hósdagur 24. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
7
tíðindi
At vera í samveldis
støðu við Danmark
er eingin forðing
fyri at fáa egna
stjórnarskipan, siga
serfrøðingarnir í
Stjórnarskipanar
nevndini
STJÓRNARSKIPAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
“Føroyar eru land og
føroyingar tjóð”.
Fyri tey flestu ljóðar hetta
kanska sum ein sjálvfylgja,
men soleiðis ljóðar fyrsta
stykki í grein 1 í uppskotinum
um Stjórnarskipan Føroya.
Kári á Rógvu, næst
formaður í Stjórnarskip
anarnevndini, endurtók
ein setning hjá Kaj Leo
Johannesen, sum hevði sagt,
at tu verður ikki nøgdur við
eini, hús fyrr enn tú byggir
aðru ferð.
Ætlanin er nevniliga at, at
Stjórnarskipanarlógin skal
koma ístaðin fyri ta núverandi
Stýrisskipanarlógina, sum
varð sett í gildi miðskeiðis
í nítiárunum.
Kári á Rógvu segði, at
hendan nýggja stjórnar
skipanin skal vera ein saman
renning av tí, sum enn er
óskrivað. Tí hóast flestu
føroyingar helst munnu kenna
seg sum land og fólk, so er
tað ein sannroynd, at tað meira
enn so kemur fyri, at vit eru
kallað við øðrum heitum.
M.a. verða Føroyar kallaðar
“selvstyrende område” í
m.ø. norðurlandaráðshøpi,
og danska heimastýrislógin
kallar okkum “selvstyrende
folkesamfund”.
Men Kári á Rógvi vístí
á, at nevndin hevur valt at
brúka tey elstu orðini, vit
hava á føroyskum.
– Tann føroyska skipanin
kom fyrst, men síðan rendu
vit okkim í aðrar skipanir
segði hann.
Hann segði eisini, at orð
sum “land” eru hugtøk, ið
kongur plagdi at brúka um
okkum, og tí eru hesi vald.
Tí eru hugtøk sum lond
og ríki vald. Orð, sum í
ensku útgávuni eru umsett
til “land” og “nation”.
Fakfólkini gera
skinnararnar til
politikararnar
Hetta
eru
greiðar
mannagongdir,
segði
næstformaðurin, og vísti
á, at nevndarlimirnir sum
fakfólk hava gjørt skinnarar
til politikarrarnar, sum
síðani kunnu velja, hvørja
leið, tey velja.
Tað merkir m.a., at rík
isrættarliga støðan, sum
Føroyar eru í, verður tulkað
sum ein sáttmálakend
samveldisstøða, sum kann
sigast upp.
– Her eru greiðar manna
gongdir, hvussu man fer í
og hvussu man fer ur, segði
Kári á Rógvi, og sipaði m.a.
til møguligan ES-limaskap.
Spurdur um, hvat sign
alvirði ein tílík stjórnarskip
an fær úti í heimi, segði
Jóan Pauli Joensen, at vit
við hesum eru upp aftur
meira tjóð, enn vit vóru
frammanundan, og vit nú
betur kunnu siga, hvussu
vit fata okkum sjálv.
Kári á Rógvi vísti á, at bæði
Ísland og Noreg vóru komin
við sínum stjórnarlógum í
samveldisstøðu, og við hesum
sett orð á samleikanum, sum
hann tók til.
Noreg fekk sína “kon
stitution” í 1814, sum enn
hevur stórt saamleikavirði,
og Ísland fekk sína 1874.
Formaðurin í Stjórn
arskipanarnevndini,
Jóan Pauli Joensen,
vónar, at okkara
fólkavaldu megna
at finna fram til
eina tjóðskaparliga
semju, har vit seta
orð á, hvørji vit eru,
og staðfesta manna
rættindi. Ætlanin
er, at uppskotið til
nýggja stjórnarskipan
skal verða handað
løgmanni 31.
desember í ár
STJÓRNARSKIPAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Vit, fólkið í Føroyum!
So fínt byrjar formælið
til uppskot til nýggja stjórn
arskipan fyri Føroyar. Og tað
er heldur á hvørjum degi, at
eitt fólk sleppur at definera
seg sjálvt og seta orð síni
virði. At kalla seg land, fólk
og áseta mannarættindi.
At smíða og evna til eina
politiska skipan, sum skal
staðfesta og seta á stovn
fólkaræði, er ein hin størsta
avbjóðingin, eitt fólk kann
fáa, verður sagt.
Men tað hendir í hesum
døgum, nú Stjórnarskipan
arnevndin ger uppskot til
Sjórnarskipan Føroya.
Ein av uppgávunum hjá
Stjórnarskipanarnevndini er
javnan at kunna um arbeiðið
í nevndini, og ein liður í
hesum arbeiði varð hildin
á Hotel Hafnia fyrrapartin í
dag, har nevndin bjóðaði til
tíðindafund.
Jóan Pauli Joensen er for
maður í nevndini, og hann
ásannaði, at tíðin ikki stendur
í stað. Tað eru nú meira enn
tvey ár síðani, hann sum for
maður í tí táverandi Grund
lógarnevndini
handaði
táverandi løgmanni, Anfinni
Kallsberg, tað sonevnda
Fyrra flaggdagsálitið.
Tað seinna flaggdagsálitið
kom ongantíð, av tí at val
varð útskrivað, og samgongan
við
Javnaðarflokkinum,
Sambandsflokkinum
og
Fólkaflokkinum samtykti at
broyta Grundlógarnevndina
til Stjórnarskipanarnevnd,
og heitti á nevndina um at
gera uppskot til grundleggj
andi stjórnarlóg fyri Føroyar.
Arbeiðið í nevndini byggir
í ávísan mun á arbeiðið hjá
gomlu Grundlógarnevndini.
Ongar kenslur í
stjórnarskipan
Formaðurin segði m.a. á
tíðindafundinum, at tað
hanga ymsar kenslur uppi
í orðinum grundlóg, sum
ikki hanga uppi í stjórn
arskipanarlóg – ella tí
snøggara stjórnarlóg, sum
formaðurin heldur ynskti at
kalla lógina.
Men uttan mun til hvat
barnið skal eita, so er talan
um eina konstitutión fyri
Føroyar, varð sligið fast.
Arbeiðið hjá nevndini skal
vera liðugt í seinasta lagi
31. desembur 2006, og
síðani skal løgmaður avgera,
hvussu leikur fer.
Arbeiðið hevur verið býtt
í tveir arbeiðsbólkar – Stóra
kamar, sum er sjálv nevndin,
og Lítla kamar, sum eru
serfrøðingarnir. Ta fyrstu
tíðina gjøgnumgekk nevndin
nágreiniliga bæði lógartekst
og viðmerkingar, men for
maðurin segði, at arbeiðið
hevur gingið skjótari, um
tey fyrst hava fingið lógar
greinirnar upp pláss og
síðani viðmerkingarnar.
Flaggdagsálitið hevði 100
greinir, men hetta nýggja
uppskotið kemur helst at
innihalda færri greinir.
Tjóðskaparlig semja?
Í sambandi við stjórnar
skipanararbeiðið er tað
ein spurningur, um tað
fer at eydnast at skapa
tjóðskaparliga semju í Før
oyum um hesa lóg. Jóan
Pauli Joensen helt, at hetta
skyldaðu tey Føroya fólki,
nú komið er so langt í okkara
samleika sum fólk og tjóð,
sum hann tók til, og at hetta
eigur at verða ítøkiliggjørt í
okkara egnu stjórnarlóg.
Hann vísti á, at í t.d.
USA hevur hvør statur sína
stjórnarlóg, og tað sama er
fyri hvørt land í Týsklandi.
Hann segði eisini, at danskir
løgfrøðingar hava borið upp
á mál, at hetta skuldi verið
gjørligt fyri Føroyar, men
so leingi vit eru í danska
ríkinum, hava vit eisini ta
donsku grundlógina, sum
formaðurin metti helst í
summum førum kemur at
vera yvir tí føroysku stjórnar
skipanarlógini.
– Neyvan fara danir at
senda krígsskip til Føroya,
fyri tað um vir fáa okkara
egnu stjórnarlóg, skemtaði
formaðurin.
Ikki danskar siðvenjur
Jóan Pauli Joensen legði
dent á, at nevndin við hes
um stjórnarskipanaruppskot
inum hevur roynt at hugsað
tað leyst frá tí donsku
grundlógini. M.a. segði
hann, at løgfrøðingarnir
í nevndini ikki hava kent
seg so bundnar at danskari
siðvenju, men hava fingið
íblástur aðrastaðni.
Tað fyrra flaggdagsálitið
er umsett til enskt mál og
útgivið í lítlum bóklingi.
Umframt at verða nógv brúkt
í miðnámsskúlum, hevur
hetta víst seg at vera heppið
fyri eina víðari fatan av
lógaruppskotinum. M.a. hava
longu fleiri lógargranskarar
umrøtt álitið í vísindaligum
greinum og ritum.
Jóan Pauli Joensen segði
seg eisini fegnast sum rektara
á Fróðskaparsetrinum um, at
áhugin fyri lógargransking er
stórur. M.a. skrivar skrivarin
í nevndini, Rúni Rasmussen,
eina masterritgerð um polit
iskt ástøði og valdsbýti, og
næstformaðurin í nevndini,
Kári á Rógvi, er farin undir eina
Ph.D.-ritgerð um greining av
dómstólum í Norðurlondum.
Løgfrøði er nevniliga eitt
øki, sum er heldur ótrott
havt gransking viðvíkur í
Føroyum í mun til t.d. Ísland.
Tí vónaði Jóan Pauli Joensen
at skjótt at fáa ein sonevndan
stjórnardepil í Føroyum, og at
Fróðskaparsetrið eisini kann
fara undir gransking í jura.
Løgtingið kann
sambært uppskot
inum um stjórnar
skipan veita kristni
trúnni serligar
sømd ir
STJÓRNARSKIPAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Ein stórur partur av tíð
indafundinum fyrrapartin
um snúði seg um § 17, ið
er um trúarfrælsi.
Staðfest verður, at “Øll
eiga rætt at trúgva og útinna
sína trúgv á tann hátt, tey
vilja”, og “Løgtingið kann
veita kristnitrúnni serligar
sømdir tó uttan at gera
seg inn á aðrar fatanir”.
Harafturat verður sagt, at
“Fólkakirkjan eigur lut
eftir gomlum siði”.
Nevndin staðfestir við
hesum, at kristnitrúgvin
verður mett ay hava so
stórt virði fyri føroyingar,
at hon skal við í eina
sjórnarskipan.
Sum dømi varð nevnt,
at í londum, har fullkomin
javnstøða er millum átrún
aðir er komið fyri, at ivi
hevur verið reistur um um,
t.d. kristin morgunsangur
hevur átt rætt til innivist
innan skúlagátt, ella um
hetta diskrimineraði aðrar
átrúnaðir.
Hinvegin hevur Fólka
kirkjan ikki eins trygg
an leiklut í tí føroyska
stjórnarskipanaruppskot
inum, sum t.d. í donsku
Grundlógini, har tað er
staðfest, at “Den evangelisk-
lutherske kirke er den danske
folkekirke og understøttes
som sådan af staten”. Í tí
føroyska uppskotinum er
støðan meira merkt av, at
lógin kann verða statisk,
og at kirkjan kann loysa
frá ”statinum”, um fólkið
ynskir hetta. Harafturat
sigur
tað
føroyska
stjórnarskipanaruppskotið
einki konkret um, at
trúarlæran hjá Fólkakirkjuni
skal vera tann evangelisk-
lutherska. Hetta kann
merkja, at Løgtingið skal
staðfesta trúarlæruna hjá
føroysku kirkjuni, um tað
kemur upp á tal. Hinvegin
kann støðan verða, at danska
grundlógin kann verða ein
trygd, um ivamál verður
um trúarlæru kirkjunnar
og Føroyar eru partur av
danska ríkinum, varð sagt
á tíðindafundinum
Nevnt
varð
eisini
á fundinum, at breið
semja var millum tey pol
itisku umboðini í Stjórn
arskipanarnevndini um grein
17, sum viðger trúarfrælsi,
og at orðingin um, at
Fólkakirkjan eigur lut eftir
gomlum siði, er nóg góð.
– Upp aftur meira tjóð
enn framm
anundan
Trúarlæran hjá Fólka
kirkjuni ikki tryggjað
í uppskotinum
Føroyar –
land og tjóð!