Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 162 - 24. august 2006 tíðindi Uppskotið um broyt­ ingar í rús­drekka­ lógini, sum hevur við sær, at tað skal vera loyvt at skeinkja rúsdrekka uttandura, hevur verið til eftir­ kanningar í Inn­ lendismálaráðnum og er nú komið aftur til Vinnumálaráðið, men tað verður ikki lagt fyri tingið enn, sigur Bjarni Djurholm RÚSDREKKALOGIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Uttan í heimi kenna vit fortovscaféir, har tað ber til at njóta eina eitt glas av víni ella eina øl, uttan fyri í góðveðrinum. Hetta ber ikki til í Føroyum í dag. Ofta tí at veðrið ikki loyvir tí, men so tá veðrið einaferð er gott, so er tað ein lóg, ið forðar fyri hesum. Men møguliga verður henda lógin broytt um ikki so langa tíð. Tí uppskotið um broyting­ ar í rúsdrekkalógini, sum mill­um annað hevði við sær, at tað fer at bera til hjá skeinkiloyvisinnihavarum at skeinkja sterkt uttandura, er liggur nú aftur í Vinnu­ málaráðnum. Áðrenn summarfrítíðina varð tað sent til lógardeildina í Innlendismálaráðnum, har tað skuldi eftirkannast, og nú er tað so afturkomið við smávegis broytingum. Landsstýrismaðurin í Vinnu­ málum er í Noregi í løtuni, og hevur ikki sæð broytingarnar, ið Inn­lend­is­málaráðið er komið við, og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til tað. Hann sigur tó, at tað ikki verður beinanvegin, at hann leggur uppskotið fram fyri tingið. – Eg má fara at tosa við umsitingina nú, men upp­ skot­ið er ikki á skrá enn, sigur Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnumálum. Ongin øl at fáa uttanfyri enn Hotel Tvøroyri stongt Hotel Tvøroyri er fyribils stongt og ógreitt er, nær hot­ ell­ið letur upp aftur. Eftir øll­um at døma er eitt stjóraskifti á hot­ell­in­um orsøkin til, at hotellið ikki er opið í løtuni HOTEL TVØROYRI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Edmund Kjærbech hev­ur verið stjóri á Hotel Tvør­ oyri seinastu tólv árini. Tað er hann ikki longur, og nýggi stjórin eitur Anna Maria Larsen. Men nú er Hotel Tvør­ oyri stongt. Nýggi stjórin sigur, at eigaraskifti hevur verið, og at hotellið er stongt, tí onkrar smávegis broytingar á hotellinum skulu gerast. Tey ætla at opna aftur skjótast gjør­ ligt, sigur Anna Maria Lar­ sen, uttan at koma nærri inn á nær tað verður. Fyrrverandi stjórin á Hotel Tvøroyri, Ed­ mund Kjærbech, vátt­ar fyri Sosialinum, at hann er givin við øll­um virk­ seminum á hotell­inum. – Eigaraskifti var, og eg varð koyrdur frá sum stjóri. Tí havi eg valt at gevast við øllum virkseminum á hotellinum, er stutta viðmerkingin frá Edmund Kjærbech til málið. Feskasta skotið á tónleikapallinum í Klaksvík er bólkurin Pentagon. Men hóast bólkurin er nýggjur, rúmar hann nøkrum av kendastu nøvnunum innan tónleik í Klaksvík. Hetta vikuskiftið fer bólkurin við oddamanninum Karl Martini Samuelsen á pallin í REX Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Karl Martin er ein tann kendasta røddin í Klaks­víks­ rokki. Hann hevur síðan 70’árini verið røddin í Hjarn­ um og í øllum møguligum verkætlanum eitt nú Karl Martin og Margretu og Joka. Í Pentagon hevur Karl Mart­ in funnið saman við nøkrum av fremstu tónleikarunum í Klaksvík. Magna Husgaard á ljómborðið, Mikkjal Hvanna­­stein á gittara, Høgna Klakstein á trummum og unga Jógvani Fróða Bald­ vinsson á bassi. Karl Martin greiður frá, at bólkurin er ein dansibólkur og spælir nýggjari og eldri kend løg – Vit spæla løg hjá út­lendskum nøvnum, eisini nýggjari løg sum Have a Bad Day hjá Daniel Powder, men eisini løg hjá t.d. Stevie Wonder og nógvum øðrum. Sjálvandi er eisini pláss fyri onkrum Hjarnar lagi á skránni. Karl Martin spældi herfyri saman við Hjarnar í Nólsoy á Ovastevnu, men tað er heldur sjáldsamt, at Hjarnar er á palli. – Sjálvandi sakni eg tær stuttligu løturnar, sigur Karl Martin og viðgongur, at hetta er ein av orsøkunum, at hann fór við í nýggja bólkin. – Vit spældu saman, tá Norðoyar tunnilin lat upp, og teir eru øgiliga dugnaligir tónleikarar. Hóast teir eru ungir, so eru teir allir royndir úr ymiskum bólkum, so sjálvandi segði eg ja, tá teir bóðu meg koma upp í hendan bólkin, sigur hann. – Tað gongur ótrúliga væl, tá vit venja. Teir eru øgiliga professionellir, og tað ljóðar beinanvegin væl, tá vit fara í gongd, heldur Karl Martin fram. Pentagon spælir í REX fríggjakvøldið og leyg­ar­ kvøldið, men bólkurin hevur longu gjørt avtalu við REX um fleiri spælingar í heyst og í vetur. – Jú, vit ætla okkum at halda fram við hesum, og hava longu nú fleiri spæli­ kvøld á skránni, sigur Karl Martin Samuelsen, ið tykist til reiðar til aftur at gera um seg í føroyskum tónleiki. Í annað kvøld spæla 200, Marius og Øssur Jo­hannesen í Kagganum, men sambært Niels Arge Galán úr 200 er ikki einans talan um útgávukonsert, men somuleiðis um føð­ ing­ar­dagskonsert fyri Sam­ bandsflokkin. 200 fer á síni konsert at heiðra 100 ára haldið hjá Sam­bandsflokkinum á hesi konsert, skrivar tann van­ liga so fullveldissinnaði punk­sangarin í einum tíð­ indaskrivi. Á konsertunum í Vest­ manna, Suðuroy, seinasta viku­skiftið sungu 200 Til­ lukku til tín og róptu hurra fyri føðingardagsbarninum. nud Uni tolkar Nyholm á konsert Uni Debess fer í kvøld at spæla løg av nýggju fløgu síni, Gangi Eg, har hann tolkar yrkingar hjá langabba sínum Nyholm Debess. Konsertin verður í Manhattan. Talan er um ein Una í heldur øðrvísi sam­ anhangi, enn tann vit kenna hann í. Her er talan um eitt slag av fólkakendum tónleiki, men alíkavæl er ein ávís blúskensla yvir tónleikinum, so Uni stendur ikki heilt á berum. nud Garvaðir klaksvíkingar í nýggjum bólki 200 hátíðarheldur føðingardagin hjá Sambandsflokkinum