Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 161 - 23. august 2006 bilar SAMBAND Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 bilar Fleiri nýggir sonevndir SUV (Sport Utility Vehicle) í miðalklassanum fara at koma á marknaðin í nærmastu framtíð. Talan er um rúmligar og praktiskar bilar, ið síggja út sum høgir stationcar ella sum lættir jeepar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað verður alt meira vanligt at fólk koyra í jeepum, MPV ella SUV. Tað sæst eisini aftur í tí, at vanligir sedan við útvortis viðførisrúmi fáa alt minni part av marknaðinum. Nú skulu bilarnir vera rúmligir og praktiskir og kunna brúkast til nógv ymisk endamál, samstundis sum teir síggja gott út. Fyrr vóru tað sedan, stationcar ella vøruvognar at velja ímillum, meðan bilarnir í dag eru ein blandingur av ymiskum sløgum. Nógvir nýggir sonevndir SUV (Sport Utility Vehicle) í miðalklassanum fara at koma á marknaðin í nærmastu framtíð. At síggja til eru hesir bilar høgir stationvognar ella eru teir lættir jeepar. Talan er í fleiri førum um minni útgávur av teimum núverandi SUV, sum vit t.d sóu við BMW X5, ið fekk lítlabeiggjan X3. Audi koma í 2008 við eini minni útgávu av Q7, sum fær navnið Audi Q5 og Volvo koma við einum sum helst fær navnið XC50, sum verður ein minni útgáva av Volvo XC90. Væntandi koma Saab eisini við eini SUV útgavu, sum møguliga fær navnið Saab 9-4x, og Volkswagen koma við eini SUV útgávu av VW Golf. Opel koma við Antara og Chevrolet við Captiva og næsta ár koma Peugeot og Citroen við einum SUV, sum verður gjørdur í samstarvi við Mitsubishi. Alt hetta eru bilar í klassa við t.d. Toyota RAV4, Suzuki Grand Vitara, Mitsubishi Autlander, Honda CR-V, Nissan X-Trail og Hyundai Santa Fe. Nógvir SUV eru á veg Opel Antara er tann endaliga útgávan av konseptbilinum Antara GTC, sum varð sýndur fram á bilaframsýningini í Frankfurt í fjør Bilarnir nú á døgum eru ofta kvikir, ljóðleysir og sum ein dagligstova at sita í. Hetta ger, at vit kenna okkum ov trygg í mun til ferðina, vit koyra við, og kann tað hava álvarsligar fylgjur við sær René la Cour Sell, stjóri fyri ”Rådet for Større Færdselssikkerhed Hesin Volvo SUV sum helst fær navnið XC50, verður ein minni útgáva av Volvo XC90 Audi koma í 2008 við einum nýggjum Q5, sum er ein minni útgávu av núverandi Q7 Amerikanski konseptbilurin Dodge Hornet, ið kemur í eini endaligari útgávu í 2008, verður eftir ætlan eisini seldur í Evropa