Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 162 - 24. august 2006 Tá eg las greinina hjá Gutt­ ormi Djurhuus, rann mær í hug søgan um atheistin, sum var farin á veiðiferð. Ó­lukk­ utíð varð hann tikin á bóli av eini bjørn og hevði als ong­ ar møguleikar at flýggja ella at skjóta bjørnina. Í neyðini gjørdi hann sum so mangur annar í dýrastu neyð, hann fór at biðja. Ájú, sanniliga hoyrdist ein rødd úr erva, sum segði: »Hví kallar tú á Meg nú? Tú trýrt jú ikki, at Eg eri til!«. Við hesum orðum klárnaði hjá atheistinum og hann mann­aði seg upp og valdi at síggja vandan beint í eyguni. Men hvat? Deyðin var vísur, so í ítarstu neyð síni rópti hann enn einaferð: »Gud, um tú ert til, kanst tú so ikki gera bjørnina kristna«. Undrandi sær atheisturin, at bjørnin steðgar á, í tí hon skal høgga til, leggur labb­ar­ nar saman og fer at syngja: »Vit takka úti, vit takka heima...« Skemt til síðis. Fríggj­a­ dag­in 11. august hevur Gutt­ orm­ur Djurhuus eina grein í Sosialinum um, hvussu menn­ingarlæran byrjaði, og um hvussu lættliga evu­ lutiónin kann skapa eygu. Hon hevur, sum hann sig­ur, plenty of time, og vitu­ligt - tað er jú bara tíð, sum skal til, og tá tú heilt slepp­ur undan at diskutera spurn­ing­ in við nakran skapara ella designara, so er svarið lík­a­ mikið. Fríggjadagin 18. august hev­ur Guttormur aftur eina grein, sum hesuferð legg­ur eftir bønini, og enn ein­a­ferð eru tað vísindi, sum stuðla niðurstøðuni, at bøn er til onga nyttu. Ein kann­ing, sum kemur til ta niðurstøðu, at tað ger verri at biðja. Siti við eini kanning um hjartatrupulleikar og bøn. Henda kanning verður um­rødd í internetútgávuni hjá norska blaðnum VG tann 14.1.2000. Har verður millum ann­að sagt: “Bønn gjør alv­ orlig hjertesyke bedre, viser en vitenskapelig studie — selv når pasientene blir bedt for av fremmede, uten å vite om det selv. Pasientene som ble bedt for, opplevde færre komplikasjoner og fikk det i gjennomsnitt ti pros­ent bedre enn pasienter som ikke ble bedt for, konkl­u­derer studien.” Ein kann­ing og onnur. Hví ikki máta Atlantshavið við eini teskeið? Tað kundi veri á­hug­ avert. Sum av so mongum setur Guttormur Djurhuus eisini her vísindi fram sum alfa og omega, men tað er ein stór misskiljing. Vísindi eru í sjálv­um sær bert amboð, sum kunnu hjálpa okkum at greina og fata umstøður og kringumstøður okkara. Sum onnur amboð kunnu vísindi brúkast bæði til gott og ilt. Tak til dømis knívin. Eitt am­boð, sum einki húsarhald kann vera fyri uttan, men brúktur á skeivan hátt hevur knív­ur­in kravt óteljandi mann­a­lív. Mong eru tey, sum hava brúkt vísindi sum morð­vápn. Vísindi, og tá sers­takliga menningarlæran, eru av mongum brúkt sum knívur at drepa trúnna, men tað er og verður vónleyst. Tað hevur søgan tey seinastu hundrað árini so ruddiliga prógvað. Var tað ikki fyri bøn, so var føroyska samfelagið ikki tað, tað er í dag. Vi kunnu bert fara nøkur fá ár aftur í tíðina, tá samfelagskreppan var upp á tað harðasta. Onk­ ur, er hann nevndur, er hann kendur, spáddi tá, at tað fór at verða ógjørligt at stabilisera fólkatalið í Før­oyum oman fyri tey 40 túsund. Vit máttu síggja veruleikan í eyguni, at tað fór ikki at bera til hjá Føroyum at bera fleiri enn 25 túsund tandur. Ja, og tað sá veruliga svart út. Spádómurin kundi lættliga verið gingin út, MEN BØN­ IN vendi gongdini, so at vit í árunum, sum farin eru síðani, ong­antíð hava verið fleiri fólk í Føroyum enn tað sama. Tá samfelagið lá í skeljasorli og fiskaloysi valdaði í fleiri ár, útlitini vóru av teim ring­asta, tá sameintist tey í Føroyum, sum trúgva at bøn er til stóra nyttu, og uttan at nakar vísindamaður tá var førur fyri at greiða frá, hvat hendi, so vendist fiskaloysið til fiskiríkidømi. Restin er Tørvur á útbúnum tíðindafólki Seinastu dagarnar hevur nógv ver­ið at hoyrt um herdu upptøkukrøvini til journ­a­ list­út­búgvingina á Dan­marks Journalis­t­høj­ skole. Reglan, sum veitti føroyingum, grøn­ lendingum og íslendingum rættin til tvey pláss á skúlanum - har krøvini vóru held­ur slakari, enn hjá umsøkjarum úr Dan­mark, er broytt soleiðis, at umsøkjarar úr Før­oy­ um mugu lúka somu krøv, sum ein hvør um­søkjari úr Danmark. Men hóast hetta afturstig, so kann kortini okk­urt gott spyrjast burtur úr støðuni, tó at tað tykist løgið, at danir koyra føroyingar í ein pott saman við øðrum minnilum í tí eft­ir hondini multietniska samfelagnum, Dan­mark. Hóast tað kann ljóða rættvíst í donskum oyrum, so kann Danmark Journ­a­ list­højskole bara útbúgva føroyingar - ella fólk sum duga føroyskt og skilja føroysk sam­felagsviðurskifti - til føroyska miðlar. Aðr­ir næmingar av skúlanum kunnu eins illa starv­ast á einum føroyskum miðli, sum t. d. ein­um kinesiskum. Men vit kunnu bara spyrja okkum sjálv, hvussu vit fáa tað besta burtur úr støðuni. Tað ber uttan iva til at gera eina kombinatión, har Fróðskaparsetrið og Danmarks Journ­al­ist­høj­ skoe gera eitt samstarv um eina føroyska miðl­ a­­út­búgv­ing. Tann samfelagsigi og málsligi part­urin kann takast í Føroyum, meðan lær­ar­ ar av Journalistháskúlanum kundu undirvíst í tí journalistiska handverkinum - annaðhvørt í Føroyum ella í Danmark. Ein slík millum loysn hevði uttan iva kunna fingið politiska undirtøku, og nú nýggj­ar lógir eru komnar fyri kringvarp og fjøl­miðl­ a­­ábyrgd, so er neyðut at skapa góðar karmar og hyggja inn í kjarnuna, tí okkum tørvar nógvar útbúnar journalistar í Føroyum - bæði á privatu og almennu miðlunum - men eisini í vinnulívinum annars, har útbúgvin fólk verða sett í starvs sum kunningarfólk. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Bøn er til stóra nyttu dánial á dul jacobsen Landsrætturin hevur í dag dømt í málinum í ósemjuni millum Tvøroyrar kommunu og Strandferðsluna um havnagjald hjá Smyrli Rættarmál Tvøroyar kommuna hevði kravt eitt munandi hægri havnargjald frá Strand­ ferðsluni. Men Lands­rætt­ ur­in metti ikki, at grund­ gev­ing­arnar hjá Tvøroyrar kommunu vóru haldgóðar og gav tí Strandferðsluni fult viðhald. 

Sostatt stað­ festi Landsrætturin dóm­in í Føroya Rætti, sum eis­ini gav Strandferðsluni við­hald. Strandferðslan sigur, at Tvøroyrar kommuna hevði kravt at havna- og brúgv­ a­gjaldið hjá Smyrli varð næst­an trýfaldað. Hevði komm­unan hevði fingið við­hald í Landsrættinum hevði hetta ført við sær, at Strand­ferðslan fekk eina eyka útreiðslu upp á einar níggju milliónir krónur til Tvør­oyrar kommunu. Strandferðslan vann á Tvøroyrar kommunu