mikudagur 23. august 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 161 - 23. august 2006
tíðindi
Seinnapartin týsdagin
komu so teir fyrstu
fiskarnir, sum
veiddir eru í altjóða
fiskikappingini, upp
á land á havnalagnum
hjá Runavíkar havn.
Væl av fólki var á
bryggjuni og tók
ímóti, og rættiligur
stevnudámur var yvir
økinum
Fiskikapping
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsmorgunin fór altjóða
fiskikappingin – Smyril Line
International Sea Angling
Cup – av bakkastokki í
Runavík. Tá løgdu 60 spentir
havfiskarar, sum teir verða
róptir, úr átta ymiskum
londum til brots umborð
sjey føroyskum bátum, sum
vanliga sigla við ferðafólki
í Føroyum.
Tá ið luttakararnir høvdu
fingið tal á ryggin og mat
pakkar útflýggjaðar, ljóðaði
lúðurin, og bátarnir løgdu
frá landi.
Sosialurin var fram við
á bryggjuni seinnapartin
týsdagin, tá ið bátarnir
við fiskimonnunum vóru
komnir aftur at landi.
Væl av fólki var á bryg
gjuni, og rættiligur stevnu
dámur var yvir økinum.
Tiltøk í tjaldinum
Tjald er sett upp í sambandi
við tiltakið, og har er ymiskt
á skránni.
Tveir útbjóðarar av fiski
útgerð, Jógvan Weihe og
Teymavirkið, hava sølu
básar í tjaldinum, og Diana
Borgnyardóttir hevur bás við
ullavørum.
Eisini er matsøla og søla
av onkrum leskandi.
Aftrat hesum, hava Kun
ningarstovan í Saltangará
og Ferðaráð Føroya bás
við upplýsandi tilfari um
Føroyar.
Á eini talvu kanst tú fylgja
við, hvussu luttakarunum í
kappingini gongst at fiska.
Hendan fyrsta dagin,
høvdu teir 60 luttakararnir
í Smyril Line International
Sea Angling Cup fingið
upp í tvey kør av ókruvdum
fiski.
Onkur, sum var á bryggjuni
í gjár, helt fyri, um hetta nú
var tað stóra at reypa av – at
60 fólk, sum eru roynd í
slíkum kappingum, høvdu
fingið hesa fiskanøgd.
- Ein eldri útróðrarmaður
var á Fiskamarknaðinum fyri
løtu síðan við næstan einum
fullum kari av snørisfiski á
Lambavík, segði hesin, sum
kom fram við.
Royndir við tráðuni
Fleiri av teimum, sum eru við
í hesi kapping, hava luttikið í
mongum slíkum kappingum
kring um heimin.
Talan er um sokallaði
lið, sum eru her heima og
fiska, men í kappingini,
sum Smyril Line stendur
fyri, kunnu bert tvey og tvey
kappast saman.
Millum luttakararnar er
eisini onkur einstøk kvinna,
og onkur av monnunum er
farin um tey sjeyti.
Til tess at eggja skipar
unum, sum eru við føroysku
bátunum, at taka kappingina
í álvara og soleiðis vera
viðvirkandi til, at tey luttak
andi skulu fáa sum mest
burtur úr, fær vinnandi skip
arin eisini virðisløn.
Hetta halda tey luttakandi
vera positivt.
Tað er nevniliga skiparin,
sum ger av, hvar leiðin
gongur.
Stórar virðislønir verða
lætnar teimum, sum gerast
vinnarar av kappingini.
Longan størst
Í kappingini ræður um at
fáa størsta fiskin, størstu
nøgdirnar, og tað telir eisini,
at fleiri ymisk fiskasløg eru
uppi í veiðini.
Sum luttakari hevur tú bert
eina ávísa nøgd av agni.
Í báðum kørunum á bryg
gjuni í gjár vóru ymisk
fiskasløg, eitt nú toskur,
hýsa, upsi, brosma og longa
– og onkur reyðfiskur var
eisini uppi í veiðini.
Sum greipingarfiskur, var
slagið ríkiliga gott. Lítið var
uppi í av heilt smáum, og tað
er ivaleyst tí, at smái fiskurin
verður sleptur útaftur. Mát
er nevniliga fyri, hvussu
smá ymisku fiskasløgini
kunnu vera fyri at telja við í
kappingini.
Størsti fiskurin, sum fiski
menninir fingu í gjár, var ein
rímiliga stór longa sum tann
eina myndin á síðuni vísir.
Longan lá í einum kassa
fyri seg á bryggjuni.
Ókruvdur fiskur
Laura Olsen, sum í fleiri ár
starvaðist á Fiskamarknaði
Føroya, stóð við kassarnar,
tá ið vit vóru fram við.
Hon segði, at fólk høvdu
høvi at keypa sær upp í eina
posa av fiski fyri ein 50
krónuseðil.
- Restin av fiskinum
verður latin til vælgerandi
endamál her í økinum, legði
hon aftrat.
Fiskurin í kørunum var
ókruvdur. Skein sólin í gjár,
hevði blot skjótt komið í
– ikki minst tí, at rúgvan og
vektin í kørunum er so stór
og trýstir tað, sum liggur
niðari.
Eitt hugskot kundi tí
verið, at fiskurin stutt eftir
heimkomuna varð kruvdur
og kanska køldur. Tá hevði
hann hildið sær so mikið
longri og soleiðis verið betur
egnaður til eitt nú frikadellir
og knettir.
Liggur fiskurin ov leingi
við gørnunum í um summarið,
gerst hann skjótt bleytur og
ringur at fáast við.
Liðug hósdagin
Fiskikappingin
heldur
fram til og við hósdagin,
tá ið farið verður á seinastu
veiðiferðina á hesum sinni.
Loyst verður stundisliga,
Teir fyrstu fiskarnir veiddi
Smyril Line International Sea Angling Cup:
Fólk kunnu keypa sær upp í ein
posa av fiski fyri ein 50 krónuseðil.
Restin fer til vælgerandi endamál í
økinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fongurin í gjár, tvey kør at kalla full við ókruvdum fiski
– mest toski, hýsu, upsa, brosmu og longu. Onkur reyðfiskur
er ímillum. Størsti fongurin var longan
Mynd: Vilmund Jacobsen