr kapp- ingini. Tað hjálpir lítið, at Jákup verður mettur sum besti maður á danska meist- araliðnum. Sogndal spælir javnt í fyrra uppflytingardysti num. 31. oktober Sambært føroysku kapp- ingarreglunum tykist einki vera til hindurs fyri, at eitt nú Ioana Rapa og Lotte Sørensen kunnu spæla á føroyska kvinnulandslið- num. Í Parkini spæla Herfølge og FCK javnleik. Avrikini hjá teimum báðum før- oysku leikarunum eru so- mikið góð, at teir báðir verða settir á liðið hesa vikuna. Álvur Hansen verður settur sum venjari hjá før- oyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Føroyska talvlandsliðið hevur fingið eina góða byrjan í OL í talvi, sum í hesum døgum er í Istanbul. Oktober VB bíðaði í 95 ár eftir gullinum Vágbingar bíðaðu leingi, men tá liðið fyri fyrstu ferð vann gull í bestu mansdeildini, mundi fagnaðurin ongan enda tikið 1. november Ivamál tekur seg upp, hvørt tað er loyvt liðum í før- oysku hondbóltskappingini at hava tríggjar útlendskar leikarar á liðnum. Hetta er annars galdandi fyri tey bæði oddaliðini, VÍF og Stjørnuna, í kvinnudeildini. Fram vinnur oddadystin í flogbóltskappingini monn- um, tá teir í einum sera spennandi dysti basa Mjølni. Hjá kvinnunum er Mjølnir á odda eftir trygga sigurin á TB. Enska fótbóltssambandið ger av, at sviin, Sven Göran Eriksson skal gerast venj- ari. Sostatt sleppur FCK at halda fast við Roy Hodg- son. Føroyingarnir í Sogndal skulu komandi árið spæla í fremstu røð. Sogndal fær javnleik 2-2 á útivølli móti Vålerengan. Fyrri dysturin endaði 1-1. 2. november Bowlinghøllin er komin fyri at verða. Tað ivast eig- arin av høllini í øllum før- um ikki í. Bjarni Kyster let- ur væl at undirtøkuni, sum høllin hevur havt hesa fyrstu tíðina. 3. november HSF boðar feløgunum frá, at tað er loyvt at hava tríggjar útlendingar á lið- num. Frá byrjan av kapp- ingini vóru annars bert tvey lið, sum vórðu kunnað um hetta. Óli Johannesen fer frá nýggjárinum at rokna at spæla við Hvidovre, sum hevur keypt landsliðsleik- aran frá AGF. 4. november Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen fáa eina hetjumóttøku, tá føroysku svimjigenturnar koma aftur. Eftir at verða fagn- aðar við ÍSF húsið, er eisini skipað fyri móttøku á Eiði, har Heidi Andreasen býr. VÍF ger bart móti Neista- num. Bæði kvinnur og menn vinna stórsigrar, og vísa við hesum, at nógv er broytt síðani undanfarna kappingarár. 7. november B71 hevur gjørt sáttmála við Kára Reynheim, sum komandi árið skal venja besta manslið felagsins. Í Danmark er Herfølge nú at finna á niðurflytingar- plássi, og samstundis ljóð- ar, at venjarin, John Faxe Jensen, møguliga fer at venja AB. Í hondbóltskappingini er mest merkisverda úrslitið, at Tjaldur endiliga hevur fingið gongd á hjá monnu- num. Teir vinna tryggan sigur á kollfirðingum. Fimleikafagnaður er í Norðurlandahúsinum, og eftir eina sera javna kapp- ing, verður tað at enda Hav- nar Fimleikafelag, sum verður vinnari. Í flogbóltskappingini eru Mjølnir og Fram framvegis fremst hjá ávíkavist kvinn- um og monnum. Í talvolympiaduni vinna Føroyar trygt í seinasta dystinum móti Trindad & Tobago. Annars er tað nú greitt, at Vladimir Kramnik er nýggjur heimsmeistari í talvi. Í donsku superliguni tapir FCK fyri fyrstu ferð í tíggju dystir, meðan AGF staðfestir, at teir veruliga hava fingið ferð á. 9. november Klaksvíkingar hava ikki verið nøgdir við nýggja graslíkisvøllin, og røkist fyri, at ein nýggjur vøllur kemur til komandi kapp- ingarár. Herfølge vinnur seinna dystin móti AEK Athen, men samanlagt hjálpir hetta lítið. Samlaða úrslitið av dystunum er eitt 6-2 tap. Í samrøðu við Sosialin sigur venjarin hjá Stjørn- uni, Rógvi Nielsen, at tað skal nógv til, fyri at byggja eitt sterkt hondbóltsfelag upp. 10. november Ítróttahøllin á Hálsi er nið- urslitin, og hallarvørðurin sóknast eftir einari loysn. Býráðið er kunnað, men enn er einki hent. VÍF hevur tað trupult, men megnar akkurát at vinna útidystin móti H71. FCK tapir í donsku steypa- kappingini fyri Brøndby. Hálvi tvørámaðurin, Marc Nygaard, verður fyri fyrstu ferð úttikin til danska landsliðið. Gyltu skógvarnir verða latnir toppskjúttunum í før- oysku fótbóltskappingin. Malena Josephsen og Súni Fríði Johannesen fáa skógv- arnar, sum verða latnir av Thomas Dam ítrótti. 14. november Todi Jónsson er dagsins maður í FCK tá hann bjarg- ar stigi móti Silkeborg við einum dreymamáli. Í hondbóltskappingin vinnur KÍF fyri fyrstu ferð. VÍF er framvegis á odda hjá bæði kvinnum og monnum. Jens Martin Kndusen verður komandi árið mál- verji hjá NSÍ. 15. november 15 ára gamli Ingi Højsted er boðin til Arsenal at venja. 16. november Arnold Joensen fer kom- andi árið at spæla við B68, sum hevur gjørt sáttmála við klaksvíkingin. 1. umfar í liðkappingini í jodu var um vikuskiftið, og Sunda Judofelag hevur lagt seg á odda. Janus Einar Sørensen sigur í samrøðu, at týdning- armesta við hondbóltinum er, at tað skal vera stuttligt at spæla. 17. november Hálvi tvørámaðurin, Marc Nygaard, leggur upp til annað av málunum, tá Dan- mark vinnur 2-1 á Týsk- landi. 21. november Landsliðsvenjarin hjá hond- bóltslandsliðnum, Palli Joensen, er í ferð við at fyrireika liðið til komandi uppgávurnar. Í hondbóltskappingini eru oddaliðini framvegis tey somu, men Kyndil tyk- ist nú at hava tikið sær um reiggj í mansdeildini. Í kvinnudeildini vinnur Tjaldur fyrsta stigið í søgu felagsins. Í flogbóltskappingin er Mjølnir nú mansdeildini, meðan Dráttur hevur tikið yvir í kvinnudeildini. 22. november Rúni Poulsen úr Kyndli hev- ur givið avboð til landsliðið. Hetta tí hann ikki hevur umstøður til tess. Framman undan hava Jónleif Sólsker og Annfinn N. Debess givið avboð. 23. november Landsliðsvenjarin hjá kvinn- unum, Sophus Dal-Christ- iansen, hevur tikið liðið til teir báðar dystirnar móti Svøríki út. 24. november Liðkappingin í talvi er byrjað. 25. november Nú er VÍF púra einsamalt í bestu mansdeildini. StÍF tapti heimadystin móti Kyndli, sum hinvegin tykist vera komið rættiliga fyri seg. 28. november Tað stundar av álvara til hjá kvinnulandsliðnum í hond- bólti, og seinasta hond verður nú løgd á fyrireik- ingarnar. Mjølnir heldur fast um oddasessin í bestu mans- deildini, meðan kvinnurnar framvegis liggja lið um lið við tær hjá Drátti. 29. november Stórur áhugi tykist vera fyri føroyskum fótbóltsleikar- um. Týska Bochum sigst hava áhuga í Toda Jónsson, meðan Jón Rói Jacobsen og Jann Ingi Petersen eru bodnir til Derby at venja. Tosað verður nú aftur um, at steypafinalan møgu- liga skal spælast á ólav- søku. Herfølge vinnur seg í seinasta umfarinum fyri vetrarsteðgin upp um nið- urflytingarstrikuna. Teir vinna 3-2 á oddaliðnum, brøndby. 30. november Í Klaksvík rigga tey av álvara til, nú tað bert eru fáir dagar eftir, áðrenn svensku kvinnurnar koma at takast við føroyska hond- bóltslandsliðið. November Svimjigenturnar settu aftur Føroyar á heimskortið Føroysku svimjigenturnar tóku øll á bóli, tá tær rættiliga gjørdu um seg á paraolympisku leikunum í Sydney. Her síggjast tær saman við venjaranum, Katrin Johansen