hósdagur 24. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
9
tíðindi
Í komandi
viku skuldu
havhestaungarnir so
smátt farið at flogið
úr berginum og á
sjógvi. Eitt sindur
ymiskt kann vera,
nær ungin fl‡gur út
av rókini. Hetta veldst
um, hvussu búgvin
fuglurin er, og hvussu
veðrið háttar sær í
havhestatíðini
Havhestur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Líradagur er 26. august, og
tá plagdu menn at draga
líra í oyggjum, har skrápur
reiðrast.
Men hetta er eisini tíðin,
tá ið teir, sum ætla sær at
taka havhest á sjónum, fara
at rigga seg til.
Glúpurin skal finnast fram
aftur og eftirhyggjast, og
somuleiðis skal gass og salt
keypast. Íløt og annað skal
verða klárt, tá ið teir fyrstu
feitu fuglarnir liggja inni á
gólvinum í neystinum ella í
skúrinum.
Komandi vika
Enn er nakað tíðliga at gera
ta fyrstu royndina, men
seinni í hesi vikuni – ella
fyrst í komandi viku - loysa
ivaleyst teir fyrstu bátarnir
og stevna út á hav.
Besta tíðin er vanliga um
mánaðarskiftið, august/
september.
Havhestatíðin er ein hugna
lig tíð. Menn sita í neyst
unum og royta og svíða, og
svidnaroykurin sker í næs
arnar kring um í bygdini.
Tað eru teir, sum royna
at tjena sær nøkur oyru í
havhestatíðini – og so eru
tað aðrir, sum bara hugsa um
at taka sær til húsbrúks.
Veðrið hevur alt at
siga, hvussu hendan tíðin
vignast.
Í fjør heyst helt fugla
maðurin, Jens-Kjeld
Jensen, at útlitini fyri
havhesti vóru vánalig.
Hetta segði hann, eftir
at hann saman við
øðrum hevði kannað
eftir, hvussu støðan
við havhestinum var
Havhestur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg havi ikki sæð nakað
líknandi seinastu 15 árini.
Er støðan tann sama um alt
landið, verður havhestatíðin
helst sløk í ár, skrivaði Jens-
Kjeld Jensen, fuglamaður, í
Dimmalætting í fjør heyst.
Hann vísti á, at lundin
sveik í fjør summar, og at
menn meta orsøkina vera ov
lítil føði við landið.
Aftur í ár sveik lundin.
Jens-Kjeld vísti í greinini
á, at eins og lundin svíkur,
hevur seinnu árini eisini
verið líkt til, at havhesturin
er í minking.
Sum
tann
nærlagdi
fuglamaðurin, hann er, var
Jens-Kjeld Jensen saman
við øðrum nólsoyingum í
fjør heyst, tá ið teir sigu í
Grønadalsrók og Skirisvølli
eystantil á Nólsoynni.
– Vanligi fongurin plagdi at
vera einir 50 havhestaungar,
men í ár vóru hesir einans
43 í tali. Talið 43 er ikki
einki, men so er eisini alt
sagt, helt fuglamaðurin fyri
í greinini.
Hann vísti á, at í 10 øðrum
reiðrum hevði ungi verið,
men har var bara nakað av
dúni eftir.
– Helst eru ungarnir í
hesum reiðrum deyðir – av
svongd, og síðan hava másar
og aðrir fuglar etið teir.
At enda segði Jens-Kjeld
Jensen seg ikki hava sæð
nakað líknandi seinastu 15
árini.
– Er støðan hin sama
kring alt landið, verður
havhestatíðin helst sløk í ár,
legði hann aftrat.
Vit kunnu leggja aftrat, at
ilt er at siga, um havhesturin
er í minking ella ikki, men tá
ið samanum kom í fjør heyst,
var havhestatíðin ikki so
miseydnað kortini. Í staðin
fingu einstakir bátar meira
fugl enn nakrantíð áður.
So, spennandi verður at
síggja, hvussu heystið fer at
vignast hesaferð.
Havhestur:
Døpru útlitini í fjør hildu ikki
Havhestatíðin í fjør vignaðist
væl, og bátar fingu nógvan
fugl
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú nærkast havhestatíðin
M-kappingum í sjómansskapi leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Hópur av fólki var til tey mongu tiltøkini á stóra
pallinum við ferjuleguna
Mynd: Álvur Haraldsen