mikudagur 23. august 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
5
tíðindi
- Tað tekur alt ov
langa tíð at fáa eitt
uppihaldsloyvið til
dóttur mína, hóast
hon bert hevur meg,
sigur Christian
Dalsgaard, sum fyri
hálvum ári síðani fekk
foreldramyndugleikan
yvir trý ára gomlu
dóttur síni, tá mamma
hennara, sum búði í
USA, doyði.
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Christian Dalsgaard kærir
sína neyð. Við tógvið
stríð hevur hann fingið
foreldramyndugleikan yvir
trý ára gomlu dóttur síni,
Claire, sum hann eigur
saman við einari ameri
kanskari kvinnu, ið doyði
fyri einum ári síðani. Nú
býr Claire í Føroyum saman
við Christiani og familju
hansara:
- Claire sær út til at
stórtrívast
heima
hjá
okkum, men hon fær einki
varandi p-tal og sleppur
tískil ikki í barnagarð ella
annað í Føroyum, har eitt
p-tal krevst, sigur Christian
harmur.
Fekk foreldra
myndugleikan
Christian hitti amerikonsku
kvinnuna fyri fimm árum
síðani í Keypmannahavn.
Hann hevur ikki verið
saman við henni síðan,
men hevur tó úr Føroyum
havt samband við bæði
kvinnuna og dóttrina. Fyri
einum ári síðani, doyði
mamma Claire. Claire fór til
ommusystur sína í USA at
búgva, men Christian vildi
hava foreldramyndugleikan.
Hann fór tí til USA og
stríddist har í rættinum í
eitt hálvt ár, fyri at fáa dóttur
sína til Føroya.
Eftir tríggjar ferðir aftur
og fram úr Føroyum og til
USA og 80.000 krónur til
ein sakførara, fekk Christian
dóttur sína heim til Føroya.
- Claire hevði verið fyri
vanrøkt seinasta árið, og hon
hevur reikað runt hjá bæði
langommuni og tveimum
ommusystrum. Men eftir
at eina ommusysturin var í
Føroyum og sá umstøðurnar
heima hjá okkum, broytti
hon meining og góðtók, at eg
fekk foreldramyndugleikan.
Tíbetur samdust vit, sigur
ein glaður Christian, sum
viðgongur, at tíðarskeiðið
í rættinum var ótrúliga
krevjandi.
Trívist, men...
Christian og Claire komu til
Føroya 17. mai í ár, og Claire
byrjaði eina nýggja tilveru.
- Tá helt eg, at vit endiliga
vóru sloppin og kundu byrja
av nýggjum undir góðum
umstøðum. Tað kom týðiliga
til sjóndar, at dóttir míni
vantaði umsorgan, og hon
dugdi sera illa at práta, sigur
Christian, sum fór í farloyvi
frá starvi sínum, tá Claire
flutti til Føroya:
- Eg vildi gera alt, sum eg
kundi fyri at stimbra Claire.
Eg ynskti at geva henni eina
trygga og góða tilveru, sum
hon ikki hevur verið von
við higartil. Somuleiðis
gav Tórshavnar kommuna
okkum eina heilsusystir og
ein sálarfrøðing til Claire,
sum seinastu mánaðirnar
hevur ment seg við rúkandi
ferð og longu nú prátar
føroyskt.
Afturat Claire eigur
Christian tveir synir, sum
eru trý og seks ára gamlir:
- Tey trý hugna sær óført
saman, men Claire hevur
tørv á at sleppa í barnagarð
at spæla við onnur børn. Sum
nú er hevur hon bara meg
at spæla við um dagarnar,
meðan hini børnini eru í
barnagarði og tað er ikki
nøktandi, sigur Christian
við einum hjartasuffi.
Christian skrivaði Claire
upp til barnagarðspláss alt
fyri eitt, tá hann frætti, at hann
fekk foreldramyndugleikan.
Og Tórshavnar kommuna
gav honum boð um, at Claire
kundu byrja í barnagarði alt
fyri eitt:
- Men tá hon skuldi byrja í
barnagarðinum, fingu vit at
vita, at tað kundi hon kortini
ikki, tí hon hevði einki p-tal,
greiðir Christian frá, og hann
fekk beinanvegin dóttrini
eitt fyribils p-tal til vega.
– Eitt slíkt, sum útlendingar
fáa, tá teir koma til Føroya
at arbeiða.
- Tað var einasta p-talið, eg
kundi fáa, sigur Christian.
Men Claire slapp framvegis
ikki í barnagarð, tí edv-
skipanin hjá Tórshavnar
kommunu góðtók ikki p-
talið. Síðan gekk leiðin
hjá Christiani til Heðin
Mortensen, sum sambært
Christiani helt, at grundarlag
var fyri einari undantaksstøðu.
Men løtu seinni ringdi ein
løgfrøðingur hjá kommununi
og segði, at Claire ikki slapp
í barnagarð, tí hon ikki hevði
uppihaldsloyvi og skeivt p-
tal.
26. juni í ár fór Christian
tískil til fútan og gav
honum eina umsókn um
uppihaldsloyvi til Claire:
- Har fekk eg at vita, at
hetta skuldi koma upp á pláss
alt fyri eitt. Men ikki fyrr enn
fyri nøkrum døgum síðani fór
málið til Útlendingastýrið í
Danmark, tí flest øll høvdu
verið í summarfrítíð hjá
Innlendismálaráðnum.
Og í danska Útlendinga
stýrinum liggur umsóknin
nú, sambært Christiani, í
einari langari bíðirøð, tí
stýrið hevur ikki stundir at
viðgera umsóknina fyrr enn
um tríggjar vikur:
- Og tá skal umsóknin
helst aftur ígjøgnum føroy
sku skipanina. Gud viti,
hvussu langa tíð, tað fer
at taka. Claire hevur bara
meg her í Føroyum, og skal
hon spæla púra einsamøll
heima hjá okkum í mánaðir?
Henni leingist eftir onkrum
at spæla við, og hevur glett
seg í fleiri vikur til at fara í
barnagarð!, sigur Christian
í døpurhuga.
Uppihaldsloyvið
eitt krav
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, harmast um støðuna.
Hann hevur kannað viður
skiftini, men rendi seg skjótt
fastan:
- Okkara trupulleiki er,
at Claire formliga ikki er
flutt til Føroya, hóast hon
býr her. Um Claire hevði
havt uppihaldsloyvið og
eitt p-tal, hevði hon sloppið
í barnagarð alt fyri eitt.
Vit eru avbera kedd um
støðuna, men noyðast at
halda okkum til reglarnar
og at handfara øll eins, sigur
Heðin Mortensen.
Og hann leggur afturat,
at landsstýrismaðurin í inn
lendismálum, Jacob Vester
gaard, møguliga kann
framskunda uppihaldsloyvið
hjá Claire:
- Onkuntíð loysir tað seg
at skunda undir mál fyri
at fáa úrslit, sigur Heðin
Mortensen.
Men
úr
Innlendis
málaráðnum verður staðfest,
at málið er farið úr teirra
hondum 31. juli í ár og at
teirra leiklutur tískil er
liðugur í málinum:
- Danska Útlendingastýrið
hevur nú endaligu avgerð
ina, verður sagt úr Innlendis
málaráðnum.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlendis
málum, er uttanlands, og
tað eydnaðist okkum tíverri
ikki at fáa eina viðmerking
frá honum.
Claire fær ikki uppihaldsloyvið í Føroyum í bræði. Pápi hennara, Christian Dalsgaard, er í døpurhuga og veit ikki síni livandi ráð.
Pápi í døpurhuga:
Trý ára gamla dóttirin í
løgfrøðiligari klemmu