hósdagur 24. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 162 - 24. august 2006
tíðindi
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var einki, sum bendi á,
at klaksvíkingar vóru troytt
ir av at skipa fyri stórum
tiltøkum í summar, tá ið
Føroya Sjómannadagur á
øðrum sinni varð hildin í
Klaksvík í síðstu viku.
Skráin
hesaferð
var
munandi rúgvusmiklari
og fjølbroyttari enn á sjó
mannadegnum í fjør, sum
var hin fyrsti av slíkum slagi
í Føroyum.
Tey fyrstu tiltøkini á sjó
mannadegnum í ár byrjaðu
longu týsdagin, 15. august
og tey seinastu vóru sunnu
dagin, 20. august.
Fjøllbroytt skrá
Leygardagurin var dagurin,
tá nógv tey flestu tiltøkini
vóru á skránni.
Almenna setanin var
leygarmorgunin. Tað var
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen, sum
beyð vælkomin, og síðan
setti landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, Bjørn
Kalsø, alment Føroya Sjó
mannadag.
Leygardagin varð skip
að fyri fleiri føroyameist
arakappingum, eitt nú í
agnskering, trolbøting og
egning. Kappingar vóru
eisini í at kasta lodd, halda
dreggi, og haraftrat var før
oyameistarakapping í sjó
manstaki.
Skipsmanningar vóru eis
ini við í spurnarkapping og
í togtogan, og steypahandan
var til bestu skip og bátar í
Føroyum.
Norðoya Bjargingarfelag
skipaði fyri bjargingarroynd
á vánni, og standmynd varð
avdúkað á fiskastykkinum
hjá Kjølbro.
Hópur av fólki
Veðrið var gott leygardagin,
og leygarkvøldið endaði við
sera væl eydnaðum tiltaki,
”dans på brygga”, har hóp
ur av fólki hugnaðu sær
saman.
Sunnudagin var sjómans
gudstænasta í Christians
kirkjuni, og sunnukvøldið
endaði við sjómansmøti í
tjaldinum á bryggjuni.
Fyrireikararnir meta, at
eini 7.000-8.000 fólk vitj
aðu ymisku tiltøkini, sum
vóru í Klaksvík á Føroya Sjó
mannadegi.
Klaksvíkingar eiga stóra
tøkk og stóran heiður uppi
bornan fyri hetta serstakliga
væleydnaða og fjølbroytta
tiltak, bæði til gamans og
álvara.
Fyrimyndarligt tiltak
Hóast sjómannadagurin í
stóran mun lýsir viðurskifti,
sum hava við sjófólk og
sjóvinnu at gera, var hetta
kortini dagurin, har øll –
bæði ung, tilkomin og eldri,
kunnu vera við og fáa nakað
burtur úr.
Hetta var eitt fyrimyndar
ligt tiltak, sum hevði nakað
fyri øll.
Ein serstakliga væleydnaður
sjómannadagur
Skipað varð fyri fleiri FM
Føroya Sjómannadagur er av fyri hesa
ferð og skoðsmálið, sum tiltakið fær,
er, at tað eydnaðist avbera væl. Veðrið
var gott, og fólk høvdu nógv at fara til
allan dagin. Ongum nýttist at keða seg í
Klaksvík seinasta leygardag, tá ið hópur
av tiltøkum vóru á skránni
Føroya Sjómannadagur hevði
nakað til øll, og fólk hugnaðu
sær í góðveðrinum
Mynd: Álvur Haraldsen