Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-23, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

18 Nr. 161 - 23. august 2006 útlond SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Eg eri givin at rinda limagjald í Solidaritet Lech Walesa, Solidaritet-stovnari Stutt sagt Tey flestu ferðafólkini umborð á Tupolev 154-flogfarinum høvdu hildið summarfrí við Svartahavið og vóru á veg heimaftur, tá flogfarið datt niður. Flogvanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Øll tey 170, sum vóru við russiska flogfarinum, sum datt niður í Ukraina í gjár, doyðu. Ferðafólkini vóru 160 í tali, og manningin taldi 10. Sambært russisum fjølmiðlum vóru 45 børn við flogfarinum. Ukrainsku myndug­leikar­ nir siga, at flogfarið hvarv av radaraskíggjanum tveir minuttir eftir, at tað hevði sent neyðarkall. Sam­bært talsmanninum hjá myndu­ gleikunum var flogfarið tá í 10.000 metra hædd. Eldur var í tí, og tá flogskiparin ætlaði sær at neyðlenda, datt flogfarið niður nærhendis býnum Donetsk. Veðrið var vánaligt har á leiðini. Tupolev 154-flogfarið skuldi til St. Pætursborg, og í floghavnini ha vóru vinir og skyldfólk komin at taka ímóti ferðafólkunum, men til fánýtis. Her endaði summarferðin Forsetin og løgmálaráðharrin eru lagdir undir kynsligan ágang, og forsætisráðharrin er undir illgruna fyri at hava misbrúkt sítt vald til egnan vinning. Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er ikki á hvørjum degi, at løgreglan í einum landi rannsakar húsini hjá landsins forseta, men tað hendi í Ísrael mánakvøldið, tá løgreglumenn rannsakaðu húsini hjá Moshe Katsav, forseta. Tá løgreglumenninir fóru útaftur, høvdu teir fleiri teldur og eina rúgvu av skjølum við sær. Orsøkin til húsarann­ sóknina var, at tvær kvinnur, sum arbeiða á skrivstovuni hjá forsetanum, hava lagt hann undir kynsligan ágang. Onnur kvinnan heldur uppá, at forsetin noyddi seg til kynsliga samveru, sum sagt verður, og ein kanning hjá løgregluni bendir á, at hon sigur satt. Moshe Katsav, forseti, sigur harafturímóti, at einki hald er í skuldsetingini. Tað er ikki bara forsetin, sum er lagdur undir kynsligan ágang. Seinasta sunnudag gjørdi Haim Ramon, løg­ mála­ráðharri, av at leggja frá sær. Ein kvinna hevur meldað hann til løgregluna fyri kynsligan ágang, og eftir drúgvar kanningar hevur ákæruvaldið skuldsett ráðharran, sum alt fyri eitt gjørdi av at fara frá, hóast hann sigur seg vera ósekan. Ehud Olmert, forsætis­ ráðharri, er eisini í kikaranum hjá løgregluni í hesum døgum. Í 2004 keypti hann eina íbúð í Jerusalem fyri 1,2 millión dollarar, sjálvt um tað veruliga søluvirðið var 1,8 millión dollarar. Løgreglan vil vera við, at hann fekk íbúðina bíligari, tí hann hevði hjálpt einari byggifyritøku at fáa loyvi at byggja íbúðir í einum friðaðum øki í býnum. Tí kannar løgreglan nú, um Olmert misbrúkti sítt vald til egnan vinning, skrivar AP. Ísrael skakað av gølum Ísraelska løgreglan kannar nú, um Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevur misbrúkt sítt vald til egnan fyrimun. Lech Walesa, sum var maðurin aftan fyri polska fak­felagið og mót­­støðu­ rør­­sluna Solidaritet, ið gjørdi enda á kom­ munistastýrinum, hevur nú tikið seg úr felagnum. Í næstu viku heldur Solid­aritet sín 26. árs­ fund, men tá verður Walesa ikki millum lut­ takararnar. Orsøkina sigur hann vera, at hann og Solidaritet hava valt hvør sína kós, og at hann tí ikki kann halda fram sum limur í felagsskapinum. Walesa er í øðini um, at Solidaritet hevur valt at styðja ta konservativu stjórnina í Pólandi, sjálvt um hann leingi ávar­aði felagsskapin ímóti at gera tað. - Hetta var tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, og tí eri eg givin at rinda limagjaldið, sigur tann 62 ára gamli Lech Walesa við AP. Walesa úr Solidaritet Eftir ætlanini fáa Bulgaria og Rumenia limaskap í Evropas­amveldinum á nýg­gj­árinum, men nú sigur Týskland seg ivast í, um tað er rætt at geva londunum limaskap longu tá. Í næsta mánað skal ES-nevndin leggja fram eina frágreiðing um, hvussu langt tey bæði lond­ini eru komin við sínum fyrireikingum til limaskapin. Í tí sambandi hevur týski forsetin, Horst Kohler, sagt, at tað er um­ráð­andi, at Bulgaria og Rumenia fáa skil á lógarverkinum, so tað er í samsvari við lógarverkið í ES. Harafturat krevur hann, at londini steðga allari kor­ rup­sjón, áðrenn tey kunnu sleppa upp í ES. Týskland hevur ikki góð­ kent avtaluna, sum gevur Bulgaria og Rumenia lima­ skap á nýggjárinum. Tað hava Danmark, Frakland og Írland heldur ikki gjørt, og øll fýra londini hava kunngjørt, at tey fara at taka støðu til málið út frá tí, sum fer at koma fram í frágreiðingini hjá ES- nevndini í næsta mánað. Týskur ivi um nýggj ES-lond Tað hevur verið ófriðarligt í Kongo síðani fyrra umfar av forsetavalinum í síðstu viku, og sambært myndugleikunum hava minst 14 fólk latið lív í bar­døgum millum viðhaldsfólk hjá teimum báðum valevnunum. Fyri nøkrum døgum síðani kringsettu við­ haldsgólk hjá Kabila húsini hjá Bemba, og tað fekk avbjóðaran at senda boð eftir fleiri hundrað vápnaðum við­ haldsmonnum at verja seg. ST-hermenn vórðu samstundis boðsendir, og ES hevur gjørt av at senda svenskar, portugisiskar, týskar og franskar hermenn til Kongo at tryggja lóg og landaskil. Forsetavalið í Kongo er tað fyrsta fría valið har í 45 ár. Á fyrra valumfarinum fekk verandi forsetin, Joseph Kabila, 44 prosent av atkvøðunum, og avbjóðarin, Jean-Pierre Bemba, fekk umleið 20 prosent. Seinna valumfar verður tann 29. oktober, og tann, sum tá fær 50 prosent ella meiri, vinnur valið. Stríð millum valevni