hósdagur 24. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
5
tíðindi
Læknaliga støðan
í Eysturoy vísir,
hvussu hættislig
skipanin er í dag.
Men á nýggjárinum
kemur ein nýggj
skipan, sum loysir
trupulleikan, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í
heilsumálum
Læknavaktir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Læknaliga støðan í Eysturoy
er besta dømi um, hvussu
átrokandi tað er at fáa eina
nýggja vaktarskipan fyri
kommunulæknar.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tað er alt annað enn
nøktandi, at eysturoyingar
ikki fáa fatur á lækna eftir
vanliga viðtalutíð, soleiðis
sum fleiri hava greitt frá í
Sosialinum bæði týsdagin
og í dag.
– Tað er ein vandi fyri
trygdina og kann ikki halda
fram, sigur hann.
Hann sigur, at støðan í
Eysturoy er ein avleiðing
av, at læknavaktirnar ikki
eru samskipaðar.
Men í januar kemur ein
nýggj vaktarskipan í gildið
fyri kommunulæknarnar
í øllum meginøkinum í
Føroyum.
– Tá skulu øll, sum hava
tørv á lækna, ringja til
eitt telefonnummar á eini
vaktarstovu á Landssjúkra
húsinum, sum síðani kann
stilla um til vakthavandi
læknar ymsastaðni í økinum,
tá ið tað er neyðugt. Læknin
í økinum kann so fara heim
til sjúklingin, ella geva
sjúklinginum boð um at møta
á eini læknamiðstøð, ella á
Landssjúkrahúsinum ella á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
– Er talan um vanlukku,
verður ringt 112. Á sama
hátt skulu øll framyvir ringja
eitt ávíst nummar tá ið brúk
er fyri kommunulækna
– Tá fer ikki at bera til
at verða sendir frá tele
fonsvarara til telefonsvarara,
sigur Hans Pauli Strøm.
Í Havnini hava
tey havt somu
trupulleikar við
læknavaktunum, sum
tey hava í Eysturoy,
men læknarnir í Havn
hava loyst málið
Læknavaktir
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta kenna vit alt til.
Jenis av Rana er komm
unulækni í Havn og hann
kennir væl til trupulleikan,
sum eysturoyingar greiða
frá í Sosialinum í hesum
døgum, har teir gremja
seg um, at teir ikki fatur
á lækna eftir vanliga
viðtalutíð, tí at fløkja kemur
í vaktarskipanina.
– Fyrr var ikki óvanligt
í Havn, at fløkja kom
í vaktarskipanina so at
fólk máttu ringja runt frá
telefonsvarara til telefon
svarara, uttan at fáa fatur á
nøkrum
Men fyri einum seks árum
síðani varð hesin trupul
leikin loystur.
– Trupulleikin
varð
loystir soleiðis, at allir
kommunulæknarnir í Havn
nú hava felags vakt-telefon.
Tá ið havnarfólk fáa brúk
fyri lækna eftir vanliga
viðtalutíð, skulu tey altíð
ringja 31 00 33.
Skipanin virkar soleiðis,
at klokkan 16 hvønn dag
seta portørarnir á Lands
sjúkrahúsinum
telefon
nummar 31 00 33 til tann
kommunulækna, sum hevur
vakt. Tá ið fólk so ringja
nummarið, er tað altíð vakt
havandi lækni, sum tekur
telefonina.
Klokkan 22 um kvøldið
skiftir læknavaktin og tá
skifta portørarnir telefonina
til læknan, sum tá hevur
vakt.
Jenis av Rana sigur, at
hendan skipanin virkar
væl.
– Tað kann ikki henda
longur, at fólk verða send
frá lækna til lækna, uttan at
fáa fatur á nøkrum.
– Men har menniskju eru
við í leikinum, henda altíð
mistøk. Tað kemur eisini fyri
heilt einstakar ferðir, at tey
gloyma at stilla telefonina
um til vakthavandi lækna.
Men eg havi so gjørt
mær tað til vana, at hevur
ongin sjúklingur ringt, tá
ið 10 minuttir eru farin
av einari vakt, ringi eg til
portørarnar at tryggja mær,
at teir hava stillað um, sigur
kommunulæknin.
Jenis av Rana heldur, at ein
loysn í Eysturoy kundu verið
at havt eitt felags nummar
at ringt til, so at fólk sluppu
undan at ringja runt.
– Okkurt má gerast,
áðrenn hetta kostar
mannalív, sigur Maria
Jacobsen av Glyvrum.
Tá ið maður hennara
gjørdist álvarsliga
sjúkur leygardagin,
royndi hon at fáa
fatur á lækna, men
hon fekk ongan at
svara
Læknavaktir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Her má okkurt gerast,
áðrenn tað kostar mannalív.
Maria
Jacobsen
á
Glyvrum sigur trygdin hjá
eysturoyingum er í vanda
og at hetta kann ikki halda
fram.
– Tí má okkurt gerast
við
støðuna
og
tað
beinanvegin.
Tað er støðan í sambandi
kommunulæknarnar
í
Eysturoy, hon hugsar um.
Í Sosialinum týsdagin
var ein søga um ein mann,
sum hevði brúk fyri lækna
uttanfyri vanliga viðtalutíð.
Hann ringdi og ringdi, men
fekk ongantíð fatur á nøkrum
lækna.
Hvørja ferð, hann ringdi
til ein lækna, kom ein
telefonsvarari til sum bað
hann ringja til ein annan
lækna og soleiðis ringdi hann
í runding til allar læknarnar í
Eysturoy uttan at fáa nakran
at svara.
Tá tvíhelt læknin á Eiði
um, at hetta avgjørt var eitt
eindømi og at tað vóru fleiri
ár síðani, at hetta er hent
seinast.
Men síðani hava aðrir
eysturoyingar vent sær til
Sosialin og teir staðfesta,
at hetta er alt annað enn eitt
eindømi.
Fekk ongan lækna til
álvarsliga sjúkan
Ein teirra, sum hevur ring
ar royndir av kommunu
læknaskipanini í Eysturoy,
er Maria Jacobsen á
Glyvrum.
– So seint sum hetta
vikuskiftið fekk eg brúk
fyri lækna til mannin, sum
gjørdust álvarsliga sjúkur.
Men har varð ongin lækni
at fáa fatur á, segði hon.
Maðurin hevði følt seg
sjúkan mitt í vikuni og var
farin til lækna. Læknin gav
honum heilivág og bað hann
koma aftur um eina viku,
hevði hann tað ikki betri.
– Men fríggjadagin versn
aði hann og leygardagin var
hann so ringur, at eg føldi
meg ótryggan við at hava
hann heima, sigur Maria
Jacobsen.
Leygardagin seinnapartin
fór hon so undir at royna
at fáa fáa fatur á lækna til
mannin.
– Eg ringdi til fimm ymsar
læknar í Eysturoy – sum
allir tosaðu danskt. Men
teir høvdu allir telefonsvara
sum boðaði frá, at tað var
onkur annar, sum hevði vakt.
Sostatt kom eg ringja runt
til allar læknarnar, uttan at
fáa fatur á øðrum enn einum
telefonsvarara.
– Í berari desperatión visti
eg mær ongi onnur ráð enn at
ringja til Landssjúkrahúsið.
Har varð eg stillað um til
ein sjúkrarøktarfrøðing,
sum var serstakliga fitt og
hjálpsom.
Maria Jacobsen greiddi
henni frá støðuni, men
sjúkrarøktarfrøðingurin
segði, at tey kundu onki
gera fyri mannin, fyrrenn
ein kommunulækni hevði
lagt hann inn.
– Men hvat skuldi eg gera,
tí eg fekk jú ikki fatur á ein
um einasta kommunulækna
í allari Eysturoy.
Sjúkrarøktarfrøðingurin
skilti fullvæl, at hetta var
ein ring støða at vera í. Hon
fór so frá telefonini og fann
útav, hvør lækni í Eysturoy
tað var, sum átti at hava
vakt. Hon gav mær so eisini
nummarið á eini fartelefon
hjá læknanum.
– Soleiðis kom maður mín
undir læknahond, men tá var
hann so sjúkur, at hann varð
innlagdur á Landssjúkrahús
ið beinanvegin leygardagin
og støðan var var so mikið
álvarsligt, at hann skuldi
undir skurð beinanvegin
mánamorgunin.
Ræðuligt at hugsa sær
Maria Jacobsen sigur, at tað
er ræðuligt at hugsa sær, at tað
ikki skal bera til at fáa fatur
á einum kommunulækna,
hóast støðan er so álvarslig,
sum talan var um í hesum
føri.
Hon heldur, at hetta er ein
støða, sum eysturoyingar als
ikki kunnu liva við.
Men hon heldur eisini at
tað er neyðugt, at fólk loysa
frá posabandinum fyri at fáa
broyting í.
–
Minstakravið
frá
eysturoyingum má vera, at
vaktarskipanin hjá komm
unulæknunum virkar, leggur
hon afturat.
Maria Jacobsen er ikki
tann einasta, sum hevur
vent sær til blaðið. Ein
annar maður hevur eisini
sent okkum teldubræv, har
hann sigur akkurát somu
søgu. Hann fekk bruna eitt
vikuskifti og skuldi hava
penisillin.
– Eg ringdi fyrst til
mín egna lækna, sum
er Eiðislækni. Har kom
telefonsvararin til og segði
at eg skuldi venda mær til
læknan í Gøtu sum hevði
vakt.
– Eg so gjørdi, men har
kom eisini ein telefonsvarari
til og segði at eg skuldi
venda mær til læknan á
Skála sum hevði vakt. Síðani
varð ringt til læknan á Skála.
Men eisini hann hevði
telefonsvarara, sum bað
meg ringja til læknan í Gøtu
– sum eg altso longu hevði
tosað við telefonsvararan hjá
beint frammanundan.
– Eg varð bara koyrdur
í ringrás og eg hugsaði,
var talan um eina størri
vanlukku, hevði ikki staðið
so væl til, sigur hesin
eysturoyingurin.
Maðurin sigur at enda,
at hann mátti bíta pínuna í
seg og fekk ikki penisillin
fyrrenn mánadagin.
Trygdin hjá eysturoyingum í vanda:
Fáa ikki fatur á lækna
Leygardagin ringdi Maria Jacobsen á Glyvrum til fimm ymsar læknar í Eysturoy, tí maður
hennara var álvarsliga sjúkur, men hon fekk ikki fatur á nøkrum. Hetta setir trygdina í
vanda og her má broyting koma í beinanvegin, sigur hon
Allir læknar hava somu telefon
Nýggj skipan loysir
vandamál í Eysturoy
- Støðan er vandamikil fyri
trygdina, men í januar kemur
broyting í, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður