leygardagur 30. desember 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
27
26
Nr. 251 - 30. desember 2000
August
Stríðið varð flutt út á leikvøllin
1. august
Kappróðrarárið er av. Ólav-
søkan varð hildin í øllum
góðum, og seinastu meist-
ararnir vórðu funnir.
Umframt tær fýra báts-
manningarnar, sum longu
høvdu vunnið FM, verða
menninir á Stráluni og teir
hjá
Vestmenninginum
kosnir føroyameistarar.
Í superliguni gongst einki
serligt hjá føroyingunum.
Todi Jónsson og FCK tapa
úti móti AGF, har Óli Jo-
hannesen ikki sleppur á
vøllin, og Herfølge tapir 1-
0 móti Lyngby.
Heldur í Íslandi gongst
nakað serligt, har Leiftur
alt meira líkist einum kom-
andi niðurflytara.
Hinvegin er lagði gott í
Sogndal. Kurt Mørkøre,
sum nú verður róptur Mål-
øre, skorar aftur, tá Sogndal
vinnur á útivølli
2. august
Føroyska U-16 landsliðið
tapir 6-0 móti Danmark í
fyrsta dystinum í NM kapp-
ingini.
Rógvi Johansen roynist
væl í danska A-bólkinum,
og stigini á kontini gerast
alt fleiri.
Guttorm Sørensen og
Sunnuvá Bjarnastein vinna
Grand-Prix kappingina í
renning. Seinasta umfarið í
hesi var ólavsøkurenningin.
3. august
Føroyska U-16 landsliðið
er um reppið at skapa eina
sensatión, men mugu kort-
ini taka til takkar við tepr-
um 2-1 tapi móti Finnlandi.
Tað røkist fyri, at øll at-
gongumerkini verða seld í
forsølu til landsdystin móti
Danmark.
4. august
Navnframi Ray Clemence
er í løtuni í Føroyum, og
Sosialurin hevur drúgva
samrøðu við ensku mál-
verjalegenduna.
Allan Simonsen hevur
gjørt av, hvørjir teir 18
verða, sum skulu takast við
Danmark.
Sóljan, sum í vetur skal
royna seg í bestu kvinnu-
deildini, hevur gjørt avtalu
við tvær litaviskar gentur
um at koma higar at spæla.
5. august
Føroyska liðið tapir aftur,
men í hálvleikinum stendur
framvegis á jøvnum, 0-0, tá
teir spæla móti Onglandi.
Dysturin endar 0-3, og
Ongland tryggjar sær fin-
alusess.
Í blaðnum er eisni sam-
røða við málverjan á enska
liðnum, Lennie Pidgely,
sum er sáttmálabundin at
Chelsea, har Hasselbaink
og Desailly teljast millum
venjingarfelagarnar.
Fyrstudeildarliðini gera
seg til, nú landskappingin í
fótbólti verður uppafturtik-
in.
Birgir Sondum leggur
fyribils dómarafloytuna á
hillina. Hann kennir seg illa
viðfarna av FSF.
8. august
Føroya sterkasti maður,
Regin Vágadal, vinnur seg
fram til finaluna, tá kapp-
ingin um at gerast heimsins
sterkasti er í Suðurafrika. Í
finaluni er Regin tó darvað-
ur av skaða, men megnar tó
at stríða seg ígjøgnum allar
greinarnar.
Landskappingin fer aftur
av barkastokki. HB er fram-
vegis á odda, men nú er VB
beint í hølunum á teimum. Í
aðru deild eru EB/Streymur
og TB framvegis púra jøvn.
Meðan føroyingarnir í
Sogndal bara vinna, gongst
verri í Danmark, har Her-
følge er í botninum.
FS Vágar metir , at FSF
ikki hevur handlað í tráð
við reglurnar, tá spæliloyvi
hjá Darius Magdisauskas er
latið B36, og vilja nú hava
endurgjald.
9. august
KÍ kvinnurnar stevna við
fullari ferð móti FM-heitin-
um.
10. august
Gøtumenn hava góðar vón-
ir undan dystinum móti
svenska IFK Norrköping.
11. august
Herfølge tapir so ruddiliga,
tá teir á heimavølli royna
seg móti Glasgow Rangers
í undankappingardysti til
UEFA Champions-League.
Morten Olsen ger av,
hvørjir teir 18 verða, sum
skulu
umboða
danska
landsliðið á føroyaferðini.
12. august
B36 tapir ikki minni enn 9-
0, tá teir á útivølli royna seg
móti AB í UEFA-Cup. Hin-
vegin gongst munandi betri
hjá GÍ, sum tó má taka til
takkar við einum 2-0 tapi
móti Norrköping.
15. august
Í fremstu mansdeildini hev-
ur VB nú lagt seg á odda.
VB vinnur 1-0 á KÍ, sam-
stundis sum HB søplar
hópatals møguleikar, tá
NSÍ vinnur 5-2 í Gunda-
dali.
Í Danmark eydnast endi-
liga Herfølge at vinna,
meðan tað framvegis sær
eins svart út hjá føroyingu-
num í íslendska Leftur.
16. august
Danska liði er komið til
Føroyar, og spenningurin
undan landsdystinum er ov-
urhonds stórur.
Abraham Hansen, sum í
25 ár hevur verið á før-
oysku
fótbóltstindunum,
minnist aftur á tíðina á
lands- og felagsliði.
Rani Christiansen, sum
spælir á dreingjaliðnum hjá
HB, er boðin til Middles-
brough at venja.
Í bestu kvinnudeildini er
HB nú á odda. KÍ eigur tó
tveir dystir til góðar.
17. august
Norðurlendskur flogbólts-
fundur er í Føroyum, tá
leiðarar úr ymsu londunum
hittast á fundi.
18. august
Føroyar taptur dystin móti
Danmark 2-0, men leingi
høvdu okkara væl fatur á
mótstøðumonnunum,
og
millum annað vórðu vit
snýttir fyri eitt brotsspark.
Føroysku leikararnir og
venjarin iðra seg um tapið,
sum kom eftir tvey heldur
óneyðug mál í seinna hálv-
leiki.
19. august
Dysturin
móti
dønum
gjørdu tey, sum vara at
Tórsvølli, varug við fleiri
lutir, sum kunnu betrast í
framtíðini, og Poul Michel-
sen sigur, at tey nú fara at
kanna, hvussu hetta kann
betrast.
22. august
NSÍ heldur á fram at buka
oddaliðini.
Hesa
ferð
missur VB oddasessin, og
Allan Simonsen hevur nú
eyga við onkrum av runa-
víkingunum.
Julian Johnsson fekk
reytt kort, tá Sogndal vann
á gamla felagið hansara,
Kongsvinger.
Hondbóltslandslðini eru
afturkomin av venjingar-
legu í Danmark, men lands-
liðsvenjarin, Palli Joensen,
tykist ikki vera heilt nøgdur
avrikið.
23. august
Fleiri føroyskir leikarar eru
brádliga vorðnir áhuga-
verdir hjá útlendsku feløgu-
num, og nú eru 15 ára
gamli Ingi Højsted og 17
ára gamli Jann Ingi Pet-
ersen bodnir til hollendska
stórfelagið, PSV Einhoven.
24. august
GÍ og B36 gera seg nú til at
leika seinnu dystirnar í
UEFA kappingini.
25. august
Skála er nú á veg upp í
næstbestu deildina, eftir at
teir vunnu týdningarmikla
útidystin móti AB.
FCK hevur gjørt av at
keypa fyrrverandi lands-
liðsleikaran, Jacob Laur-
sen.
Oyggjaleikanevndin ger
av, at fimleikur verður á
skránni komandi oyggja-
leikirnar.
26. august
FCK keypir meira. Hesa
ferð er tað sterki miðvallar-
in, Ståle Solbakken, sum
kemur úr AaB.
Bæði B36 og GÍ tapa sín-
ar dystir, men í báðum før-
um er talan tó um góð avrik
móti ávíkavist AB og Norr-
köping.
29. august
Triðja vikuskiftið á rað
skiftir oddurin í fótbólts-
kappingini. Nú er B68 á
odda, eftir at HB og VB
spæla javnt í Vági Í næst-
bestu
deildini
er
EB/
Streymur einsamalt á odda.
Trý stig undan TB.
Leiftur er á veg út av
tromini, nú teir eru seks
stig aftan fyri næst niðasta
liðið í Íslendsku landssíma-
deildini.
Í Danmark vinna bæði
FCK og Herfølge. Herfølge
vinnur á AGF, har Óli Jo-
hannesen nú aftur er á veg
inn í hitan.
Sogndla heldur á fram at
vinna, teir halda framvegis
fast um triðja plássið í
norsku 1. deild.
30. august
Uppruddin er á skránni í
B36. Venjarin og fýra út-
lendskir
leikarar
verða
sendir heim, og sum um
hetta ikki er nóg mikið,
sendir B36 inn kæru um
dómaravrikið í dystinum
móti B71.
Í bestu kvinnudeildini
tapir KÍ óvæntað fyri NSÍ,
men tær halda tó fast um
oddasessin.
31. august
Í triðju deild er toppurin
sera tættur, men Skála held-
ur tó fast um oddasessin.
Fótbóltsfepurin man sjáldan hava herjað so nógv, sum hann gjørdi, tá Danska landsliðið í fótbólti kom á vitjan. Hetta var sam-
stundis fyrsti dysturin hjá dønum við Morten Olsen og Michael Laudrup sum venjarum
1. september
Kappngarneytarnir
hjá
Regini Vágadal eru nú
komnir til Føroya. Teir
skulu kappast um at gerast
Atlantsrisin.
2. september
Føroyar hava fingið ein
nýggjan landsliðsleikara,
nú Johan Byrial Hansen,
sum annars er búsitandi í
Danmark er úttikin til
dystin móti Slovenia.
5. september
Føroysku hetjurnar eru fleiri.
Øssur Hansen og Uni Arge
skora, tá Føroyar innan tveir
minuttir venda 0-2 til 2-2
móti Slovenia, og á Skans-
anum ger Regin Vágadal
bart. Hann vinnur heitið sum
The Atlantic Giant.
FSF umhugsar at spæla
tveir landsdystir á Tórsvølli
og tveir á Svangaskarði
komandi ár.
Kæran hjá B36 um dóm-
araavgerð í dystinum móti
B71 verður avvíst av kapp-
ingarnevndini hjá FSF. B36
kærir avgerðina til dóms-
nevndina.
6. september
EB/Streymur er nú fýra stig
framman fyri TB í næst-
bestu mansdeildini. ÍF er á
triðja plassinum
7. september
Dómaratrotið noyðir FSF at
bróta FIFA prinsipp, har tað
verður ásett, at altjóða
linjuverjar
ikki
kunnu
døma í bestu heimligu
deildini.
8. september
Dómsnevndin hjá FSF stað-
festur, at dómaraavgerðin í
dystinum, B36-B71, stendur
við. Dómsnevndin sigur seg
ikki hava heimild at broyta
dómin.
StÍF fær komandi ár hjálp
frá
trimum
rumenum.
Tveimum kvinnum og einum
mannfólki.
9.september
Stór myndafrásøgn er í
blaðnum, frá fiskitúri, sum
sterku vinmenninir hjá Reg-
ini vóru við Norðlýsinum.
Uni Arge skorar, tá ÍA
vinnur sær pláss í íslendsku
steypafinaluni.
Føroyski
álopsmaðurin javnar, tá 93
minnuttir og 40 sekund eru
leikt av dystinum móti FH.
12. september
Alt bendir á, at Súni Olsen
ikki verður verandi í GÍ, tá
kappingarárið er av. Fleiri
útlendsk feløg liggja framvið
eftir evnaríka leikaranum.
10 ár eru liðin, síðani
Torkil Nielsen skeyt Føroyar
á
heimskortið
við
1-0
málinum móti Eysturríki.
Í heimligu kappingini ger
NSÍ aftur um seg. Hesa ferð
er tað B68, sum má lata
oddasessin frá sær. HB er
nýtt oddalið í deildini.
13. september
Í donsku superliguni tykist
FCK at hava sett ferð á.
Todi Jónsson er í løtuni
uttanfyri, eftir skaðan hann
fekk móti slovenum.
Rógvi Johansen vinnur
fyri sjeyndu ferð á rað FM í
einkultstarti.
VB er nú á odda í bestu
kvinnudeildini, eftir at tær
vinna heili 6-0 á KÍ.
14. september
Í stórari samrøðu greiðir
Tomislav Sivic frá, hví tað
eftir hansara fatan hevur
gingið so striltið hjá KÍ
hetta kappingarárið.
15. september
Hondbólturin er so smátt
um at fara ígongd, og um
vikuskiftið skipar Kyndil
fyri kapping fyri ovastu
liðini
frá
undanfarna
kappingarári.
16. september
Gunnleyg Berg úr Neista-
num og Annika Ljósstein úr
Stjørnuni verða bidnar um at
koma til Íslands, har meist-
araliðið, ÍBV, vil hava tær í
hópin.
Í landskappingini er spenn-
ingurin stórur, nú HB og B68
tørna saman inni á Toftum.
Herfølge vinnur á svenska
AIK, og tykist nærum vera
komið víðari í UEFA cup
kappingini.
KÍ-tvíburðarnir, Rannvá
og Ragna Andreasen skulu til
Noregs at venja, har Athen
Moss, sum spælir í bestu
deildini hevur sýnt áhuga.
18. september
Føroya Tele verður høvuðs-
stuðul hjá HSF, meðan
Coca-Cola nú tekur sær av
steypakappingini í hond-
bólti.
Sophus
Dal-Christian-
sen, venjari hjá kvinnu-
landsliðnum, sigur, at tað
nyttar einki, bara at vera
við fyri at læra. Hann held-
ur, at krøv eiga at verða sett
spælarunum.
19. september
Landsliðsleikararnir,
sum
spæla í Íslandi, eru í ringum
skørum. Íslendska kappingin
er av, og teir hava ikki møgu-
leika at fáa dystarvenjing í
føroyskum feløgum.
Enn er so avgjørt einki
avgjørt í bestu mansdeildini.
HB og VB eru ájøvn í stiga-
tali, men stóri spurningurin
tykist vera, hvat av liðunum
er nummar eitt. FSF reglur-
nar eru ikki greiðar, so í Havn
eru tey sannførd um, at HB er
fremst, meðan vágbingar
siga seg vera fremst.
Todi Jónsson er aftur tøk-
ur hjá FCK, og hann ger
góðan mun, tá teir vinna
móti OB og Johan Byrial
Hansen. Í Aarhus fær Óli
Johannesen reytt kort tá
AGF spælir javnt, meðan
Herøflge tapir á heimavølli.
Í Íslandi noyðist Leiftur
komandi ár at spæla í næst-
bestu deildini.
20. september
FSF kannar í løtuni, hvørt
tað eru HB ella VB, sum
eru á fremsta plássi í 1.
deild hjá monnum.
KÍ vinnur heimadystin á
VB, og nú eru tær so at siga
meistarar. Ein dystur er
eftir, og hesin er móti
Skála, sum enn einki stig
hevur fingið í endaspæli-
num.
21. september
HB ger nýggjan fýra ára
sáttmála við Ion Geolgau.
Í stórari samrøðu sigur
Rúni Nolsøe millum annað,
at eftir hansara tykki er
støði á føroyskum fótbólti
ikki lækkað.
Skála hevur vunnið kapp-
ingina í triðju deild.
22. september
Áðrenn
fráferðina
til
Sydney siga Esther G. Han-
sen og Heidi Andreasen, at
tær hava sett sær sum mál
at betra persónligu met síni.
Johan Byrial Hansen
tykist nú at hava vunnið sær
fast pláss á superligulið-
num hjá OB.
23. september
FSF hevur fingið svar frá
løgfrøðingum sínum, og nú
er staðfest, at HB er fremst
í bestu mansdeildini. Mál í
innanhýsis dystum hava
einki at siga.
Gunnleyg
Berg,
sum
hevur spælt á kvinnulið-
num hjá Neistanum, fer til
ÍBV at spæla komandi ár.
Annika Ljósstein varð eis-
ini biðin, men hon takkaði
kortini nei.
26. september
Vágur er á gosi. Besta
mansliðið er á odda í bestu
deildini, nú bert eitt umfar
er eftir at spæla. HB missur
stig móti B36, tá teir
frammanfyri 2-1 misnýta
brotsspark, og síðani síggja
B36 javna. Í Vági ger
heimaliðið bart, og sendir
B68 úr FM-stríðnum.
EB/Streymur spælir javn-
leik á heimavølli móti ÍF,
og tryggjar sær harvið
uppflytan til bestu deildina.
Í Danmark vinnur OB á
Herfølge, og teir báðir før-
oyingarnir eru báðir á lið-
num.
Kvinnuliðið hjá KÍ vinnur
avgerandi dystin á Skála, og
tryggjar
sær
harvið
meistaraheitið.
HSF samráðist við Føroya
Tele og Coca-Cola um stuð-
ulssáttmálar til komandi
kappingarár.
27. september
Súni Olsen ger sáttmála við
FC Zwolle í næstbestu
deildini. Hann skal úr Før-
oyum eftir seinasta dystin
hjá gøtumonnum.
AB missir alt í seinastu
løtu, og dettur á fjórða
plássið í triðju deild. Ístað-
in sleppur B71 at spæla um
upp- ella niðurflyting.
Inga Danberg verður bið-
in um at koma til Íslands,
har ÍBV hevur tørv á einum
bakki, nú Annika Ljósstein
ikki vildi koma.
28. september
U-16 landsliðið er í løtuni í
Hollandi, har teir bert eru
fáar minuttir frá einum
javnleiki móti Hvítaruss-
landi.
Úr Danmark frættist nú,
at AGF verður bjargað
fíggjarliga.
29. september
Í Vági gera tey seg til at
syngja
Baberara,
nú
seinasta umfar í landskapp-
ingini stendur fyri durum.
Roknað verður við, at
hópur av vágbingum fer at
leita sær til Havnar, har VB
spælir seinasta dystin.
Fyrsta umfar av hond-
bóltskappingini verður leikt
hetta vikuskiftið.
U-16 landsliðið tapir 7-0
móti Hollandi.
Herfølge spælir javnt í
seinna dystinum móti AIK,
og er nú víðari til annað
umfar í UEFA cup kapp-
ingini.
September
Atlantsrisin er føroyskur
Endiliga vinnur Regin Vágadal sína egnu kapping, og so kann hann endiliga rópa seg sjálvan »The Atlantic Giant«. Hetta hendir
í kapping við m.a. heimsins sterkasta mann