hósdagur 24. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
11
tíðindi
- Perspektiv skap
ar frástøðu Rolf
Guttesen. Loysingar
søga ella sambands
søga eru, vísundaliga
sæð, báðar eins óvís
undaligar
KRONIKK
»Einki er meiri altjóða,
enn hetta at skapa tjóðskap
arligar samleikar«
Anne-Marie Thiesse, 1999.
Loysingarhetjur ella
sambandshetjur eru fyri
søguvísundina ta sama.
Loysingarsøga ella
sambandssøga eru vís
undaliga sæð bæði eins
óvísundaligar. Rolf Gutt
esen og øll onnur burdu
sett søguna inn i stórar
kontekstir, ið relatera til
heimskjak, har t. d. Føroyar
bert er dømi millum onnur.
Tað sum Rolf og øðrum
vanta í hesum kjakinum er
frástøða og sakligheit.
Herfyri kom ein bók um
Sambandsflokkin, nú hesin
varð 100 ár. Sosialurin
skrivaði eina grein um
hendingina, har yvirskriftin
hjá blaðmanninum um at
Jóannes Patursson helst
var ein meiri spennandi
maður enn hesin Sam
bandsflokkurin, østi geo
grafin og lektaran Rolf
Guttesen til at siga, at
JP var einki annað enn
ein nasistur, ella at hesin
hevði slík sjónarmið í
1930’unum.
Eg haldi, at tað var
nokso ótaktiskt av Rolf at
seta alt so upp. Og mangan
hevur tað harmað meg, at
alt kjak um tjóðarhetjur
er á so lágum støði í Før
oyum, tí hetta evnið um
tjóðarhetjur er altjóða evni
innan gransking innan søg
uskriving (historiografi) og
nationalismu, ið eru stór og
týdningarmikil øki innan
vísindi í dag.
Eitt kjarnuelement i
allari gransking innan
nationalismu er hugtakið
samleiki, og hvussu
hesin verður skaptur for
handlaður í og við, at
nationalisman verður viðlík
ahildin og skapar hendan í
eini tjóð. Her spælir søgan
(eisini tjóðarhetjur) og hug
takið um minnismentan
inn, serliga hugtakið um
kollektivt minni. Gransk
arar arbeiða í dag við tjóð
ini og nationalismuni, við
samleikapolitikkinum, tí
ein og hvør tjóðarbygging
er ein samleikapolitikkur
eisini.
Søgan er skapt
Tjóðir hava verið grund
lagdar á sama hátt við
einum skaptum tjóðarsam
leika og søgu um allan
heim.
Í nýggjum tjóðum verð
ur fortíðin brúkt til at
skapa ein legitimitet fyri
ein samleikapolitikk fyri
tjóðina, serliga í tjóðum,
ið enn berjast fyri loys
ing, t. d. í fyrrverandi
Russlandi. Hesi londini
byggja enn tjóðarsymbol,
hetjur, skriva tjóðarsøgu
og bókmentir, ið sjálvandi
fyri ein part er propaganda,
har grannalondini, um
tey yvirhøvur koma við,
eru nakrar kventrasligar
bloytur.
Minnispolitikur
Vit kunnu tosa um »The
Politics of Memory«, ið
inniheldur lykilin til, hvør,
hvat og hvørji skulu ærast,
virðast og hvørji skulu hat
ast, spillast út og hvørji koma
við i t. d. søgu- og lesibøkur.
Man skapar eisini tjóðarsøgu
við m. a. at gera serligar heil
idagar, so sum flaggdag,
tjóðardag. Hetta er ikki
serføroykst, nærum tvørtur
ímóti, so er »einki er meiri
altjóða, enn hetta at skapa
tjóðskaparligar samleikar«,
sigur granskarin Anne-Mar
ie Thiesse.
Tjóðskaparlig mentan
verður ikki bert forhandlað
og viðlíkahildin, tá tað kem
ur til Grækarismessu og
Flaggdagin, men við øllum
møguligum, við navnasiði,
við klæðum, mati, tjóð
búna. Hesi fyribrygdi eru
ofta bert »skalið« kring
eina umfatandi mytologi
og eina hugmyndafrøði,
ið samleikin so verður
settur inn í, sum aftur skal
umboða nakað sermerkt,
ofta í trá við nakað mergj
að og gamalt, og um hetta
er nýliga skapt hevur nú
minni at siga. Soleiðis
endar søgan sum eitt
fullblóðs tjóðarsymbol
undir liðini á pørtum av
mentanin, so sum t. d.
flaggið og tjóðsangurin.
Og Gud náði hana, ið setur
spurnartekin við flaggið,
tjóðsangin ella søguna
(ella Jóannes Patursson).
Soleiðis er tað helst enn
í Føroyum, men soleiðis
var tað eisini fyrr í øðrum
londum, at søgan var ikki
søga, um vit skilja hesa
sum vísindi, men søga
var ein partur av politiska
yvirbygninginum og av
samleikanum.
Ein partur av hesi søguni
er hetta við at skapa hetjur
og beist. Um søgan verður
skapt í 19. øld ella nú í 21
øld, so sær man, at hesir
tjóðarbyggjarar verða at
enda sjálvi gjørd til hetjur,
ella tey gera seg til hetjur.
Glasmontran fyri
tjóðarhetjur
Í Usbekistan hava tey
útskift russiskar hetjur við
anti-russiskar tjóðarhetjur,
og tey hava leitað sær
fram í einari rættuliga
tilvildarligari mytiskari
søgu, nøkur ófør fólk, ið
umboða okkurt ur-etniskt,
ið hesin serligi samleikin
skal eitast at umboða.
Um hesir gomlu kongar
í veruleikanum kanska
umboðaðu alt tað øvugta,
er ikki so umráðandi. Hesi
verða nú sett upp á ein
stabba, og kunnu her eftir
ikki rørast.
Granskarin Mohira Suy
arkulova, ið arbeiðir
í Onglandi, men er
úr Usbekistan førdi
fram í London herfyri
á eini heimsráðstevnu
fyri nationalismu og
søguskriving at:
1. Tjóðarhetjur ongantíð
eru religiøsir leiðarar (so
kanska Lucas Debes fellur
fyri hesum kravinum,
hetta kemur helst av,
at nationalisman er ein
modernað rørsla, ið m.
a. ger upp við valdið hjá
Kirkjuni.)
2. Tjóðarhetjur eru teir
menn, ið bardust móti fígg
indanum, ella skipaðu fyri
loysing.
3. Tjóðarhetjur eru ikki
flytifuglar ella útlendingar
(í Føroyum, serliga ikki
danir).
4. Tjóðarhetjur eru ikki
kvinnur. (Her sær man, at
kvinnukúgandi virði frá
eldri tíð verða fastfryst í
tíð).
Tað er enn so, at elitan
hevur skapt søguna, tí
hon skal geva sær sjalv
um legitimitet - við at
monopolisera eina tjóðar
søgu, skapar hendan eitt
valdsamboð, ið aftur kann
viðlikahalda og skapa ein
serligan samleika
Frástøðan er alneyðug
Tað er umráðandi, at søgu
frøðingar, mannfrøðingar
og fólkalívsfrøðingar
og onnur, ið arbeiða við
nationalismu og national
ismugransking eru vísund
alig og saklig, eg haldi
ikki Rolf føra eina sakliga
ákæru fram mótvgis Jó
annes Patursson, hann
hevur kanska rætt(?), men
greinin stendur og fellur
sum ein stórur pástandur,
ið ikki røkkur út yvir hamr
andi óvísundaligu føroysku
polariseringina millum
loysingarfólk og sambands
fólk.
Loysingarhetjur ella sam
bandshetjur er fyri mær tað
sama. Loysingarsøga ella
sambandssøga eru, vísund
aliga sæð, báar eins óvís
undaligar.
Rolf og øll onnur burdu
sett søguna inn í ein størri
kontekst, ið relaterar seg
til heimskjak, har t. d. Før
oyar bert er ein partur av
ástøðini, eitt dømi millum
onnur.
Nationalismugransking
er ikki nationalistisk ella
anti-nationalistisk, hon her
er alt loyvi, uttan lygn,
fanatisma og nationalisma.
Problemið er ofta, at fólk
mangan onga frástøðu
hava til teirra egna nat
ionalitet. At tey sum
granska í hesum verða sum
akademikarar og gransk
arar altið koyrd i bás innan
sambands/loysing – hvat
hetta ikki snýr seg um. At
folk ikki vita nakað um
nationalismugransking. At
elitan fekk vald til at fjala
tjóðskaparligu myturnar
við at skriva læru- og søg
ubøkur, antologiir og við
at tiga allar aðrar søgur i
hel, ið byggja á meiri pos
itivistisk ideal, ella onnur
ideal, enn tjóðarsøguskriv
ingina.
Hendan gransking inni
heldur góðgerandi, fólk
aræðislig og spotlights
brend niður í kollektiva
minnið, minnismentanina,
søguna, samleikapolitikkin
og samleikan. Og sjálvandi
valdið til at definera nakað,
skapanina av tjóðarhetjum,
minnisvarðum, bygningum.
Ja alt sum vit seta á t. d.
frímerki og pengaseðlar,
uttan at seta spurnartekin
við.
Søga er kjarnin í eins
sjálvsfatan, eins kollektiva
minni er sum minnið hjá
einum personi, nakað, ið
definerar personin allan
vegin.
Eitt tjóðskaparligt
plott?
Tað er ikki so áhugavert,
um Magnus Heinason var
ein sjórænari, ella myt
urnar um Nólsoyar Páll,
kanska er tað heldur ikki
áhugavert um Jóannes
Patursson damdi nasistar
ella ei, men at tjóðir um
øll lond hava teirra hetjur,
teirra fíggindar og teirra
idealu myndir av hvør er
nakað, hvør best umboðar
tjóðina, bardagan hjá
tjóðini. Tað sum er áhug
avert er, hvussu hetta hend
ir, hvør skipar fyri hesum
og hvussu.
Sum vit kenna føroyska
søguskriving, so snýr
hon seg (í minni mun)
um at finna fram til ein
sannleika, tí so leingi
føroysk søga er eitt
politiskt fyribrigdi, sum
ein avgerandi partur av
politisku tjóðarbyggingini
og av samleikapolitikk
inum, so er torført, at fáa
ein annan standard fyri
søgu í Føroyum enn hann,
vit kenna nú.
Søgan og serliga før
oyska søgufatanin og
minnismentanin er gjøgn
um politiserað (kjakið um
Jóannes Patursson er besta
dømi um tað), vit kunnu
tosa um ein føroyskan
minnispolitikk, tí minni
(skapt ella ikki) skal
brúkast til at legitimera
eina tjóðskaparliga sjálvs
fatan og eina tjóðarbygg
ing, ið tænir makthavarum,
ið ofta finnast at teimum,
ið royna seg við veruligari
vísindi – veruligari søgu
skriving. At seta sambands
hetjur inn í staðin fyri, ella
javnaðarhetjur vildi ikki
framt kjaki, ella vísundina.
Millum manna í Føroy
um er mangan so illa stætt,
at politiska polariseringin
er øgilig, øll verulig ástøði
lig perspektiv fráverandi og
tí er almenna søgufatanin á
einum slíkum støði, ið vildi
svara til, at Konservativ
Folkeparti ella Danski Javn
arflokkurin hevði skrivað
danska søgu.
Soleiðis fer opið kjak
fyri skjeyti, soleiðis steing
ir opna samfelagið, ið Karl
Popper tosaði um, seg
sjálvt um tøgnina. Soleiðis
rotna vísundalig ideal um
opinleika innanifrá.
Søgan skal ikki verða
ørindasveinurin hjá nakrari
rørslu, politikki ella trúgv,
líkasum øll onnur vísindi
skal hon yvirhøvur ikki
lurta eftir, hvat politikarar
og maktin heldur um hana.
Keldur:
Pierre Nora, »Between Memory
and History: Les Lieux de Memoire’,
Representations 26« (1989)
Michael Schudson, »Dynamics of
Distortion in Collective Memory«,
Í D.L. Schacter (red.), Memory
Distortion (Harvard UP, 1995)
Maurice Halbwachs (1925/1992).
»The Social Frameworks of Memory«,
Í Halbwachs, On Collective Memory,
L.A. Coser (red.) (Chicago U.P.).
J. Gillis (ed), Commemorations
(Princeton U.P., 1994)
Loysingarhetjur ella sambandshetjur
Kim Simonsen
Andras Samuelsen, sum var formaður Sambandsfloksins frá 1924-48 og Føroya fyrsti løgmaður. ´Á høgrumegin síggja við Jóannes
Patursson á odda í skrúðgongu úr Havnar Kirkju í 1945 - tá hann var ellisformaður løgtingsins