mikudagur 23. august 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 23. august 2006
17
tíðindi
og luttakandi bátarnir skulu
vera aftur at landi við dagsins
fongi í seinasta lagi klokkan
16.30.
Tá ið kappingin er liðug
hósdagin, verður funnið út
av, hvørjir vinnararnir eru.
Teir, sum eru við í fiski
kappingini, fáa tilsamans
fimm tímar at fiska í hvønn
dagin. Tíðin verður roknað
frá tí, at skiparin hevur lagt
bátin, og fiskimenninir eru
farnir til tráðurnar.
Tveir tímar eru lagdir av
til sigling út á fiskileiðirnar
og tveir tímar heimaftur.
Ymiskt er, nær bátarnir eru
aftur at landi. Hetta veldst
um, nær teir eru byrjaðir at
fiska. Teir fyrstu bátarnir
hvønn dagin eru væntandi
aftur um 15-tíðina.
Altjóða reglar fyri slíkum
kappingum eru eisini gald
andi í kappingini, sum Smyril
Line saman við Green Gate
Incoming og Runavíkar
kommunu skipa fyri.
Onnur tiltøk
Í sambandi við stóra tiltakið
verður eisini skipað fyri
listaframsýningum, móta
framsýningum og tónleiki.
Klokkan 16 í gjár lótu
soleiðis tvær listafram
sýningar upp í Runavíkar
kommunu.
Í býráðshøllini er fram
sýning við verkum hjá Eli
Smith, og í Gamla handli
í Heiðunum sýnir Oggi
r í altjóða fiskikappingini
Nógv er at práta um eftir loknan og
spennandi dag. Til høgru á myndini sæst
talvan, har fólk kunnu fylgja við gongdini
í fiskikappingini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stevnudámur var yvir bryggjuni í gjár, tá ið
bátarnir við fiskimonnunum vóru komnir aftur.
Í tjaldinum fæst etandi og leskandi, og básar eru
við fiskiútgerð og ullavørum. Eisini hevur ferða
vinnan bás við kunnandi tilfari um Føroyar
Mynd: Vilmund Jacobsen