mikudagur 23. august 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
43
Hóast Jaguar telist
millum fínastu
bilmerkini í Evropa,
gongur tað ikki heilt
væl fíggjarliga hjá
verksmiðjuni, sum
fyri nøkrum árum
síðan varð yvirtikin
av Ford Motor
Company
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ford stjórin William ”Bill”
Clay Ford Jr. Hevur biðið
íløgubankan ”Goldman
Sachs and Bank of America”
um at vurdera støðnua hjá
Jaguar verksmiðjuni í
Onglandi. Í USA verður
hetta lagt út sum at Ford
møguliga fer at sleppa sær
av við Jaguar.
Um Jaguar verksmiðjan
ikki verður seld, skulu stórar
broytingar gerast við øllum
bygnaðinum hjá Jaguar,
sum tey seinastu árini hava
víðkað sína vøruskrá við
bilum, sum m.a. eru bygdir
yvir Ford platformar.
Jaguar hava í høvuðsheitum
fýra modell á marknaðinum
í løtuni, tey eru: X-Type, S-
Type, XJ og sportbilin XK8,
sum allir fáast í ymiskum
útgávum.
Teir næstu mánaðirnir
verða spennandi og helst
eisini
avgerandi
fyri
framtíðina hjá Jaguar, sum
er eitt av fínu bilmerkjunum
hjá Ford-konsernini.
Ford umhugsa at selja Jaguar
Týska stjórnin leggur til
rættis eitt totalt forboð móti
royking á almennum støðum,
á matstovum og møguliga
eisini í bilum, frá komandi
ári at rokna.
Í týskum fjølmiðlum
verður nógv kjakast um
tað at royking er orsøk til
fleiri ferðsluóhapp í týsku
vegunum. Serfrøðingar á
økinum vilja vera við, at tað
er eins vandamikið at roykja
sum at tosa í fartelefon undir
koyring.
Tað eru tó ikki øll, ið eru
samd um at royking er orsøk
til so nógv ferðsluóhapp.
Týskir fjølmiðlar upplýsa,
at í Belgia og Skotlandi var
roykiforboð fyri bilførarar
sett í gildi frá marts mánað
í ár.
Roykiforboð í bilum
Týska stjórnin leggur til rættis eitt totalt forboð móti royking - møguliga eisini í bilum frá komandi ári at rokna
Jaguar S-Type, ið er miðalstøddin í persónbila-røðini hjá Jaguar. Bilurin er gjørdur við Jaguar Mark II frá 60-unum sum fyrimynd
Nissan Almera 1,6
Ein væl hildin Nissan Almera 1,6 til sølu vegna flyting.
Árg. des 1996, km. 168.000, sýnaður í des. 2005
Bilurin hevur 18'' alu-felgur við nýggjum dekkum. Nýggj
kavadekk á felgum fylgja við.
Prísur: kr. 45.000,-
Tel. 216014 eftir kl. 17.00
bilar