leygardagur 30. desember 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
25
24
Nr. 251 - 30. desember 2000
gult cyan magenta svart
1. juli
HB verður mett sum stórfa-
vorittur at vinna dystin um
løgmanssteypið,
meðan
kvinnurnar hjá KÍ verða
tippaðar sum vinnarar í
teirra steypakapping.
Í Hollandi er nú greitt, at
dysturin um EM-heitið fer
at standa millum Frakland
og Italia
FM-róður verður í Kolla-
firði, og møguliga verða
fleiri FM-vinnarar funnir á
stevnuni.
4. juli
GÍ vinnur dystin um veðra-
hornini. Í einari spennandi,
men kanska ikki so væl
spældari finalu, eydnast tað
teimum at vinna 1-0 á HB.
Málið skjýtur Óli Hansen
skjýtur einasta málið í dyst-
inum.
Hjá kvinnunum vinnur
KÍ 2-0 á HB. Tølini siga
kanska ikki so nógv, men
sigurin var sera sannfør-
andi. Una Olsen og Rannvá
Andreasen skjóta málini
hjá KÍ. KÍ fekk annars ikki
gjørt nýtslu av Lisbeth T.
Hansen, tí formligu viður-
skiftini fyri at flyta spæli-
loyvið vóru ikki í lagi.
Í Fuglafirði varð søgulig-
ur dystur spældur. Bergur
og Eyðgerð Petersen eiga
11 synir, og teir spældu
stevnudyst móti ’79 liðnum
hjá ÍF. ’79 liðið vinnur ann-
ars dystin 4-3.
5. juli
Eingin føroyameistari varð
funnin, men nú er um at
vera heilt nær við hjá fýra
bátsmanningum, sum enn
hava fult stigatal. Kappróð-
ur var í Kollafirði, og með-
an fleiri bátastøddir eru
nærum avgjørdar, er kapp-
ingin hjá 10-mannaførum
meira spennandi, enn hon
hevur verið í fleiri ár.
6. juli
Statoil kring Føroyar er um
at fara av barkastokki, og í
hesum sambandi verður
skipað fyri tíðindafundi.
Føroyska U-17 landsliðið
er í kapping í Týsklandi, og
í innleiðandi bólkunum
hølva teir alla mótstøðu til
viks.
Fótbóltsskúlarnir kring
landið fara í gongd. Eini
750 børn luttakað í tiltakin-
um, sum fer fram á fimm
ymsum støðum.
7. juli
Jón Hestoy er yvirdómari í
EM-kappingin í svimjing,
sum fer fram í Finnlandi.
Uni Arge er eftir skaða-
steðg komin fyri seg, og
skorar til 3-1, tá ÍA við 4-1
sigri vinnur seg víðari í
íslendsku steypakapping-
ini.
U-17 landsliðið í fótbólti
heldur á fram at vinna í
Týsklandi, og nú frættist, at
týskarar eru farnir at sýna
áhuga fyri onkrum av leik-
arunum.
8. juli
Á Svangaskarði eru tey nú
farin undir at skrúva setrini
upp á pláss, so leikvøllurin
aftur kann hava altjóða
støði.
FSF og Postverkið eru
farin undir at selja atgongu-
merki til landsdystinum
millum Føroyar og Dan-
mark.
U-17 landsliðið tapir í
fjórðingsfinaluni í týsku
kappingini, men brotsspørk
mugu til, áðrenn okkara
menn boyggja seg.
11. juli
Reyða Stjørna kemur til
landið, og lítil ivi er um, at
mótstøðuliðið hjá KÍ er hitt
sterkasta, sum hevur vitjað
her í felagshøpi.
U-18
kappingin
fyri
kvinnur verður hildin í Før-
oyum, og okkar gentur fyri-
reika seg av øllum alvi.
HB keypir Allan Mørk-
øre aftur frá ÍBV, har hann
hevur leikt seinasta árið.
John Petersen skorar,
men Leiftur tapir kortini í
Inter-toto kappingini móti
franska Sedan.
12. juli
Føroyska U-18 liðið hjá
kvinnum tapir 5-0 í fyrsta
dystinum, sum er móti
Sveis.
13. juli
ÍA atpir týdningarmikil stig
í íslendska fótbóltsoddin-
um, tá teir á heimavølli tapi
1-0 fyri Fylkir.
14. juli
KÍ stendur seg væl, men
mugu tó ásanna, at yvir-
maktin er ov stór. Reyða
Stjørna vinnur 3-0, eftir at
støðan í hálvleikinum er 1-
0 til gestirnar.
18. juli
Fyrrverandi enski lands-
liðsmálverjin, Rey Clem-
ence, er partur av venjara-
bólkinum hjá enska U-16
landsliðnum, sum kemur til
Føroyar at dystast í NM.
Í íslensku kappingini
lyftir Leiftur seg av niðasta
sessinum, men enn stendur
einki til hjá føroyingunum
á Ólafsfirði.
19. juli
Fleiri
føroyameistarar
vórðu funnir, tá vestan-
stevna var í Vestmanna.
Ikki óvæntað eru dreingirn-
ar á Tjaldrinum, Kvinnur-
nar á Jarnbardi, genturnar á
Frúnni og Argjabáturin før-
oyameistarar. Allir bátarnir
hava fult stigatal, nú fimm
róðrar eru fingnir frá hond-
ini.
Katrin á Neystabø og
Jacklin Durhuus, sum hava
verið og vant við Slagelse,
verða bodnar at koma aftur.
Ítróttarstjóri hjá Slagesle er
navnframa Anja Andersen.
20. juli
Herfølge tapir sonevnda
Super-cup dystin í Dan-
mark móti Viborg. Tapið
kom eftir brotssparkskapp-
ing og merkir, at tað verður
Viborg, sum vinnur tær
100.000 kr., sum dystast
varð um.
21. juli
Statoil kring Føroyar er
byrjað, og Rógvi Johansen
hevur lagt seg á odda. Tað
er tó bert eittans sekund,
sum skilir hann og Jens
Tousgaard eftir prologin í
Klaksvík.
FM í diskoskasti og
spjótkasti er á Svanga-
skarði.
KÍ tapir 2-0 í seinna dyst-
inum móti Reyðu Stjørnu.
22. juli
Rógvi Johansen vinnur utt-
an stórvegis trupulleikar
fyrstu etapuna í Statoil
kring Føroyar.
Leiftur vinnur fyri fyrstu
ferð hetta kappingarárið, tá
teir basa Keflavík, sum
hevur Páll Guðlaugsson
sum venjara.
25. juli
Tað gjørdist Rógvi Johan-
sen, sum vann súkklukapp-
ingina, Statoil kring Føroy-
ar. Seinastu etapuna varð
tað Gunnar Dahl-Olsen,
sum gjørdi um seg, men
samlaði sigurin hjá Rógva
var ongantíð í vanda.
B36 hevur nýtt summar-
steðgin til at styrkja um lið-
ið. Nýggir á besta manslið-
num eru pólverjin, Maciej
Maryniak og litavin, Darius
Magdisauskas, sum annars
hevur spælt við FS Vágar
fyrru kappingarhálvu.
Todi
Jónsson
skorar
fyrsta málið á árinum, tá
FCK byrjar nýggja árið
sannførandi við at vinna 5-
1 á Haderslev.
26. juli
Havnarvág er at kalla svørt
av bátum, sum venja upp
undir ólavsøkuna.
Álopsleikarin, Screcko
Milisivic, sum kom til KÍ í
fyrru
kappingarhálvu,
verður ikki við, tað sum
eftir er av kappingarárin-
um.
27. juli
Tríggir føroyingar fara til
Noregs, har NM í ríðing á
íslandsrossum fer fram.
Ólavsøkan nærkast al-
samt, og speningurin mill-
um ymsu bátarnar er stórur.
VÍF fær eftir ællum at
døma eitt nýtt rumenskt
hondbóltspar til komandi
kappingarár.
Jákup Mikkelsen og Her-
følge tapa í donsku super-
liguni fyri AaB.
Tað er alt annað enn væl
dámt í Vágoynni, at B36
hevur fingið tilgongd av
Darius
Magdisauskas.
Vágamenn siga, at høvuðs-
staðarfelagið er farið aftur
um ryggin á teimum.
Føroyingarnir, sum rógva
kajakk í Grønlandi hava
vunnið sær fleiri heiðurs-
merki, nú kappingin hevur
vart nakrar dagar.
Juli
Toppurin av Europa vitjaði á Svangaskarði
Talan var helst um sterkasta felagslið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum, tá Reyða Stjørna skuldi spæla Europa-Cup dyst móti
KÍ. Reyða Stjørna er annars ungdómsfelagið hjá KÍ-venjaranum, Tomislav Sivic
Viðtal
Tummas í Dali
Gongdin
í
búsetingar-
mynstrinum
gjøgnum
mong ár hevur verið ein
støðug miðsavning kring
Tórshavn, men seinastu ár-
ini hevur hon verið so mik-
ið ógvuslig, at landsmynd-
ugleikarnir eru farnir at
viðgera málið í størsta álv-
ara, tí gongdin verður ikki
mett at vera gagnlig fyri
landið, hvørki samfelags-
liga ella mentanarliga.
Tað skerst ikki burtur, at
politiski myndugleikin hev-
ur elvt til og framskundað
hesa miðsavning.
Politiski myndugleikin
hevur eisini ábyrgd av og
harafturat møguleikar til at
broyta gongdina.
- Ein ávís miðsavning er
helst ein neyðug avleiðing
av tí støðugu nýmótansgerð
av samfelagnum, sum er
treytin fyri okkara vælferð.
- Men als ikki í so stóran
mun, at tey størru økini
skulu líða undir henni, tí
tað er púra óneyðugt og als
ikki gagnligt fyri landið.
- Tað er á ongan hátt rætt,
at politiski myndugleikin
heldur fram at skapa eina
miðsavning kring Tórs-
havn,
sigur
Annfinn
Kallsberg.
Nýggjar loysnir
fyri útoyggj
Vælferðin krevur sínar
fylgjur á so mangan hátt –
og miðsavningin tykist at
vera ein avleiðing av tí
støðugu nýmótansgerð av
samfelagnum.
- Tíðin setir áhaldandi
krøv til øktan førleika - til
lærdóm
og
útbúgving,
handaliga sum andaliga.
- Fyrr fekk tú tín lærdóm
í heimbygdini við at taka
lut í gerandislívinum og at
sita undir orðunum, tá ið
sagt varð frá.
- Tú fekk tín handaliga og
andaliga førning við at taka
lut í gerandislívinum, í
bygdaskúlanum og frá teim
gomlu. Men hendan tíðin er
ein farin tíð.
- Skal tú fylgja við, mást
tú útbúgva teg - har er ong-
in vegur uttanum. Her
røkkur hvørki vanligi ger-
andislívið í heimbygdini, ei
heldur bygdaskúlin ella
lærdómur teirra gomlu.
- Krøvini til øktan før-
leika, sum samfelagið støð-
ugt setir, hevur fyri stóran
part verið lagna útoyggj-
anna, tí umstøður eru ikki
til at fáa henda førleika á
útoyggj.
- Býr tú á útoyggj, hevur
tú stutt sagt ikki møguleika
at taka av teimum tilboð-
um, sum samfelagið hevur
at bjóða í sambandi við út-
búgving.
- Og tá ið so tú flytur á
ungum aldri, er skjótt, at
rótin til heimstaðin verður
rivin upp – og tú kennir
ikki longsilin at flyta heim-
aftur.
- Men skuldi tú nú ynskt
at flutt heimaftur kortini,
ja, so hevur heimstaðurin
ikki líkinda starv at bjóða
tær.
- Fráflyting av útoyggj er
helst tað, vit hava verið
noydd at latið fyri væl-
ferðina.
- Fyri at varðveita búset-
ing á útoyggj mugu serlig
tiltøk fáast í lag.
- At siga, at vælferðin er
lagna útoyggja er kanska at
hava munnin í so fullan, tí
hvør veit, kanska finna vit
við teimum nýggju sam-
ferðslu- og samskiftishætt-
um, sum vit hava í dag,
loysnir, sum vit áður als
ikki hava kunnað ímyndað
okkum,
sigur
Annfinn
Kallsberg.
Hjá Tórshavnar
kommunu er ongin
vandi á ferð
Føroyar eru nú einaferð
annað enn miðstaður og út-
oyggjar.
- Annarleiðis er við teim
størru økjunum í Føroyum.
Í hesum økjum eru avgjørt
góðir møguleikar at hava
øll tey tilboð til útbúgving
og lærdóm og mentanar-
virksemi, sum nútíðin krev-
ur, at fólk hava - ikki bert
tey ungu, men eisini børn
og tilkomin, sigur Annfinn
Kallsberg.
- Hóast hetta eru fleiri
øki í Føroyum, sum líða ó-
neyðuga undir miðsavning-
ini kring Tórshavn, serliga
Sandoyggin
og
Suður-
oyggin.
- Eg dugi ikki at síggja, at
fólk í teimum størru økju-
num í Føroyum skulu lata
sær lynda ta gongd, sum
hevur verið, og sum fyri ein
part er farin fram av polit-
iskum ávum, av tí at lands-
myndugleikarnir hava lagt
so at siga alla landsumsit-
ing í Tórshavn.
- Tað verður m.a. eisini á
hesum økinum, at lands-
myndugleikarnir fara at
fremja tiltøk.
- Eitt tað besta amboðið
er at leggja almennar tæn-
astur út á kommunurnar.
Men hetta krevur, at komm-
unurnar samstarva, og tað
er mín áskoðan, at ein av
avleiðingunum verður ein
betur tænasta fyri borgaran.
- Eg hugsi ikki um at
flyta miðfyristingina, sum
ráðgevur og ger politiskt
fyrireikandi arbeiði; hend-
an fyrisiting má neyðturvu-
liga verða so nær høvuðs-
sætinum hjá politiska vald-
inum sum gjørligt, t.v.s. í
Tórshavn.
- Tórshavnar kommuna
fer tí altíð at hava tryggar
landsstovnar. Hjá henni
verður neyvan nakrantíð
nakar vandi á ferð í so
máta, sigur Annfinn Kalls-
berg.
Størru økini
skulu
mennast
Tað eru nógv viðurskifti,
sum gera seg galdandi, tá ið
arbeitt verður við at leggja
eina politiska ætlan, sum
førir til eina javngóða
menning av øllum landi-
num.
- Málið um landsstovnar-
nar er eitt týðandi mál. Tað
er greitt, at fleiri lands-
stovnar eru lagdir í Tórs-
havnar kommunu, sum ikki
neyðturvuliga mugu vera
har, ja, sum kanska enntá
lógu høgligari aðrastaðni í
landinum.
- Samskiftis- og sam-
ferðslumøguleikarnir í dag
eru eisini so mikið góðir, at
leiðarar í umsitingini eiga
at hugsa meira enn higartil
um, hvørt tað letur seg gera
hjá starvsfólki at virka utt-
an
fyri
miðstaðarøkið,
sjálvt um høvuðssæti hjá
stovninum er í Tórshavnar
kommunu.
- Ofta kennist tað órími-
ligt, at fólk skulu flyta í
Tórshavnar kommunu, tá ið
tey fáa eitt alment starv,
sigur Annfinn Kallsberg og
leggur afturat, at onkuntíð
hevur verið sagt, at suður-
oyingar kenna tað, sum at
teir mugu til Havnar fyri at
umsita Suðuroynna.
- Eitt annað sera týðandi
mál er at skapa góðar karm-
ar fyri privata fyritaks-
semið, so at fjøltáttað vinn-
uvirksemi fær møguleika at
taka seg fram í teim størru
økjunum.
- Sum nú er hava privatu
fyritøkurnar uttan fyri mið-
staðarøkið vánalig kor at
virka undir, sigur Annfinn
Kallsberg.
- Málið um útgerðarstøð-
ir og tænastur til oljuvinn-
una eru mál, sum kunnu
geva verandi fyritøkum í
útjaðaranum arbeiði og
harafutat skapa fleiri nýggj-
ar vinnur.
- Tórshavn fær so altíð
fyrimunir, so ella so, av tí
virksemi, sum verður í
sambandi við oljuvinnuna,
hvar í landinum hetta so fer
fram.
- Men tað øvugta ger seg
tíverri ikki galdandi. Virk-
semi, sum er í Tórshavnar
kommunu, fáa økini uttan
fyri Tórshavn ikki treyta-
leysan fyrimun av, sigur
Annfinn Kallsberg.
Størri ábyrgd og
meira samstarv
Annfinn Kallsberg, løg-
maður, varðar av kommun-
málum og er tí høvuðs-
maðurin aftan fyri arbeiðið
at gera greitt skilnaðarbýtið
millum land og kommunur.
Endamálið er at lata
kommununum fleiri og
størri málsøki at umsita, og
í sama viðfangi áleggja
teimum alla ábyrgdina av,
at tænastan til borgaran er,
sum hon skal vera.
Men hann mælir frá at
taka undir við uppskotinum
hjá Javnaðarflokkinum um
at skapa enn eitt nýtt
politiskt-umsitingarligt lag
millum
kommunur
og
landið; tað, sum Javnaðar-
flokkurin nevnir økisráð.
- Orsøkin er tann, at eg
vænti, at økt umsiting verð-
ur avleiðingin. Tað snýr seg
ístaðin um at gera umsit-
ingina av samfelagnum so
ódýra sum gjørligt; at fáa
umsitingina so nær borgar-
an sum gjørligt, tí tað tænir
borgaranum best, sigur
hann.
- Harafturímóti eri eg fyri
at lata kommunum fleiri á-
byrgdarøki. Hetta krevur, at
kommunurnar – um tær
ikki sjálvbodnar leggja
saman – á ein ella annan
hátt samstarva. Tær kunnu
sjálvar avgera samstarvs-
háttin, alt eftir hvat máls-
økið talan er um.
- Eg havi onga ætlan um
at tvingað kommunur at
leggja saman, men mæli
inniliga kommununum til
sínámillum at taka spurn-
ingin um samanlegging og
samstarv til viðgerðar.
- Á fleiri økjum hava vit
heilt góðar royndir av
kommunusamstarvi. Sum
dømi kann eg nevna, at vit
hava átta kommunur, sum
samstarva
um
kæru-
nevndina í sambandi við
kommunuskatt; vit hava
tvær kommunur, sum røkja
renovasjónina
um
alt
landið; og allar kommunur
eru saman um ravmagns-
orkuna gjøgnum felags-
skapin Sev.
Í Norðuroyggjum hava
vit m. a. dømi um samstarv
millum
kommunur
um
havnir,
m.a.
samstarva
kommunurnar Viðareiði og
Hvannasund á hesum økj-
um.
Kommunurnar hava so-
statt nøguleika í hvørjum
einstøku føri at meta um
samstarvsháttin – um tær
væl at merkja ikki sjál-
bodnar taka avgerð um at
leggja saman.
Eitt mál, sum eg haldi fer
at hava stóran týdning í øk-
ismenningini, er komm-
unalt samstarv um forsorg-
arlógina.
Og hví ikki fáa veruligt
kommunalt samstarv um
skúlaverkið eisini ? spyr
Annfinn Kallsberg.
- Endamálið er tað sama ,
sum eg havi skilt, at Javn-
aðarflokkurin hevur. Men
tankarnir um mannagongd-
ina eru møguliga nakrir
aðrir.
Royndir í Íslandi
Annfinn Kallsberg vísir á,
at royndir í Íslandi vísa, at
leggur tú ábyrgd á komm-
unurnar, so finna tær sjálv-
ar loysnirnar.
- Í Íslandi royndu mynd-
ugleikarnir
at
tvinga
kommunur at leggja saman,
men tað gekk onga leið.
- Síðan løgdu teir ymisk
málsøki út á kommunurnar,
soleiðis at kommunurnar
beinleiðis fingu álagt at
umsita tey. Hvussu tær
skipaðu
og
avgreiddu
málini var frá nú av einans
ábyrgdin hjá kommununum
sjálvum – og tá bar til.
- Kommunurnar funnu
skjótt út av, hvussu farast
skuldi fram – og nakrar
teirra funnu út av, at best
var at leggja saman fyri at
røkja hesi nýggju ábyrgd-
arøki.
- Tað er tí helst skeiv
mannagongd fyrst at leggja
kommunur saman, fyri síð-
an at geva teimum ábyrgd-
arøki. Tí tað kann tykjast ó-
greitt, hvør orsøkin til sam-
anleggingina er, og saman-
starvshættirnir kunnu vera
so mangir, sum vit jú hava
góð dømi um í Føroyum,
sigur Annfinn Kallsberg.
Annars meinar Annfinn
Kallsberg, at løgtingsum-
boð eru rættilig samd um
økismenningarpolitikkin.
- Endamálið er tað sama
hjá teimum alra flestu, og at
fáa semju um mannag-
ongdina verður neyvan so
torført, sigur hann.
Mentanarliga skerdir,
um allir búgva í Tór-
havn
Um allir føroyingar búgva
kring Tórshavn, verður av-
leiðingin, at føroyingar
verða menatanarliga skerd-
ir, sigur Annfinn Kallsberg.
- Føroyar verða tá eitt
einstakt býarsamfelag burt-
urav.
- Í dag eru børnini á bygd
ein sjálvsagdur partur av
gerandislívinum hjá for-
eldrum og grannum. Og
hesi sosialu viðurskifti eiga
vit at hjúkla um.
- Tað verður ein stórur
mentanarligur missur hjá
vaksandi ættlarliðnum og
hjá teim tilkomnu, ja fyri
samfelagið yvirhøvur, tá
hvørki børn ella ung eru á
fjalli, á floti og ikki kenna
til fletting og at vera í
hoyna.
- Tá ið hesi mennandi
gerandisligu ítrivini úti í
føroysku náttúruni eru býtt
um við sjónbond, teldustov-
ur og ítróttarhallir.
- Samstundis sum bygdir-
nar sjálvandi skulu taka við
tí nýggja, eiga tær at varð-
veita og finna gleðina í
teimnum
møgleikum,
bygdalívið vissuliga hevur.
- Hesar umstøður, sum
fólk aðrastaðni nóg illa
loyva sær at droyma um –
hesar umstøður hava flestu
føroyingar beint uttan fyri
gáttina.
- Hesi virði mugu vit
varða av og kenna sum ó-
missilig.
- Dreymurin er einar fjøl-
broyttar Føroyar, har ver-
andi búpláss eru varðveitt
og hava eina javngóða
menning, har uppvaksandi
ættarliðini, børn og tannár-
ingar, hava eitt virkið og
innihaldsríkt lív saman við
teim eldru á staðnum, eitt
lív, sum gevur teimum góð-
an førning at møta avbjóð-
ingunum, heimurin setir í
dag.
Annfinn Kallsberg, løgmaður:
Økismenning er samfelagsliga og mentanarliga neyðug